rækjuflotan er tað altavgerandi, at vit ikki enda í somu støðu, sum við svartkjaftabýtinum, har tað brádliga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra [...] rækjuflotan og politiska myndugleikan nú í nøkur ár um, at bíðast skal við at taka støðu til spurningin um fleiri rækjuloyvi, til støðan viðv. Flemish Cap kann sigast at vera komin í eina fasta legu. Henda støða [...] tí linju, sum hevur verið hildin líka til nú. Fyri Felagið Rækjuskip tykist tað løgið, at tað fyri fiskimálaráðharran er so umráðandi at útskriva fleiri loyvi nú, ið kvota verður samtykt á Flemish Cap antin
Sov í st var hetta ein h átíðardagur! Tá vit hoyrdu rópini heima við hús uppi á Reyni, at »nú kemur kongaskipið«, fór pápi at skelva. – Tað er ikki fjáltur komin á tygum, pápi, spurdi eg. Tú ert so vanur [...] kongi undir vælkomurøðuni á nýggju Kongabrúnni í Havn, sum varð bygd til móttøkuna Nú kongalig vitjan er, so líta vit aftur um bak til fyrstu kongsvitjan í Føroyum nakrantíð: Dagurin er 25. juli í 1874 [...] u, sum vit øll høvdu glett okkum so nógv til. Seinni var ein stórur minnissteinur restur sum minni yvir kongsvitjanina (Kongaminnið , red ). Í 1879 doyði mamma. Tað vardi so leingi, áðrenn vit fingu boðini
Fótbóltur Vit eru komin væl inn í síðstu fótbóltsvikuna í hesum kappingarárinum. Leygardagin varð greitt, hvørji skulu flyta upp og niður úr næstbestu deildini. Í gjár varð greitt, at EB/Streymur er meistari [...] Sandoyingar hava við vánaligum fyritreytum stríðst fyri at menna nýtt lið. Nú tað ikki eydnaðist at varðveita sessin í fremstu røð, og nú ímyndin av B71, Eli Hentze, hevur boðað frá, at hann gevst sum venjari [...] tað er sjógvur ímillum teg og tey, sum tú kappast við. Klaksvíkingar eru slopnir undan sjógvi og ferjum, tá ið tað ræður um fótbólt. Nú er tað staðfest, at KÍ eisini næsta kappingarár fer at verða partur
- Á skúlanum eru vit saman alla tíðina. Ein kann næstan siga, at vit eru sum ein stór familja, sigur Sámal. - Vit eru sera ymisk og koma frá ymsum londum, men hóast tað, so trívast vit óføra væl saman [...] ofta, at tey, sum fara á bíbliuskúla, eru sera andalig og kanska eisini keðilig. Men í veruleikanum eru fólkini á skúlanum púra vanlig fólk við vanligum feilum. Vit ynskja bara at koma at kenna Gud betur [...] Men tó, onkuntíð noyðist ein at bíta seg sjálvan í tunguna. Tað er ein noyddur til, tá vit liva so tætt saman, sum vit gera á skúlanum. Hvønn morgun klokkan 09.00 byrja tey dagin við eini felags andakt, og
skaparin hevur givið okkum. Hann vísti eisini á, at alt hetta prátið um sjálvstýri er komið í, tí vit eru komin inn í eitt valár. Hann garanteraði fyri, at Miðflokkurin fór at gera alt fyri, at Føroyar eisini [...] part av kjakinum. Javnaðarmenn eru reindyrkaðir ignorantar? Tá politikaraumfarið var liðugt, fekk fundarfólkið høvi at koma við viðmerkingum og seta fram spurningar. Og nú fekk fundurin rættan dám av at [...] orsøkin til, at vit í Miðflokkinum tóku undir við Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum kundi kanna hesi viðurskifti - tað er tað minsta fólkið kann krevja av okkum politikarum, at vit vilja kanna
