Á dett vælsignaða spik

Tað eru grindaboð, ein grind liggur á Norðhavinum seks fjórðingar úr Rivtanga, og bátur er hjá henni. Hetta eru boð sum fara gjøgnum mønu og merg hjá teimum, sum dáma at vera í grind og alt steðgar upp eina løtu. Gævi satt, at hon leggur beinini, er fyrsti tankin. Gævi satt, at hon er stór og gævi sætt at ikki alt for nógvur bátur er hjá henni og ikki alt for nógv á sandi. So verður einki í part

Tað eru grindaboð, hon liggur á Norðhavinum, og gongur inn móti Funningsmúla. So verður tað helt í Funningsfirði, hon verður hildin til, ella fer hon longur suður. Tað er eystfall nú. Sóknarongulin er komin upp í dupultsongina í hjúnarrúminum. Hann liggur í eini reinari bláari balju eitt sindur rustaður, saman við grindaknívinum, hálvhosum, troyggju og øðrum. Ringa samvitskan gnagar eina løtu. Hví smurdi eg hann ikki í feitt seinast. Ein deiligur ongul, smíðaður av Klæmint í Billustovu í Smiðjuni í Oyndarfirð, meðan eg sum 12 ára gamal eygleiddi hendan gamla smið og gekk honum til handar.
Hvussu langt mann hon verða komin nú? Eystfallið gongur skjótt, hon hevur sikkurt lagt beinini langt áðrenn eg eri komin í Funningsfjørð og hvar í f. eru styvlarnir. Hvi skulu teir blíva vekk akkurát nú. Tungan melir í munninum og evnar orð, sum bæði er meint til himmals og helviti. Nú eri eg næstan ferðabúgvin, havi grýtt alt inni í bilin og mat til fleiri dagar. Skal úr túninum í Ovarugøtu 1 Inni á Gøtu í Hoyvík og í grind í Funningsfirði, ein grind, sum allarhelst hevur langt beinini, áðrenn eg komið norður. Eg sleppi kanska slett ikki upp í part og eg sendi illar tankar norður til bátarnar, sum reka hana so skjótt, at teir nú allarhelst eru komnir inn um Múlan og sum valla fylgja grindini, ið við sjógvi á baki stevnir inn móti sandinum í Funningsfirði.
Dieselmotorurin á Golfinum fer í gongd, og eg hugsi, um tað ikki er at freistað Várharra at taka viðfestisvognin við. Kanska hon sleppur, tær eru nokk so kringar og Djúpini eru djúp, skjótt kundi hon funnið upp á at kavað og so hirt norðuraftur og ongin sá hana aftur. Ella kundu hon funnið upp á at gingið sundur í smærri bólkar og einki kom burturúr. Grindahvalurin er snildur. Eg havi verið við til at siglt alt Norðhavið upp og niður, og grind var at síggja so langt eyga sá, men vit fingu ikki at smyrja knívin. Tað fekkst ongantíð rakstur á nakran bólk. Mundi tað fara at vera soleiðis í dag eisini, langt síðan nøkur grind hevði langt beinini í Funningsfirði. Og teir stjala so illa har norðuri, har er einki skil á nøkrum.
Tað gongur skjótt norðureftir. Landið liggur í summarlýðku, tað er stoytt við klettin og her er so óendaliga vakurt. Reyðafelstindur er goymdur í mjørka, men eg veit hvussu hann sær út og sendi honum eitt smíl, hesin stolti tindur, sum prýðir so væl um í syðru helvt av Eysturoynni, barndómsins feitilendi, har samleikin hjá fjáltursstungna og veiðugramma bygdamanninum í Havn liggur festur.
Nú gongur seinni. Hyggi eftir kilometurvísaranum, koyri skjótari í dag enn vanligt og komi at hugsa um ferðslulógin eisini man galda, tá grindaboð eru? Tað kann eg ikki trúgva. Skal eg gerast ovseinur og missa alt tað deiliga spikið og tvøstið, bara tí lógin sigur 50 kilometur her og 80 der. Ilskist inn á myndugleikarnar og formyndaraskapin í hesum landi, eri á veg í grind og har er best við minst møguligum reglum, vilja nógv halda.
