Meginbýurin hevur yvir sær eitt skundigt og flakkandi stev, sum kann rína eisini við tann meira seigliga ferðamannin. Í grundini er býurin ein risastórur, hvíluleysur marknaður, vara av alskyns slag og í ófatiligari mongd prangar allastaðni, klæðir, amboð, fløgur, bøkur, sjónbond, list veittra av diskum og úr sýnisgluggum, lýsa av plakatum og úr ljósreklamum.
Tann, sum ikki eigur eitt festi av medviti, kann í hesi støðu verða tikin av fótum og gloyma tær ætlanir, hann gjørdi, áðrenn hann fór frá húsum. At enda vappar hann í somu takt sum stórbýarins búfuglar ella melur høvuðleysur í klingur, sum fluga í fløsku.
Kós í beinan norðan
Eftir at hava búð nakrar ferðir í London havi eg funnið mín egna máta at vinna á hesum vanda. Eg spáki mær av Regent Palace Hotel og verði eitt bil seinni gloyptur av smogubreytini á Piccadilly. Við diskin keypi eg eitt Travelcard, tað hevur gildi fyri ein dag og er kanska bíligasti máti at ferðast uppá, um tú brúkar smogubreytina nógv.
Eg finni ta svørtu Northern Line, hon gongur í ein beinan norðan, aftan á Camden Town greinar hon seg sundur sum ein kvísl, annar tindurin gongur móti High Barnet og hin móti Edgware. Eg velji High Barnet og siti eina løtu seinni í smogutokinum. Vit píla norðureftir, sum vit nærkast Highgate fækka ferðafólkini, og til endans eri eg næstan einsamallur.
Tað lætnar
fyri andanum
At koma út úr smogutokinum í Highgate er merkiligt, ein følir straks, at her er ein onnur luft, sum ein verður førdur niðan gjøgnum tær ómetaliga høgu rullitrappurnar, blæsir frískligur vindur oman ímóti einum, bygdarluft, gróður, andadrátturin frá svalligum trøum.
Útkomin í erva varnast tú beinan vegin, at her er landslagið øðrvísi, við heyggjum og brekkum. Millum húsini vaksa runnar og urtagarðar. Tað grettir ikki, tá eg komi upp á slætt í Highgate, at eg havi ta somu kensluna: eg føli meg sum ein fanga, ið er útsloppin eftir drúgva tíð í myrkum kliva.
Highgate er, sum tað skilst, ein av forstaðunum til London. Aftur í miðøld hava fólk búð her. Tíðliga í tíðini fóru aðalsmenn at byggja sær stásilig frítíðarhús her norði. Ivaleyst hevur tann reina luftin lokkað, men eisini útsýnið, av Highgate heygi sæst suðureftir yvir ein stóran part av London. Í dag er forstaðurin avtakin við dýrum hvítum ella svørtum húsum, ofta við stavlagi og kúputum karnappum, og við smáum, prangandi gørðum.
Highgate kirkjugarður
Av Archway Road sneiði eg niðan eftir Southwood Lane. Eg møti einum gøtusópara, við trillubøru, kustum og skuplum, hann yppir øksl og heldur fyri við meg, at stjórnin hevur slept sær og sínum feløgum upp á fjall. Eg kveiti rundan um meg, oktobermáni er, við ógvisligum leyvfalli, vit vassa upp undir øklar í bløðum. Eg skilji mannin væl. Hvussu skal hann, ein lítil, skarpleiddur Sisyfos, makta hesa uppgávu einsamallur? Men stjórnin tykist at hava sínar tankar aðrastaðni.
Uppi á Highgate Hill Street er ein lítil kafé, fólk sita um eitt uttanduraborð og fáa sær morgundrekka. Pallmyndin er næstan bygdaslig, lýkka er í luftini, her er eingin ferðsla og eingin verksmiðjuroykur.
