málmanni. Eg havi bert kent hann í ein mánað, men hann er ein ungur maður við stórum sjálvsáliti, sigur Eriksson við enskar fjølmiðlar. Um Eriksson og Mancheser City fáa ein nýggjan málmann er enn ikki greitt [...] málinum, Andreas Isaksson. Felagið hevði júst selt annan málmanninum, og tí royndi Eriksson at finna ein nýggjan avloysara til Isaksson undan kappingarbyrjan. Hetta eydnaðist ikki, og tí fall valið í málinum
hóast ein slík skipan longu er sett í verk á ymiskum fyritøkum í Danmark. Ein slík fyritøka er stikkkontakt-fyritøkan Lauritz Knudsen í Ringsted, har leiðslan fyri hálvum ári síðani fór undir ein nýggjan [...] enn ikki-roykjarar. Orsøkin er, at teir brúka ov nógva arbeiðstíð saman við sigarettini - Hetta er ein trupulleiki á mongum arbeiðsplássum, har roykjarar taka sær rættindi til eyka steðgir. Arbeiðstíðin
Føroyingar. Vit hava stokkholmssyndromið, og ongin skal koma og siga okkum, at tað er ein sjúka, ein vrangstøða, ein ímynd. 200 hava arbeitt leingi við nýggju fløguni. Løgini eru meiri gjøgnumførd og g [...] fini eru pumpandi, gróthørð, tónleikurin er ágangandi og bassur Mikaels saman við trummum Una eru ein betongbotnur av hørðum, men samstundis einastandandi góðum, punkrokki. Á reinsarínum í Havn løgdu 200
luttøkuni hjá Sigrun Smith, sum er Føroyingur búsitandi í Danmark. Hon er ein klassa badmintonspælari, sum dagliga spælir í Danmark sum er ein av sterkastu badmintontjóðum í heiminum. Tá ið oyggjaleikir vóru í [...] í Grønlandi fyri 2 árum síðani gjørdi hon eisini bart og vann gull til Føroyar. Hon var eisini ein týðandi orsøk til góðu úrslitini hjá landsliðnum, sum fekk silvur í liðkappingini. Rivalarnir í Føroyum [...] Føroyum seinastu nógvu árini hava verið Guri Poulsen og Brynhild Carlsson. Guri er eftirhondini ein royndir Badmintonspælari. Hon hevur vunnið 7 FM-heiti, umframt hópin av FM- heitum í tvímansleiki og blandaðum
Umframt at hava verið úti og skilt partar fleiri ferðir, var løgreglan eisini boðsend til ein húsaófrið, har ein dempari mátti leggjast á støðuna. [...] klokkan 4 fekk løgreglan eina fráboðan um harðskap í Havnargøtu, eisini kallað við Røntguna, í Havn. Ein persónur er álopin, og hevur fingið skaðar á høvdið. Løgreglan kemur á staðið, og álopni maðurin varð [...] maðurin hevur brotið eitt kjálkabein og møguliga okkurt annað eisini av snuddunum, hann hevur fingið. Ein maður er handtikin í hesum máli, og er skuldsettur fyri harðskap. Húsaófriður og rok Vakthavandi á
Lamhauge, leiðari Seinnapartin í dag fer EIK at flyta virksemið sítt í ein nýggjan og snotuligan bygning í miðbýnum í Klaksvík. Talan er um ein stóran deildarbygning í tveimum hæddum, har virksemið hjá EIK fer [...] stendur so væl til fíggjarliga í Klaksvík, metir Hilmar Sam Lamhauge tað ikki vera skeivt at byggja ein slíkan bygning beint nú. - Bygningurin liggur sera væl fyri ? miðskeiðis í býnum, beint við standmyndina [...] burtur úr hesum bygninginum, sum eisini skal vísa fólki í økinum á, at EIK framvegis fer at verða ein týðandi partur av menningini í økinum ? eisini nú, ið fíggjarkreppa er kring heimin og í tí lokala
spøl á netinum og so framvegis, eru - saman við fartelefonini ? ein týðandi partur av menningini hjá børnum og ungum. Tað er tískil ein misskiljing, at tað bert er tíðarspilla at sita á frammanfyri te [...] at kenna, ið hava somu áhugamál sum tey. Sambært kanningini er tað eisini soleiðis, at børnini hava ein trupulleika við skúlanum, tí hann ikki er førir fyri at fylgja við nýggju tíðini. - Tað er umráðandi [...] gongur so skjótt fyri seg í digitala heiminum, siga vísindafólkini aftanfyri kanningina. Hetta er helst ein kanning foreldur fara at hata og børnini at elska, skrivar www.berlinske.dk
sum so. Klokkan nærkaðist seks í morgun, tá løgreglan í Runavík fekk eina fráboðan um, at ein bussur og ein persónbilur høvdu rent saman. Tað var við vegakrossin millum omankoyringina frá Oyndarfirði [...] støðini, men annars hendi ikki so nógv. Inn til í gjárkvøldið, tá ein lastbilur koppaði á keiini á Tvøroyri. Lastbilurin skuldi lyfta ein trukk úr lastini og hevði sett beinini út í vinstru síðu. Lastbilførarin
ilt at siga, hvat orsøkin er til hesa øking. WHO er ein felagsskapur, sum granskar nógv innan hetta økið, og teir hava staðfest, at atkomuligheit er ein týðandi faktorur fyri nøgdina av rúsdrekka sum verður [...] verður drukkin. WHO staðfestir somuleiðis, at ein greiður samanhangur er millum litur pr. íbúgva og hvussu nógvar samfelagsligar skaðar standast av rúsdrekka. Rúsdrekka relateraðir trupulleikar kosta danska [...] danska statinum 6 til 10 mia. árliga. Í Danmark eru 3000 deyðsfall árliga har rúsdrekka er ein partur av orsøkini – beinleiðis ella óbeinleiðis. Helvtin av teimum í Danmark, sum misnýtslan rakar, eru undir
Teir høvdu avtalað, at teir skuldu skiftast um at flætta henni hárið, ein dag í senn. Men vit søgdu við teir, at tað fór helst at vera ein drongur, tí maðurin helt seg hava sæð okkurt á scannaranum, sum ikki [...] Endiliga kom ein didda í reiðrið hjá teimum báðum Siv og Eyðfinn Joensen úr Kollafirði, sum frammanundan eiga tríggjar dreingir: Benjamin 9ár, Jóhannus 7 ár og Aron 3 ár. - Hon hevur ordiliga lumpað okkum [...] okkum, tí vit vóru øll sannførd um, at tað fór at vera enn ein drongur, sigur eydnuríka mamman, Siv Joensen, sum næstan ikki trúði tí, tá hon fekk gentuna upp til sín. Og hon fortelur, at brøðurnir longu