Ferðslan gongur seint í dag. Tey frammanfyri kunnu so aldrin hava hoyrt um grindina á Norðhavinum, sum kanska longu hevur lagt beinini. Tað sær út sum tey njóta veðrið í Sundalagnum, tú hevur ikki meira enn yvirhála ein bil, so er tú uppi í reyvini á tí næsta og so er knappliga onki útsýni, ella nógv ferðsla suðurgangandi. Lorta land, heimføðingar og tápulignar. Eg upplivi einki dráp í dag, og tað skal vera løgið, hvis teir ikki eru lidnir at tekna seg, tá eg komið norður, um eg komið norður, tí nú hava eini eldri hjún í einum gomlum japanskum bili, har ongin hurð hevur sama lit, lagt seg mitt inn á vegin og tey hava avgjørt, at ferðin aftanfyri tey norður gjøgnum Sundalagið skal ikki verða meir enn 60 í dag. Fólk skuldu havt fingið bót fyri at seinkað ferðsluni og hasi skuldu bestemt ikki havt fingið koyrikoyrt, bannið eg innantanna, meðan eg hugsi um gøtumenn, sum eru farnir avstað við allari grindini.. Forbannað søkið fólkslag í Gøtu. Eg blíðkið aftur, tá eg havi troðkað meg framum hjúnini í Hósvík og spyrji meg sjálvan hví akkurát gøtumenn skuldu fáa tað í dag. Teir eru skilamenn fram um aðrar í Eysturoynni.
Eina øld seinni komi eg úr Norðskálatunnlinum, rendi meg í seina ferðslu aftur longur norðuri, tað er OCD, sum setir proppar í allastaðni. Skoyti oman í Funningsfjørð og haldi meg ikki sígga nakran bát. Nei, sjálvandi, hon hevur heilt vist lagt beinini og tað ber fyri at hon liggur. Eg síggi einki. Nú kom autoverjan fyri og eg síggi fyri mær vegin Millum Fjarða stúvstappaðan av bilum. Tað verður helst ringt at sleppa framat. Leggi ætlanir um, hvussu eg kann bara seta bilin onkunstaðni og so renna oman. Bara eg blívi teknaður, so er sloppið. Nú opnar dalurin Millum Fjarða seg prúður fyri mær og vegurin er tómur. Stúranin var til onga nyttu. Eg síggi tveir bilar á Funningsfjarðavegnum og annar er ein hvítur løgreglubilur. Hatta man vera sýslumaðurin, so eri eg ikki ov seinur allíkavæl. Ein sæl kensla av veiðufrøði fer sum ylur gjøgnum kroppin. Á dett vælsignaða spik, sendi sýslumanninum ein heitan tanka, hann skal nokk fáa skil á hesum. Skuldi eg ikki havt tikið anhangaran við allíkavæl?
Í Funningsfirði er ongin grind. Fjørðurin liggur blankur og stillur. Onkur alibátur sæst úti undir lúku. So eru teir ikki komnin so langt allíkavæl. Kanska hon hevur kavað, kanska hon er endað aftur á Norðhavinum. Onki blóð er at síggja niðri við sandin. Har standa nakrir manns Funningsmegin, kanska teir eisini bíða. Men komin nærri síggi eg, at hetta eru sílaveiðumenn, sum fiska laks. Laksaveiðumenn haldi eg ikki teir verða kallaðir. Munnu teir krøkja, jassarnir? Tjóvur trýr at einhvør stjelir.
Eg drønni eftir vegnum út móti Funninigi. Er hon komin inn um Múlan, so skal eg síggja hana. Men heldur ongin bátur er at síggja her, bara onkur alibátur, annars livir fjørðurin, fuglur er at síggja, stilli og lýðka, og fjøllini standa so errin og prúð Men ongin grind. Gott at anhangarin stendur í Havn. Skomm hevði verið at komið aftur við honum tómun.
Ringi til brøður mínar umborð á Fiskivarða. Teir vóru næsti báturin hjá grindini. Ilskist inn á teir áðrenn hornið verður tikið. Hava lokkað meg allan vegin úr Havn og so ongin grind. Teir taka hornið og siga, at teir liggja á Pollinum í Klaksvík og hon verður hildin til um eina líta løtu.
-Pollinum? So skjótt og hvussu ber tað til, spyrji eg. Jú grindin var gingin eystureftir tey høvdu fingið bent henn inn í Kallsoyarfjørð, og so tók hon sjógv á bak og endaði á Pollinum. Tað vóru bara teir allarfægstu bátarnir, sum fylgdu henni.
Klaksvík, so er tað fyrst Lorvík og Dúgvan. Klaksvík, eitt fremmant land, skulu vit ganga har og mala alla nátt. Eg vendi bilinum og tankarnir mala. 50 hval, man tað loysa seg? Klaksvík eina heila nátt. Komið at hugsa um veiðugleðina í Feðgum á Ferð og kósin verður sett móti Lorvík. Komin úr tunnlinum síggi eg í reyvina á Dúgvuni, sum fer tann næstseinasta túrin í kvøld. Ein løta at bíða í Lorvík, kanska ikki tað ringasta at sissa seg aftur aftaná allan spenningin.