Oman av Highgate Hill, á skák frá høvuðsgøtuni, gongur ein smøl, krókut gøta, við høgum múrum í bæði borð, Swain´s Lane eitur hon. Eg smúgvi oman eftir henni og komi eina løtu seinni til eitt veldugt jarnportur. Hetta er Highgate Cemetery, kirkjugarðurin. Hinumegin vegin heldur duravaktarin, ein ung blídlig genta, til, eg gjaldi og verði læstur inn.
Fram við gøtuni síggjast allastaðni gravsteinar, minnismerkini pranga, við lovorðum yvir tey deyðu og smáum standmyndum av Mariu moy ella Kristusi, sniðið hevur barokkan, kynstrugan dám. Eitt bragd av feigdardyrkan rekur ímóti einum, nívandi sum eitt lívsvont farg.
Tað stranga profetbráið
Eg sneiði til vinstru, gangi einar 2-300 metrar, og har, høgrumegin gøtuna, síggi eg grøvina, sum í meira enn hundrað ár hevur drigið tað størsta talið av pílagrímum til Highgate kirkjugarð.
Á einum veldugum, fýrkantaðum stabba síggjast høvdið og tað ovasta av herðunum á Karl Marx, myndin er tung og strong, fullskegg, yvirskegg og eygnabrýr trína fram í grovum strikum, profetbráið leggur seg tungt og ómótsigandi yvir áskoðaran.
Tann søguliga forsøgnin
Tú stendur andlit til andlits við tann týska jødan, sum boðaði frá einum utopia, har menniskjan, endiliga loyst úr eyðvaldsins fjøtrum, slapp at fullføra sínar innaru møguleikar. Hansara gitnasti lærusveinur, Vladimir Uljanov, gjørdi kunnugt, at koma skuldi eitt ríki, har staturin fór at hvørva og menniskjan gerast fullkomin. Hansara eftirmenn itu Stalin, Pol Pot, Milosevic og Saddam Hussein.
Og nú, í tí Harrans ári 2001, krøkir eyðvaldið ? kapitalurin - sínar krámhendur um heimin, kollveltir stjórnum og býður sínum lýdnu finnum ? einum Blair, einum Bush ? at bumba fjar lond, so at valdið hjá fleirtjóða fyritøkunum skal verða fullkomið.
Sigast má, at væl varð spátt! Í Indonesia er arbeiðsdagurin, hjá teimum kvinnum, sum trælka fyri altjóða fyritøkurnar, komin upp á 48 tímar!
Svarið hjá Popper
Millum tær mongu avleiðingarnar av marxismuni finna vit eisini ta samfelagsfrøðiligu hugsan, at tað ber til vísindaliga at skilja, allýsa og greina tær lógir, sum stýra søgugongdini, og, víðari, út frá hesi greining at gera neyvar søguligar og samfelagsligar forsagnir. Tað var ikki óvanligt í mínum uppvøkstri, at samfelagsfrøðingar ella politologar, samsvarandi hesum ástøði, søgdu seg vita, hvussu framtíðin fór at arta seg.
Men longu á vetri 1919-20 gjørdi tann blaðungi Karl Popper (1902-1994) úr Eysturríki uppkast til eina tesu, har hann førir fram, at ein og hvør trúgv á søguliga lagnu er rein pátrúgv, og at tað ikki ber til at gera søguligar forsagnir hvørki á vísindaligan ella nakran annan skilbundnan hátt. Uppkastið varð evnað til sum ritgerð í 1935 og er í dag kent undir heitinum The Poverty of Historicism.
Popper flutti seinni til Onglands og er í dag gitin sum ein tann mætasti heimspekingurin í 20. øld. Hansara høvuðsverk Tað opna samfelagið og fíggindar tess er stutt síðani komið út í danskari týðing.
