har felagið eisini skipar eina viðlíkahaldsstøð. Í Kili skal føroyska felagið flúgva úr Santiago og norður til flogvallir sum Iquique, Antifagasta og San Salvador fyri kilska felagið DAP. Flúgvingin fyri [...] kilska felagið sjálvt skal taka yvir flúgvingina. Atlantic Airways hevur eisini gjørt ætlanaravtalu um at lata DAP eitt Avro RJ flogfar afturat í heyst og setur ístaðin eitt A319 flogfar í rakstur væntandi
Farið er um javndøgur, og mikkjalsmessa er í næstu viku. Tað sigur nógvum tað, at nú nærkast álvarsliga heystfjøllunum. Og so fara menn at merkja fepurin, sum mangur verður yvirtikin av hesa tíðina. S [...] Spenningurin økist, so hvørt kvøldini myrkjast. Og áðrenn teir vita av, koma boðini »Vit fara á fjall í morgin. Men hesaferð fara vit at flúgva skurðin heim við tyrlu«. Tað eru av sonnum nýggjar tíðir. [...] avgreitt upp á nakrar ferðir 10 minuttir. Hetta er øgiligur lætti hjá fjallmonnunum. Einki at hugsa um soleiðis annað enn at fella tað, tikið er, og fáa í eitt ílat, sum tyrlan lyftir upp frá og fer avstað
hann yppir øksl og heldur fyri við meg, at stjórnin hevur slept sær og sínum feløgum upp á fjall. Eg kveiti rundan um meg, oktobermáni er, við ógvisligum leyvfalli, vit vassa upp undir øklar í bløðum. Eg skilji [...] heilasynapsunum í fyrsta lagi at kalla óendaligir og í øðrum lagi, við tað at talan er um smáalisfrøðilig kvantlop, ikki spáandi um. Sostatt er ein meginfortreyt fyri allari søgugongd eitt ókent umráði, og søgan [...] yvirsjónum. Eitt skúladømi um, hvussu fátæk tann vísindaliga forsagnarfrøðin er, er lívsverkið hjá tí eingilska støddfrøðinginum Alan Turing. Hansara søga er eisini eitt gott dømi um, hvussu flogvitug skapan
eitt sindur um serliga føroyska matmentan og søgur og sagnir úr Hattarvík. Góðir tónleikarar eru við og spæla eisini undir til felagssangin. Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv. Best er, um fólk hava ein [...] bíleggja sær pláss við leigubussinum, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 06:45 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir
í Føroyum og sungu. Ta ferðina gjørdist tað til fýra útseldar konsertir, sum fólk vóru sera fegin um. Nú Fróstrósur seta eitt fyrbils punktum – ella kanska verður tað eitt komma – vilja tær aftur til [...] umframt limum úr føroyskum-íslendskum gospelkóri og einum barnakóri. Tvær konsertir eru á skránni í Norðurlandahúsinum leygardagin.
staðin fyri at leggja størri og størri, óproduktiv gjøld á fiskivinnuna áttu politikararnir at hugsa um at typpa holið í landskassanum, sigur skiparin á Jupiter. Emil Petersen vísir á, at landskassin við [...] væl í vinnuni, sum tá kann útvega sær størri skip og harvið tjena fleiri pengar. Men tað tykist sum um politikararnir alla tíðina vilja hava meira og meira, nú við tilfeingisgjaldi, sigur Emil Petersen
er tikin úr leikum sum undirhaldari, tað er tað eingin, sum ivast í. Og hann dugdi eisini at vinna tokka hjá »ferðafólkunum« í Fámará leygardagin. Og tað tók honum bara lítla løtu at skipa [...] bíða vit bara eftir bátinum. Vit høvdu ætlað at brúkt eina viku at gera okkum liðug, men tað gera vit ikki. Nú ræður bara um at koma avstað sum skjótast. Vit tíma slett ikki at vera her nú, tá vit vita [...] ein dagin undraðust vit á, at eingin streymur var. Vit ringdu til SEV at boða frá breki og spurdu, um vit møguliga høvdu gloymt at goldið rokningina. Men har var hvørki brek ella gáloysni. Streymurin
at vera mest møguligt í tinginum, men hann kann ikki vera allastaðni. Hóast mong kanska ikki hugsa um fjallgongu og fletting, sum ein part av okkara mentan, so leggur løgmaður sera stóran dent á júst henda [...] ógvuliga høgt. -Men kann tað ikki skurra løgið í oyrunum á fólki, at løgmaður raðfestir tað at fara á fjall og fletta hægri enn landsins fíggjarlóg? -Viðgerðin av fíggjarlógini fyri mítt viðkomandi er liðug [...] svara spurningum í tann mun hetta er gjørligt. Løgmaður heldur tað annars hevði verið sera skilagott, um tingformaðurin flutti viðgerðina av fíggjarlógini soleiðis at hon ikki fall saman við fjallgongu og
nakað av ábótum, men tað snýr seg ikki um milliónaupphæddir, sum nógv hava fryktað fyri. Perlu-hugskot Rossa-býtishandilin millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Býrað um Venjngarskúlan mótvegis ogninar hjá [...] Grundað frágreiðingina frá Teknologisk Institut um soppavøkstur í høvuðsbygninginum bað Landsverk í 2008 Dansk Bygningsanalyse A/S at gera frágreiðing um, hvar og hvussu umfatandi soppavøksturin var í [...] góðsskipum um vikuna. At borgarstjórin ikki sær meira enn heldur bara seg sjálvan, og ikki hevur minsta skil fyri býarplanlegging ella bygging, kann fyri framtíðina koma at kosta dýrt og minka alsamt um trivnað
At flyta fjøll er ein framførsla um fimm vinir, sum royna tað ómøguliga. Við skemti, dansi og sjónleiki fortelja tey framúrskarandi søgur um at flyta fjøll. Eitt fjall er at møta jarðskorpuni, eitt stað [...] har fólk hittast fyri at søkja tað hægsta, ella bara eina sera stóra rúgvu av lutum. At flyta eitt fjall er, at royna tað ómøguliga, men fyri tað íslendska felagið Marble Crowd virkar uppgávan sum grund