31 krónum fyri kilo. Hetta er tó ein prísur, sum liggur 5,09 norskar krónur oman fyri laksaprísin somu viku í fjør. - Miðal spottprísurin á laksi higartil í ár liggur á 87,64 norskum krónum fyri kilo móti [...] tilsamans 33.914 tons av laksi, sum er 0,4 prosent meira enn í somu viku í 2021. Lagt verður aftrt, at norska alivinnan higartil í ár hevur útflutt 875.000 tons av laksi, sum er fýra prosent minni enn somu
Søren Bendtsen, er vegna kanningararbeiðið, sum nú er í gongd, fáorðaður um smálutir í málinum. Hann sigur, at viðkomandi, sum er deyður í Aasiaat, er ein ungur maður, og at tey avvarðandi eru kunnað [...] eisini hjálpir løgregluni í málinum um deyðsfallið í Aasiaat. - Tað illgrunasama liggur í, at tað er ein ungur maður, sum er deyður í Aasiaat. Vaktleiðarin, Søren Bendtsen, veit at siga, at Grønlands Politi [...] kunnað um deyðsfallið. Fyrr í hesi vikuni varð ein 58 ára gamal maður funnin deyður í grønlendsku bygdini, Arsuk, og her er ein 45 ára gamal maður varðhaldsfongslaður og skuldsettur fyri dráp. Tað merkir, at
3-1 á Arsenal, sum harvið setti síni fyrstu stig til. Dagurin byrjaði við einum 5-2 sigri til Brighton móti Leicester. Heimaliðið hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og liggur á fjórða plássi [...] longu eftir ein minutt, men vendi skjótt. Seint seinnapartin tók Manchester United móti Arsenal á Old Trafford. Erik ten Hag, venjari hjá Manchester United, valdi at geva nýkeypta Antony ein kjans frá byrjan [...] óuppiborið, at Bukayo Saka javnaði fyri Arsenal, tá ein tími var spældur. Manchester United svaraði tó skjótt aftur. Í báðum førum var tað Marcus Rashford, sum umsetti skjótálop til mál. Við sigrinum hevur
kjarnorkuverkið, sum er hitt størsta í Evropa, liggur. Soleiðis, sum kortið oman fyri vísir, eru bæði Enerhodar og kjarnorkuverkið undir russiskum valdi, meðan býurin, Zaporizjzja, sum eisini sæst ovari [...] framvegis hava valdið. Á leiðini, sum kortið vísir, er áin, Dnipro líka sum hermótið millum stríðandi partarnar. Nógv umrødda kjarnorkuverkið, Zaporizjzja, ber sama navn, sum býurin, ið sæst longur upp í kortinum [...] verandi á kjarnorkuverkinum, sum annars verður rikið av ukrainum, tó at tað er russiski herurin, sum hevur ræðið á verkinum og økinum kring verkið. Tað er eitt nú tíðindastovan AFP, sum ber hesi tíðindi í kvøld
endaligt byggiloyvi. Og tað hevur hann ikki sum er. Sum skilst, er Jóan Petur Vang stigtakari til ætlaðu verkætlanina, men hann hevur eisini aðrar við sær. Málið liggur hjá Tórshavnar kommunu, og hóast Tróndur [...] Oyrarbakka, hevur seinnu árini framt fleiri stórar byggiverkætlanir. Ein av hesum er nýggi Skúlin við ítróttarhøll á Oyrarbakka. Ein onnur er stóra íbúðarverkætlanin á Fløtum í Havn, har timburmeistarin [...] byggir 111 íbúðir. Á Óðinshædd í Havn eigur timburmeistarin eitt grundstykki, sum er á slakar 4000 fermetrar. Grundstykkið, sum er grovplanerað, er eitt vinnuøki, og tí kann tað ikki brúkast til møguliga
Ein spennandi tíð liggur fyri framman hjá teimum, sum eiga og fara at reka frystilínuskipið, Sandshavið, sum fyrr í ár varð keypt úr Íslandi. Gamla Sandshavið var ísfiskalínuskip, men nú hava eigararnir [...] eigararnir eitt frystilínuskip, sum hevur nógv fleiri møguleikar. Eftir at skipið er dagført hjá ávikavist Mest og KSS, har ymiskt er gjørt, sum Skipasýnið krevur, liggur nýggja Sandshavið nú aftur á Sandi. Her [...] Her verður riggað til at fara á fyrsta túrin. Av ymiskum, sum er gjørt, síðan skipið kom heim úr Íslandi, hava eitt nú høvuðsmotorur og ein ljósmotorur fingið eina yvirháling. Eyðvarur Petersen, skipari
at vit fara at leingjast heim, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvat tað ger við ein at fara frá slíkum umhvørvi sum hesum, sigur hon. Hóast tankarnir um at flyta eru komnir so líðandi, so er avgerðin [...] øllum, at komið heim. Ein tann seinasta myndin áðrenn hjúnini fluttu av Langasandi – Hetta verður alt lættari nú, sigur hon. ##med4## Vænta at trívast Bjørgheðin og Nicolina hava sum vera man vitjað í [...] koma inn í og at liva í, sigur hon. – Tað er møguliga ein onnur mentan, men eg haldi, at man fer við einum opnum sinni, og man lærir av øllum, sum man ger. Man er ongantíð ov gamal at læra og síggja
so mong, sum ynskja tað - bæði úr bygd og bý - hava møguleikan at koma á gátt. - Tørvirnir eru ymiskir. Tað eru tey, sum leita eftir køksamboðum og útbúnaði til kalt og/ ella heitt borð; tey sum leita eftir [...] siga. Her kunnu ballónir keypast í ymiskum litum – júst, sum tú keypir blandað bomm. - Eitt annað er ein pyntaður sonevndur “sjálvs-myndaveggur”, sum fólk eisini hava høvi at síggja, tá tey vitja á gátt hjá [...] keypa frá veitarum, sum ganga høgt upp í umhvørvið. - Plast og tundur eru burtur. Nú er tað pappír, antin endurnýtslutilfar ella resttilfar. Hetta eru góðir og vælegnaðir suppukoppar, sum bera suppuna væl
týdningarmikið, at gullklumparnir, sum børnini eru, koma trygt frá byrjan. - Í hesum liggur, at børnini hava ein góðan og tryggan bilstól til tann fyrsta túrin í bilinum – ein barnavogn at sova sín søta svøvn [...] - www.vøggan.fo - upp. - Síðan tá kunnu vit siga, at vit hava fingið ein handil aftrat. Nethandilin hevur fleiri enn 600 vørur, sum eru til keyps umframt vørur, ið bert kunnu keypast í handlinum, men vera [...] Johansen sigur, at nethandilin er í støðugari menning, og her verður miðjað eftir at fáa mest sum allar vørurnar, sum eru í handlinum, tøkar á nethandlinum. - Tað skal vera lætt hjá okkara viðskiftafólki at
russiskar herdeildir, sum hava ræðið í býnum, Zaporizjzja, har stóra kjarnorkuverkið liggur. Russland og Ukraina hava skuldsett hvørt annað fyri at koma verkinum í eina støðu, sum kann gerast ein vanlukka fyri