Fluttu úr Fámará leygardagin

Nú er aftur mann­tómt í Fám­ará, eftir at hjún­ini Rakul og Johan Dalsgaard leyg­ar­dagin enda­liga fluttu av garð­i­num saman við Rúna Jacobsen

Ein stórur flytibilur stóð í tún­i­num við garðin í Fámará, tá Sos­ial­urin vitjaði har leyg­ar­dagin seinnapartin, tá bú­fólk­ini á garðinum seinastu næst­an fýra árini, hjúnini Rak­ul og Johan Dalsagaard, sam­an við Rúna Jacobsen, fluttu sei­nastu ognarlutirnar úr Fám­ará.
Inn í húsinum var kald­ligt og myrkt. Eingin streym­ur hevur verið seinstu mán­að­ir­nar, tí tey, ið varðað hava av garð­i­num, kliptu streymin fyri nøkrum mánaðum síðani í eini roynd at fáa hjúnini at flyta av garð­inum.
– Ja, ein dagin undraðust vit á, at eingin streymur var. Vit ringdu til SEV at boða frá breki og spurdu, um vit møg­u­liga høvdu gloymt at gold­ið rokningina. Men har var hvørki brek ella gáloysni. Streym­ur­in var tikin, og seinni komu fólk frá SEV at taka mál­aran niður eisini, greið­ir Jóhan Dalsgaard frá.
Kortini hava tey havt ljós, tí Johan fekk riggað eitt streym­agr­e­gat til, so ljóst aft­ur var undir lonini.
Hóast tað var kalt á garð­i­num leygardagin, tá Sos­i­al­ur­in vitj­aði, so kendist hitin í køk­i­num úr kol­kom­fýr­i­num­, sum var tað einasta sum fløv­aði garðin hendan sein­asta seinn­a­part­in hjá nú fyrr­ver­andi bú­fólk­u­num í Fámará.
Nógv fólk – bæði fremm­and ferð­a­fólk og føroyingar við – hava leitað sær til Fám­ará hesa tíðina, Rakul og Jo­h­an Dalsgaard hava bú­leik­ast har. Soleiðis var eis­ini leyg­ar­dag­in, tá nakrar av hond­bólts­gent­u­num hjá H71 úr Hoyvík høvdu leit­að sær av Vágseiði vest­ur­um til Fám­ar­á. Umframt Sos­i­alin, so var eisini ein sjón­varps­mað­ur, sum tók upp seinastu tím­ar­nar hjá teimum í Fám­ará. Hetta verður ein dok­u­ment­arur, sum helst verður at síggja í sjónvarpi í næstum.

Seinasta konsertin í Fámará
At Johan Dalsagaard er tikin úr leik­­um sum und­ir­hald­ari, tað er tað eingin, sum ivast í. Og hann dugdi eisini at vinna tokka hjá »ferð­a­fólk­u­num« í Fám­ar­á leyg­ar­dag­in. Og tað tók ho­n­um bara lítla løtu at skipa fyri eini int­er­mist­isk­ari kon­sert, sum hann kall­aði »seinasta konsertin í Fám­ar­á«.
Hóast klaverið var farið inn í flytibilin, so var tað eing­in trup­ul­leiki, tí Johan sett­ist bara við klaverið inni í vør­u­blinum í túninum í Fám­ar­á og treiv í sangin hjá John Mog­en­sen, »Karl og Ann Katr­in'«, sum er um danska par­ið, sum eisini mátti flyta í­móti sínum vilja.
Tá Sosialurin fór úr Fámará stutt eftir klokkan fýra seinnapartin leygardagin var so gott sum klárt hjá nú fyrrverandi búfólkunum at fara.
– Nú bíða vit bara eftir bát­i­num. Vit høvdu ætlað at brúkt eina viku at gera okk­um liðug, men tað gera vit ikki. Nú ræður bara um at koma avstað sum skjótast. Vit tíma slett ikki at vera her nú, tá vit vita, at vit ikki sleppa at vera verandi her, segði Rakul Dalsgaard
Tey fóru norður til Havn­ar við Smyrli kokkan 18:30 leygarkvøldið – á síni sein­astu ferð úr Fámará.