info
Ongi úrslit

Ein dreymur gerst nú veruleiki

- Hetta gevur okkum nýggjar møguleikar, sum vit hava droymt um í fleiri ár, sigur Eyðvarur Petersen, skipari og ein av eigarunum.

Vilmund Jacobsen
2. september 2022 kl. 18:08

Ein spennandi tíð liggur fyri framman hjá teimum, sum eiga og fara at reka frystilínuskipið, Sandshavið, sum fyrr í ár varð keypt úr Íslandi. 
Gamla Sandshavið var ísfiskalínuskip, men nú hava eigararnir eitt frystilínuskip, sum hevur nógv fleiri møguleikar.
Eftir at skipið er dagført hjá ávikavist Mest og KSS, har ymiskt er gjørt, sum Skipasýnið krevur, liggur nýggja Sandshavið nú aftur á Sandi.

Her verður riggað til at fara á fyrsta túrin. 

Av ymiskum, sum er gjørt, síðan skipið kom heim úr Íslandi, hava eitt nú høvuðsmotorur og ein ljósmotorur fingið eina yvirháling.
Eyðvarur Petersen, skipari, sigur, at klárt verður at loysa um nakrar dagar.
- Vit fara fyrst undir Føroyar at royna skipið. Um alt gongur væl, fara vit síðan til Grønlands at fiska okkara kvotu har yviri, sum er umleið upp í eina last. 
Hann sigur, at tá grønlandstúrurin er lokin, eigur skipið eisini upp í eina last í íslendskum sjógvi.

Myndin er ikki tøk

Spurdur, hvussu nógvur fiskur gongur í lastina, væntar skiparin, at Sandshavið tekur millum 250 og 300 tons av avhøvdaðum frystum fiski.
- Vit hava siglingarloyvi til 17 mans, men í løtuni veit eg ikki, hvussu nógvir verða á fyrsta túri, sum verður ein royndartúrur, sigur Eyðvarur Petersen.
Hann leggur aftrat, at teir eru sera spentir, nú skjótt verður kárt at loysa, og hann sigur seg vóna, at alt fer at rigga væl.
- Jú, hetta verður sera spennandi, og hetta gevur okkum nýggjar møguleikar, sum vit hava droymt um í fleiri ár, sigur skiparin á Sandahavinum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

4 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

5 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

5 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

6 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

6 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

7 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

7 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

8 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

8 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

8 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

9 tímar síðan