Tað skal ikki á hesum stað verða tikin støða til, um føroyingar hava serligan hug fyri fundum, sum Tjóðveldisflokkurin skipar fyri, ella um fólk aftur hava fingið áhuga fyri politiskum fundum. Í øllum førum var útvarpshøllin stúgvandi full av fólki, tá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaði fyri fundi um framtíðarstøðu Føroya mánakvøldið.
Borið saman við áhugan fyri seinasta løgtingsvalið, so vóru ikki feliri enn 70 fólk á »stóra« fundinum, sum var í læraraskúlahøllini. Men evnið »framtíðarstøða Føroya« tykist hava áhuga millum føroyingar í hesum døgum.
Við pallborðið sótu Óli Breckmann fyri Fólkaflokkin, Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Helena Dam á Neystabø fyri Sjálvstýrisflokkin, Bjørn á Heygum fyri Sambandsflokkin, Lasse Klein fyri Kristiliga Fólkaflokkin, Jenis av Rana fyri Miðflokkin og Finnbogi Ísakson fyri Tjóðveldisflokkin. Ingeborg Vinther fyri Verkamannafylkingina hevði fingið forfall og var ikki við.
Politisku umboðini fingu fyrst fimm minuttir hvør at leggja fram síni sjónarmið, og rukku tey sum vera man frá loysingini hjá Tjóðveldisflokkinum til trúgva sambandið hjá Sambandsflokkinum. Nógv kjak var sum vera man um nýggjasta útspælið frá Javnaðarflokkinum um at loysa heimastýrislógina av við eini sjálvstýrislóg, og merkti hetta stóran part av kjakinum.
Javnaðarmenn eru reindyrkaðir ignorantar?
Tá politikaraumfarið var liðugt, fekk fundarfólkið høvi at koma við viðmerkingum og seta fram spurningar. Og nú fekk fundurin rættan dám av at vera ein politiskur fundur, sum í gomlum døgum, har harðmæltir fundarluttakarar tóku orðið.
Fyrstur var Johanes Eliassen, sum vildi vita, hvat javnaðarflokkurin meinti, tá hann tosaði um eina sjálvstýrislóg og hvør týdningur varð lagdur í orðið »sjálvstýri«. Hann hevði við sær týsdags-Sosialin, og læs burtur úr úttalilsinum hjá Jóannes Eidesgaard um sjálvstýrislógina. Johannes Eliasen vísti á, at tað er púra burtur við at tosa um eina sjálvstýrislóg í ríkisfelagsskapinum.
? Hetta er eitt grovt álop á danska statsforfatningin, og skal tað fremjast í verki, so merkir tað, at danska ríkið skal gerast ein sambandsstatur eins og USA ella Týskland.
? Tað, sum Javnaðarflokkurin førir fram, er ikki annað enn reindyrkað svindul, segði hann harðmæltur og kallaði javnaðarmenn fyri reindyrkaðar ignorantar, og helt fyri, at slíkt ikki átti at sloppið á Internetið. (Internet-Sosialurin bar tíðindini um sjálvstýrislógina fríggjakvøldið)
Jóannes Eidesgaard vísti kortini á, at løgtingið í praksis hevur lógarheimild, hóast jurain sigur okkurt annað. Hetta helt hann samstundis vera eitt gott dømi um, hvussu neyðugt tað er at fáa aðra skipan enn heimastýrislógina.
Víðari segði Jóannes Eidesgaard, at treytin fyri politiskum frælsi er búskaparligt frælsi.
? Tí kemur vælferðin fram um sjálvstýrið, og føroyingar eiga rætt til alt tað frælsi, sum vit vilja hava.
Hann vísti eisini á, at Javnaðarflokkurin við vilja ikki hevur læst seg fastan í ávísar formuleringar fyri at fáa aðrar flokkar við eisini.
Fólka- og Javnaðarflokkurin kunnu samstarva
Orðstýrarin á fundinum, Jóannes Hansen, samfelagsfrøðingur, spurdi tá Óla Breckmann, um hann dugdi at síggja nakra felagsmongd í hesum máli - nakað Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu samstarva um.
Óli Breckmann vísti á, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu útynt nógv á sjálvstýrisleið - og framt nógvar yvirtøkur saman. Men hann hevði eisini lært nógv av hesum yvirtøkum.