Tað er nátt og seðlarnir skulu koma úr klokkan seks. Eg liggi á dúrkinum í stýrihúsinum á 50 tonsaranum Fiskivarða og royni at sova. Her er hart at liggja, men ikki beinleiðis kalt. Eg havi posan við grindaknívinum og oljuklæðunum sum kodda undir høvdinum og nýtið tann grøna arbeiðsjakkan, jólagávan frá Sosialinum, Helly Hansen jakkin, sum dýnu. Her er so stilt. og hugnaligt. Á landi hava teir ført seinasta hvalin yvirum. Nú máta teir upp, friðaligir álvarsmenn við skili í. Onki fólk er at hoyra, onkuntíð hoyri eg málið í onkrum uppmátara. Eg liggi mettur av fleskasteik, sum manningin át, tá eg kom umborð nakað fyri midnátt. Teir sova eisini nú. Og teir sova, hetta er teirra heim og her trívast teir. Hjá mær er alt nýtt, nýggir luktir og eg vendi mær alla tíðina. Sovni ikki, farið aftur á bátadekkið at kasta mær á vatninum. Stilli og býurin liggur so hugnaligur og svevur. Onkur stjørna sæst í suðri og Kunoyggin hevjar seg veldug norðanfyri. Teir kunnu vera ernir av Klaksvíkini, her er ógvuliga vakurt og hví hetta er eitt reiður fyri lokalpatriotar skilji eg fyrst nú. Eg havi einaferð fyrr ligið nátt umborð á skipi í Klaksvík. Hendan náttin kemur fram fyri meg. Eg fór ein ísfiskatúr í januar mánað 1980 við Pison. Tá eg kom umborð vóru allir í landi og ballaðust. Eg varð vaktur mitt um náttina og ballið endaði við illveðri hundasjúku og sjóverki í fleiri dagar á Suðuroyarbankanum. Ein minniligur og góður túrur, og eg takki fyri ,at teir menn vóru til, soleiðis at eg eisini slapp at halda av teimum.
Tað er snoddtevi í luftini. Onki merkiligt í tí, snykroykur má vera tá 48 vakrir blankir hval liggja skornir á háls. Í Oyndarfirði varð fyrr tosað um, at teir kundu tevja at grind var undir landi, teir kundu tevja snykroykin og tá var snoddtevi í luftini og tá var ikki leingi til grindaboð ljóðaðu.
So er klokkan seks, klaksvíkingar eru á fótum og gott lag er. Skjótt lesir sýslumaðurin seðlarnar upp og farið verður at skera upp beinanvegin. Tað altíð eitt sindur av spenningi tá farið verður at skera upp. Tú kemur saman við fremmandum monnum, og prátið gongur eitt sindur spakuliga. Vit umborð á Fiskivarða eru saman við teimum á Kristinu og Vátakletti, (úttalast Vaadikløttøu á klaksvíkskum) og vit práta ikki um annað enn grind. Um stórar grindir, um rakgrindur um tyfusgrindina í Klaksvík fyri mongum árum síðan, og eg sendi sjúkrahúsinum ein vamlisligan tanka, tá hetta evni kemur upp. So verður tosað um agn, hvalagarnar er gott hýsuagn og tú kann nýta tað í nógvar dagar, so seigt er tað, men ringt at avegna.
Her er nógv fólk komið saman og skjótt verður atborið. Løgmaður er eisini á fótum. Hann hevur áhuga í grind og øðrum sum hevur við mat at gera, og hann gongur frytligur og tosar við sínar veljarar. Hann dugir at føra seg fram millum fólk og um eina løtu skal hann á ríkisfund. Hann er eisini klaksvíkingur.
Hóst so nógvir vóru tilmeldaðir bátunum, at teir ikki høvdu borið alt fólkið um tað veruliga var umborð, so er tað í fínasta lagi. Vóru tað bara bátaeigarar sum fingu grind og vóru tað bara teir sum vóru kvikast at tekna seg á sandinum, so var grindin ikki fyri øll, sum hava hug at fara í grind, og so var hesin aldargamli sosiali siður ikki so sjarmerandi longur. Grind skal vera eitt sindur av øllum og pláss skal vera fyri øllum, bæði tí gramma, tí ovgramma, ið ongantíð fær ov nógv og tí meira beskedna. At øll fáa at kóka, sum eru í grind, tað er tað sum telir.
Og meðan hetta verður skrivað liggur fyrsta kókið í pottinum. Í kvøld skal alt gloymast um heilsu og linju, í kvøld skal etast, til vit fara upp at ristast, í kvøld verður veisla við Várharrrasa grind og snyki og øllm tí sum tí tilhoyrir og so skal sovast aftaná ein ordiligan slang aftaná.
Á dett vælsignaða spik.