til 3-2. Ein flottur fjøður í hattin hjá Herfølge, sum sostatt endaði á fimta plássi í Superliguni. FCK endaði við sigri Í Parkini í Keypmannahavn sóu 11.612 áskoðarar FCK vinna 1-0 á AB, sum í vetrarsteðginum [...] koma upp á somu hæddir, sum teir hava verið fyrr í kappingini. FC Keypmannahavn endaði sostatt miseydnaðu kappingina við einum sigri, og teir spæla í Intertoto kappingini í ár, eins og Herfølge ger. Silvur [...] næstbestu deildini. Svendborg við Jan Allani Müller liggur í niðara enda, men uttan fyri niðurflytingarvanda. Liðið hjá Jón Johannesen, Glostrup IF32, liggur hinvegin framvegis í stórum vanda.
vegna, sum fáa góðan prís í Íslandi. Sjálvur sigur hann seg hava kannað fyri onkrar bátar, um betri prísur fæst í Danmark enn í Føroyum. Úrslitið var, sigur Kaj Leo, at danir geva ein prís, sum liggur fraktina [...] fór hálvttriðja samdøgur til sigling hvønn vegin. Umframt landing, tilrigging, og tað sum annars kemur til. Sum er, sigur Jørgin Djurhuus, eru bara einir 5 -6 tímar at sigla á fiskileið. Tá siglt varð [...] selja upsa niðri í Europa í løtuni. Orsøkin er stórar goymslur. Tað vísti seg har, sum aðrastaðni, at tann høgi prísurin, sum fekst fyri upsan herfyri, gjørdi, at nýtslan millum fólk dalaði. Men fiskurin kom
stuttari ferð sum hesari at venja seg við liran sum gjaldoyra. Sløk hálv onnur miljón lirar er 5000 føroyskar krónur. Undan ferðini fekst at vita, at kostnaðarstøðið í Venesia liggur á somu leið sum vit kenna [...] 20 ár og sum hevði ferðast so víða. Perlurøð av palassum Tú fært bestu myndina av kendu Canal Grande ella Canalazzo, sum italiumenn kalla hana, í eini gondol. Henda rásin, sum úr erva sær út sum eitt stórt [...] kendi býurin í Italia er nakað heilt serligt. Venedig ella Venesia, sum hann eitur á føroyskum, er ein av teim fáu býunum í heiminum, sum kann rópast einastandandi. Býurin hevur stríðst ímóti lagnuni og hevur
taka sær av fyrireikingini. Ein bólkur skal finna út av, hvar borast kann eftir olju. Tað snýr seg um tey økini, ið skulu vera við í fyrsta útbjóðingarumfarinum. Síðani skal ein bólkur taka sær av tí búskaparliga [...] búskaparliga partinum. Ein skal hava ábyrgd av trygd og umhvørvi, uppaftur ein skal taka sær av tí vinnupolitiska partinum, og fimti bólkurin hevur so ábyrgdina av loyvistreytum og lógaruppskotum. Ráðgev [...] ta gomlu Oljuráðleggingarnevndina, sum hevur virkað síðani fyrst í 90-unum og hevur verið lívæðrin í fyrireikingunum higartil. Tað er Eyðun Elttør, landsstýrismaður, sum setir út í kortið uppgávurnar, meðan
hon skuldi ígjøgnum. Eins og Jákup Sverri Kass, varð hon væl kannað, bæði likamliga og sálarliga. Erla sigur við fjølmiðlar, at styrki hennara liggur í drúgvu royndum sínum sum yvirsjúkrasystir á sál [...] áður sagt frá um løgtingsmannin, Jákup Sverra Kass, ið nærum slapp við á ferðini hjá Thomas Mygind, sum er vertur í hesi sjónvarpsrøð. Hóast hesin ungi knassin so at siga fall beint í durunum hjá Robins [...] Melduródn við Filipsoyggjar Tað frættist, at striltið hevur verið at fingið gongd á upptøkurnar í ár, tí ein melduródn framhaldandi hevur gjørt um seg í økinum við Filipsoyggjar, har luttakararnir skulu kappast