? Eg havi lært, at hesar »donsku yvirtøkurnar« eru alt ov dýrar, og kundi eg heldur hugsað mær, at yvirtøkurnar vórðu framdar eftir føroyskum leisti. Hann vísti eisini á, at danski ríkisstuðulin beinleiðis er skaðiligur fyri okkara búskap.
? Tað er nú prógvað, at ein lítil búskapur sum okkara fullkomiliga fer í smildur, tá ein stórur ríkisstuðul verður latin inn í ein lítlan búskap sum okkara - so nógvar pengar uttan nakra framleiðslu.
Óli Breckmann ivaðist ikki í, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu samstarva um hendan spurning.
Helt teir vildu hava pengar
Finnbogi Ísakson segði, at Tjóðveldisflokkurin síðan 1962 hevur roynt at samstarvað við aðrar flokkar fyri at vinna nakað á sjálvstýrisleið. Hann helt eisini, at Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin uttan iva kundu samstarva um stig á sjálvstýrisleið. Men hann skilti ikki rættuliga, hví allir hinir flokkarnir so fegnir vilja vera saman við Danmark.
? Fyrr helt eg tað vera tí, at teir fingu pengar frá Danmark - at teir vóru so glaðir fyri olmussuna. Men hetta er ikki longur støðan, segði Finnbogi Ísakson. Hann vísti á, at ríkisstuðulin bara millumlendir í Føroyum, tí hann verður allur sum hann er goldin aftur í rentum - og seinni eisini í avdrøgum.
Vilja kanna alt fyrst
Jenis av Rana vísti á, at tað er neyðugt, at øll viðurskifti verða kannað til botns, áðrenn nakað verður gjørt.
? Tað var eisini orsøkin til, at vit í Miðflokkinum tóku undir við Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd, sum kundi kanna hesi viðurskifti - tað er tað minsta fólkið kann krevja av okkum politikarum, at vit vilja kanna hesi viðurskifti, segði Jenis av Rana.
Tá var tað, at ein av fundarluttakarunum spurdi Jenis av Rana, hvussu framtíðin hevði háttað seg, um Móses hevði gjørt drúgvar kanningar, áðrenn hann fór við ísraelsfólki úr Egyptalandi og legði um Reyða Havið?
Eftir føroyskum leisti
Lasse Klein úr Kristiliga Fólkaflokkinum helt, at nú var neyðugt við semju millum broytingarhugaðu flokkarnar, sum hann málbar seg, og sipaði hann helst til flokkarnar, sum í tjóðskaparmálinum liggja ímillum Sambandsflokkin og Tjóðveldisflokkin.
Helena Dam á Neystabø segði, at ávísar broytingar mugu gerast í heimastýrislógini, og vísti hon m. a. á, at ES boykottar okkara fiskavørur.
? Hetta má henda við samtykt dana, og tað kann ikki bera til helt hon og legði dent á týdningin av at styrkja búskapin, áðrenn nakað tos kann verða um loysing. Hon var eisini samd við Óla Breckmann, at yvirtøkur skulu gerast eftir føroyskum leisti.
Almannaverkið ov dýrt
Sverri Djurhuus, sum er kendur tjóðveldismaður vildi hava at vita frá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum, um teir kundu taka undir við uppskotinum, um ein meiriluti á tingi var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi.
Til hetta svaraði Jóannes Eidesgaard greitt, at at tað kundi hann ikki. Óli Breckmann legði dent á, at Fólkaflokkurin ikki var fyri at seta á stovn føroyskt tjóðveldi, um tað merkti, at Føroyar skuldi gerast ein fólkarepublik - ella ein sosialistisk fólkarepublik við forseta og øðrum slíkum. Hann segði eisini, at føroyska samfelagið kann ikki liva við einum almannaverki, sum kostar 900 milliónir krónur.
Heimastýrislógin er so víð?
Bjørn á Heygum gjørdi púra greitt, at vit hava ikki ráð at taka sjálvstýri. Hann segði, at um føroyingar skulu gjalda raksturin av samfelagnum sjálvir, so má skattaprosentið upp á 80 og meirvirðisgjaldið upp á 60%. Hann segði seg heldur ikki skilja, at menn vóru so ídnir at tosa um sjálvstýri, tá vit ikki ein gong hava fylt út »víðu karmarnar« heimastýrislógini.