Alan Turing
Tað verður ov drúgført her at endurgeva sjónarmiðini hjá Popper í staklutum. Men ein av hansara próvgrundum tykist sólarklár. Av tí at lond eru bygd av menniskjum, verður ein og hvør søgugongd í stóran mun treytað av menniskjans tonkum og kenslum. Men menniskjans vitska er ikki kortløgd og variablarnir fyri tilgongdini í heilasynapsunum í fyrsta lagi at kalla óendaligir og í øðrum lagi, við tað at talan er um smáalisfrøðilig kvantlop, ikki spáandi um.
Sostatt er ein meginfortreyt fyri allari søgugongd eitt ókent umráði, og søgan eitt dýpi, ikki bara, sum skaldið tekur til, av dýrari tíð, men av ógreinandi hendingateggjum, sum samfelagsfrøðingar ikki grynna í, men sum bara onkuntíð eitt skald, ein Shakespeare, ein Yeats, ein Mann megnar at hóma og lýsa, ofta og best í parablum og yvirsjónum.
Eitt skúladømi um, hvussu fátæk tann vísindaliga forsagnarfrøðin er, er lívsverkið hjá tí eingilska støddfrøðinginum Alan Turing. Hansara søga er eisini eitt gott dømi um, hvussu flogvitug skapan verður til, og um hvørjar treytir borgarin ? í hesum føri tað tvímoralska Ongland ? býður sínum stórmennum.
Alan Turing varð føddur í London tann 23. juni 1912. Í barnaskúlanum var einki, sum bendi á, at hann hevði sjáldsom evnir, hann var smæðin og ófimur og dugdi at kalla bara natúrfrøði. Turing slapp í 1931 inn á King´s College i Cambridge, har hann fór undir at lesa støddfrøði.
Gödel loypir
split í dansin
Tað vóru serliga tvey viðurskiftir, sum fingu týdning fyri menningina hjá Alan Turing. Annað var tað, at týskarin Kurt Gödel í 1931 hevði lopið hvøkk á allan tann støddfrøðiliga heimin við at ávísa, at ikki øll aksiom (t.e. grundreglur) kundu prógvast sum verandi sonn ella følsk. Støddfrøðingum sum Bertrand Russel stillaði logikkur sama tørv sum átrúni, ósvitandi logisk vissa var tað Mekka, teir hildu kós ímóti. Nú lá teirra stavnhald í sori.
Alan Turing setti sær sum mál at ávísa, hvørjar grundreglur vóru óprógvandi. Hann ímyndaði sær eitt tól, sum kundi gera eina ávísa útrokning, og sum fekk heitið ein turingmaskina. So fór hann eitt stig longur og ímyndaði sær eitt tól, hvørs skrá kundi broytast, so at tólið megnaði at útinna øll størv hjá øllum hugsandi turingmaskinum.
Hetta hendi alt, langt áðrenn telduøldin var upprunnin. Men Alan Turing hevði við sínum tanka gjørt uppkastið til ta fyrstu telduna.
At týða dulskrift
Um hetta mundið hevði tann spenta politiska støðan í Europa við sær, at dulskrift og dulskriftartýðing tóku seg fram í ógvisligum lopum. Eftir at 2. heimsbardagi var brostin á, brúktu týskarar, sum vitiligt er, dulskrift í øllum hernaðarligum samskifti.
Hjá Onglandi bleiv tað um at gera at megna at týða týsk loyniboð so skjótt sum gjørligt. Hugsar ein sær t.d., at ein floti av 200 amerikonskum skipum, við mati, vápnum og øðrum neyðsynjarlutum, var á veg yvir um Atlantshavið, ráddi um at vita, hvar týskir kavbátar vóru staddir, so ein kundi skáka uttan um teir.
Flogvitið
í Bletchley Park
Dulskriftartýðingin ? dekrypteringin ? varð gjørd í Bletchley Park, einum harrasæti nakað norðan fyri London. Í 1940 fekk Alan Turing boð um at taka lut í hesum arbeiði. Sum tað flogvit hann var bleiv hann skjótt andaligur miðdepil í hesum umhvørvi.