sjálvandi hava heilt greiðan identitet sum land, og ikki sum partur av øðrum landi. Samferðslumøguleikarnir, sum teir eru í dag, kunnu vit ikki kalla internasjonalar, tí skal ein út í verðina, so má leiðin liggja [...] mongum ungum ferðamanni og studenti. Staturin dregur til sín og hevur sína egnu sjarmu, sum er trupul at lýsa. Ein, sum upplivir henda spennandi western-statin, er 25 ára gamli Hjálmar Hátún úr Havn. Hjálmar [...] alisfrøðingar koma hendan vegin fyri at granska í økjum, sum ikki eru møgulig í heimlandinum. Ein fær tí sera góðar fyrilesarar her, og upp á ein máta "fingurin á pulsin". Eisini var tað forvitnisligt at
ella ?Tú kanst velja júst tær lærugreinar, sum hava tín størsta áhuga Á henda hátt er merkonomskipanin framhaldandi ein útbúgvingarskipan og ein skeiðsskipan. Eins og higartil enda øll skeið við próvtøku [...] handil og umsiting og hava tørv á og ynski um eina útbúgving, sum hevur samband við dagliga yrki teirra. Útbúgvingin liggur á einum støði, ið liggur millum grundútbúgvingar á handilsskúlanum og útbúgvingar [...] gjalda við girokorti, sum fæst á handilsskúlanum. PROSJEKT Ein treyt fyri at fara til próvtøku í øllum 90-tíma lærugreinunum er, at næmingurin innan ásetta tíð hevur gjørt eitt prosjekt, sum verður partur av
m í Vági, so væl liggur fyri at støkka innar at hvíla beinini og fáa sær ein kaffimunn. Afturat sær hevur Hans Olaf fingið Jonleif Augustinussen. Báðir hava teir staðið lærutíðina sum kondittarar í Vági [...] innar í Breyðkassan, góða tænastu. Bæði tá talan er um at taka bakstur heim við, ella um ein ætlar at njóta ein kaffimunn á hugnaligu caféini. [...] Dagfinn Olsen Nýtt bakarí er nú opið í sunnaru helvt av Suðuroynni. Tað er Hans Olaf Johannesen, sum hevur latið upp Breyðkassan. Bakað verður í gamla bakarínum í Porkeri, har handil eisini er. Í Vági
Gunnarstein, sum ikki fer við til leikirnar hesaferð, men sum fleiri ferðir áður hevur verið við, bæði sum rennari og sum leiðari, heldur, at hetta so nøkulunda eru tey bestu fólkini, sum eru farin avstað [...] Jersey í 1997, og sum heild tykist frælsa ítróttarliðið at vera væl mannað. Sum nakað nýtt eru eisini tríggjar kvinnur við hesaferð. Sunnuvá Bjarnastein og Rigmor N. Joensen eru við sum rennarar, og Ingibjørg [...] Ingibjørg Poulsen, sum eins og hinar báðar er við á Oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Ingibjørg hevur havt sera stóra framgongd í kúluvarpi seinasta árið, og í løtuni eigur hon føroyska metið, sum hon sjálv hevur
meðan compound bogin hevur ein sonevndan »release«. Compound bogin er eisini útgjørdur við eini linsu, sum forstørrar millum 4 og 8 ferðir, og harafturat hevur hesin bogin ein pall, har ørvurin hvílir á [...] væl meira »avanseraður« enn recurve bogin. Compound bogin hevur eina hjólskipan, sum gevur honum eyka megi, og hann hevur ein eksentriskan aksil. Meðan recurve bogin verður tyngri og tyngri, jú meira tú hálar [...] á, meðan miðað verður. Tað verður mett sum vanligt, at ein byrjar við recurve og síðani fer yvir til compound, hóast tað ber til at byrja við compound beinanvegin.