Nú vendi orðstýrarin sær til Bjørn á Heygum. Hann vísti á, at Bjørn á Heygum varð valdur á ting fyri at rudda upp, og at hann fekk flestar atkvøður. Hann spurdi:
? Hvat nú um tað er onkur mekanisma í heimastýrislógini sum er orsøkin til, at vit ikki fáa rikið samfelagið nóg væl?
Tá svaraði Bjørn á Heygum, at Sambandsflokkurin altíð er fúsur at hyggja upp á heimastýrislógina, um okkurt tílíkt er galið, men hann legði dent á, at nógvir møguleikar framvegis eru í heimastýrislógini, og at tað tí ikki eru neyðugt at broyta hana.
Eftir orðaskifti millum pallborðsluttakar og fundarluttakarar í ein tíma, fingu politikararnir við pallborðið tríggjar minuttir at runda av síni sjónarmið.
Jóannes Eidesgaard segði, at tað undraði hann nógv, tá lógaruppskotið hjá Javnaðarflokkinum um setan av stjórnmálanevnd var fyri, at Fólkaflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin ikki tordu at standa við sína støðu. Hann helt tað eisini vera sera løgið, at Tjóðveldisflokkurin ikki kundi taka undir við einum so konstruktivum uppskoti.
? Tað er eitt týðuligt prógv fyri, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil viðgera málið. Tað er útmerkað við fundum sum hesum, men eg haldi, at tjóðveldismenn eisini áttu at torað at viðgjørt málið har tað eigur at verða viðgjørt - í Løgtinginum, segði hann.
? Tað konkreta manglar í hesum máli, og enn havi eg einki hoyrt, sum kann sannføra meg um nakra skilagóða broyting í heimastýrislógini, segði sambandsumboðið Bjørn á Heygum, sum ikki skilti, hví menn ikki fyrst vildu fylla út karmarnar í heimastýrislógini, áðrenn tosað varð um nakað annað.
? Vit mugu hugsa reelt. Sjálvstýri merkir, at vita hava 922 milliónir krónur færr í inntøku - og hvat kann tað annð føra við sær, enn skatta og avgjaldshækking, spurdi hann.
Helena Dam á Neystabø hevði fingið prógv fyri, at hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Sambandsflokkurin vildu gera nakað, og hon helt sum Jóannes Eidesgaard, at hesir báðir flokkar eru garantar fyri at einki hendir. Hon skjeyt upp, at vit innan ár 2002 hava eina fólkaatkvøðu um framtíðarstøðuna.
Jenis av Rana harmaðist um, at Sambandsflokkurin ikki dugir at síggja tað ríkidømi, sum skaparin hevur givið okkum. Hann vísti eisini á, at alt hetta prátið um sjálvstýri er komið í, tí vit eru komin inn í eitt valár. Hann garanteraði fyri, at Miðflokkurin fór at gera alt fyri, at Føroyar eisini í framtíðini verða uttan fyri ES, og at Miðflokkurin tekur livikorini fram um sjálvstýri.
Finnbogi Ísakson fór ikki sørur av fundinum mánakvøldið. Hann legði dent á tað, sum teir størru flokkarnir halda, og hann hevði merkt sær, at Javnaðarflokkurin ikki vildi hava frælsi, at Fólkaflokkurin ikki vildi hava forseta.
? Men vilja teir so hava keisara ella kong ístaðin, spurdi Finnbogi Ísakson.
Hann staðfesti eisini, at føroyingar eru einasta fólk í øllum heiminum - fyri ikki at siga í universinum - sum vilja vera undir aðrari makt, og saknaði hann framvegis motiveringina fyri at varðveita sambandið við Danmark.
Lasse Klein staðfesti, at ósemjan um hetta mál er størri, enn hann væntaði, og endurtók hann, at neyðugt er við samstarvi millum broytingarsinnaðu flokkarnar. Hann segði eisini, at hann tók støðu ut frá kristnu menniskjafatanini, men væntaði týðandi prinsippiellar broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum næstu fimm árini.
Óli Breckmann setti spurnigin við, hvat tað kostar at loysa. Hann segði, at stevnuskrá Fólkafloksins sigur, at flokkurin gongur inn fyri fullu sjálvstýri á øllum økjum, men hann endurtók, at flokkurin gongur ikki inn fyri eini sosialistiskari fólkarepublik.
Nakra niðurstøðu kom fundurin ikki til, men veljarin kann neyvan vænta sær loysing, og valla heldur, at støðan verður óbroytt - men kanska okkurt, sum liggur millum loysing?