Tann týska sonevnda Enigmamaskinan, sum hevði til endamáls at gera klárskrift um til dulskrift, var nú so framkomin, at hon kundi stillast upp á 150 milliónir milliardir av mátum. Hjá einum menniskja at týða eina dulskrift hevði undir hesum umstøðum tikið øldir.
Fyri at makta hesa avbjóðing varð farið undir at framleiða tað tólið, sum Turing longu í tríatiárunum hevði hugsað sær. Tey fyrstu turingtólini vóru seinfør og klombrut, men tað vardi ikki leingi, til framleiðslan var so framkomin, at tólini megnaðu at loysa uppgávuna nóg skjótt.
Alan Turing hevði eftir stuttari tíð gjørt tvey brøgd. Hann hevði gjørt meira enn kanska nakar annar einstakur breti fyri, at Ongland kundi vinna kríggið. Og hann hevði skapt, í frumsniði, telduna og tólmennið, eina uppfinning, sum nú snurrar í skrivstovum og kømrum, í skúlum og á stovnum um allan heimin, og sum fer at fáa avleiðingar fyri heimsins framtíð, sum neyvan nakar enn dugir at meta um.
Tøkkin
Alan Turing fekk, eftir at kríggið var av, eina merkiliga lagnu. Sum so mangur annar úrmælingur í vesturheiminum var Turing samkyndur. Á lærda háskúlanum í Cambridge og millum teir gávuríku serskøltarnar í Bletchley Park var hetta eingin trupulleiki. Men eftir eitt innbrot var Turing so óskettin at avdúka sín kynsliga drátt fyri løgregluni. Samkyn var um hetta mundið ein revsiverd brotsgerð í Onglandi.
Alan Turing varð handtikin, skuldsettur og dømdur. Bløðini greiddu frá bæði sak og dómi. Seinni varð hann tvingaður at fara til psykiatara og fáa hormonviðgerð. Alan Turing, sum var viðkvæmur, toldi ikki hesa eyðmýkjandi viðferð. Tann 7. juni 1954 fór hann inn í sítt sovikamar við eini upploysing av blásýru og einum súrepli. Hann stakk súreplið niður í eitrið og át av tí. Hann var ikki meira enn 42 ár, tá hann doyði.
Nevnt kann vera til seinast, at enski rithøvundurin Robert Harris í skaldsøgu síni Enigma hevur lýst umhvørvið og hendingarnar í Bletchley Park. Filmurin Enigma, sum byggir á skaldsøguna, varð frumsýndur fyri stuttum. Alan Turing er fyrimynd fyri høvuðspersóninum Tom Jericho, sum verður leiktur av Dougray Scott.
Oman aftur
til London
Tíðin er komin til at siga Marx gamla og Turing farvæl. Eg gangi úr Swain´s Lane í ein vestan og komi 20 minuttir seinni til Hampstead Heath, sum breiðir seg millum Highgate og Hampstead, ein stór, grøn heiði, við lundum og markum, heyggjum, vøtnum og hyljum.
Fram við vøtnunum sita menn við tráðu, ein møtir eldri, brosandi hjúnum og pedagogum við børnum. Hampstead heiði er kend úr njósnara- og krimiskaldsøgum, her hava bæði Inspector Morse og Dalglish reikað.
Komin niðan á Parliament Hill síggi eg óvitar ganga og senda papírsdrekar á flog. Uttast í havsbrúnni, móti bláum himli, tekkist tann skørðuta røðin av londonskum háhúsum. Býurin breiðir seg undir mær, glæsiligur, ein avbjóðing fyri likam og sál. Men ferðin í Highgate og á Hampstead heiði hevur veitt styrki og treysti. Hugagóður seti eg kós móti smogustøðini Belsize Park.