fyrr enn um hetta mundið, mugu vit bara hava góðar vónir. Vit hava hóast alt sæð føroyska landsliðið spælt væl í longum løtum í hesum trimum HM-undankappingardystunum, ið eru farnir. Serliga dysturin ímóti [...] Svøríki fríggjakvøldið. Munurin var bara, at vit hesa ferð kundu trýsta mótstøðuna í langar løtur við álopsbylgjum fram eftir vøllinum, og eisini komu vit í eitt sindur meira beinleiðis støður, ið saktansi [...] sitandi sum venjari… Nú dysturin er spældur og alt er liðugt, er lítið hjá øllum hesum mongu at koma eftir, tí eingin ivi man vera um, at nógv stóð á írum undan dystinum á Tórsvølli, nú teir skuldu royna
hjá honum í Fulafirði. Vit sita í hugnaligu stovuni við útsýni yvir býin og fjørðin. Kaffikopparnir standa á borðinum, og allastaðni rundan um okkum verður mint á, at jólini ikki eru so langt burtur, hóast [...] Tjóðveldisflokkinum hevur verið fullveldismálið, og ásannast má bara, sigur Signar á Brúnni, at vit enn eru langt frá tí, ynskiligt er. Grundirnar kunnu vera so ymiskar, heldur hann. Høvuðsorsøkin er væntandi [...] hóast farin afturum. Einglar og jólamenn saman við øðrum pynti og ljósum eru allastaðni at síggja. Signar á Brúnni sigur, at hann alla tíðin hevur trúð uppá, at sa-mgongan fór at røkka eini loysn á málinum
henda dagin, 12. mars, siga vit, at tjøldrini eru komin, og so væl eru tey fagnað, at hesin dagur fram um allar aðrar mishalgidagar er vorðin ein merkisdagur í árinum, har vit skipa fyri grækarismessuhaldi [...] verið hin sanni várboðberi, og komudagurin verið tekin um, at nú kom endiliga várið við lýkku og ljósi. Og so sigur hann hetta: ”Vit halda nú henda dag sum ein ungmanna- og fugladag. At hetta er komið í [...] tjaldrið, at ”fá eru tey ár, at ikki onkur yrking verður gjørd um grækarismessu – tjøldur – várkenslur”. Og tá ið eg hugsi nærri um hetta, og vit hyggja m.a. í Songbók Føroya Fólks, so mugu vit undrast og fegnast
g Harry og Mighty Afrodite, ið báðir eru góðir men tó ikki so góðir sum eitt nú Annie Hall og Manhattan. Aftur á slóðina Við Small Time Crooks er Woody Allen komin aftur til komediuna. Hann byrjaði í 1965 [...] køkurnar eru so góðar, at tær við eitt gerast víðagitnar. Tey gerðast tí øll høvuðrík og aftaná eitt ár eiga tey øll eina sera stóra fyritøku. Men ikki er lætt at vera (ný)ríkur í New York. Tey eru púra vanlig [...] óvitandi um alt. Tað eru nógv ár síðani Woody Allen hevur gjørt ein film, ið er so stuttligur sum hesin. Yvir 30 filmir Hann hevur gjørt meiri enn 30 filmir (31) seinastu 35 árini. Teir eru ymiskir í góðsku
fløskubølir. Sekstiárini vóru komin til trota, sjálvur starvaðist eg sum rættlesari á Berlingske Tidende, Heretica og Rilke vóru langt burturi, á lofti millum okkum ungu vóru nú William Burroughs, Allen Ginsburg [...] føroyska vísu- og popptónleikin hjá eitt nú Harkaliðnum, sum legði frá landi um hetta mundið. Einki ilt um hetta, tíðir skifta og skulu skifta. Í dag vita vit tó, at Regin var meira í samsvar við tíðarandan [...] álvara. Á sumri 1957 fekk eg sum frítíðararbeiði at vera eitt slag av hjálparmanni hjá Sverra Dahl, nú grivið var út í Tjørnuvík. Eisini hann bleiv ein góður kenningur, hóast ein als ikki – sum hann kanska