at tað kanska er ov mikið. Men tað er kortini ikki her, hundurin liggur grivin. Heldur eiga vit at broyta kommunuskipanina soleiðs, at talið á kommunum ikki verður so týdningarmikið. Í dag fer meginparturin [...] umsitingardeildir við ávísum myndugleika úti í økjunum. Og tey mál, sum fult og heilt eru landsuppgávur. Kommunurnar eiga tá fult og heilt at taka sær av at fyrireika, standa fyri, ella saman við øðrum taka lut [...] At Føroyar eru eitt oyggjasamfelag setur eisini serlig krøv. Sjálvandi kunnu vit ikki krevja, at somu tilboð verða í øllum bygdum í landinum, men vit eiga at gera skipanirnar soleiðis, at allir borgarar
tað hent, at kanningin ikki fer at ganga føroyingum á møti, so verður hetta eitt val um viðuskifi okkara við Danmark. Ein kann næstan loyva sær at siga, at verða danir fult og heilt reinsaðir í hesi kanning [...] at tryggja, at vit fyri tað fyrsta ikki endað í sambandsleypinum, har nærum alt skal vera tað sama sum tað hevur verið í viðurskiftunum við Danmark - og harnæst ikki enda í bjargingarbáti rekandi til havs [...] so kann hetta blíva til eitt sokallað loysingarval. M.a. kann hugsast, at mong av teimum ungu, sum ikki tykjast at hava serligan áhuga fyri politikki í hvussu er eftir uppmøtingini í Útvarpshøllini at døma
samfelag, fær ikki somu umrøðu sum tað ringa og positiva. Tað er líkasum at nýggjheitin skal altíð skal hava ein negativan ella yvirkrittiskan brodd. At tað er nakað, sum gongur væl, hevur ikki sama virði [...] ættarlið. OG tað, sum kanska er ikki minni týðandi, er mátin hetta verður gjørt uppá. Við at senda fleiri av lærarum okkara til Noreg og har fáa sær vitan og royndir á einum heilt nýggjum øki, sum kann fáa stóran [...] oljuboring. TAÐ snýr seg um so nógv. Eitt nú um at føroyskir útbúgvingarstovnar, sum annars kanska ikki hava gjørt nógv við at samstarva, nú hava funnið hvør annan og bráddliga vilja menna útbúgvingingarnar
at fáa tað til høldar! Vit duga ikki, vit hava ikki havt nóg nógva vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at føroyingar hava roynt hetta áður, men at tað hevur ikki borið til. Spurningurin í dag eigur [...] politikarar o.a. at ganga undan ella eigur hetta at verða latið heilt og fult upp til fría initiativið - til vinnuna! EFTIR okkara tykki átti tað ikki at verið antin ella men bæði og. Okkara myndugleikar tað [...] tilgongilig á V&B og øvugt. Í síðsta enda hevði tað ganga landinum og vinnuni. Vit siga ikki við hesum, at umrøddu stovnar ikki gera sítt arbeiði, sum teir eiga. Vit vilja bert vísa á nøkur viðurskifti, sum átti
hvussu farast skal fram í slíkum førum, her er einki at ivast í. Lógin hevur ikki til endamáls, at einhvør Hanus og Janus, sum ikki tolir sýnið av einum fornminni, ið stendur sum toft, skal sleppa at gera [...] HAVA vit ikki enn fingið nóg mikið av sterkum monnum, sum halda seg automatiskt fáa skil fyri øllum í somu løtu, teir gerast landsstýrismenn? Er hetta tann nýggja og betraða rættartrygdin, at ein land [...] væl, at hann nú leitar eftir einum útvegi, fyri at sleppa burtur úr hesum hurlivasa, men hetta gerst ikki við at gera enn fleiri mistøk. Hetta gerst bert við at rætta gjørd mistøk. VIT mæla landsstýrismanninum
koma niður aftur og fóta sær er teirra trupulleiki og ikki okkara. Og hví skulu føroyingar hjálpa teimum við eitt nú at slaka! Eru føroyingar als ikki komnir við nøkrum útspæli men føra eina kontanta og [...] hóast bretar vilja tosa um miðlinju, er krav ið framvegis ov víðgongt. At teir ikki góðtaka Akraberg sum grundlinjupunkt sigur ikki so lítið um støðu teirra. ILT er at fáa at vita, hvat gongur fyri seg handan [...] so mugu ikki partapolitikkur ella serstøk egináhugamál koma upp í. Tað hvílir tí stór ábyrgd á løgmanni. Hann má brúka og lurta eftir teimum frægastu ráðgevunum vit hava í hesum máli. Tað má ikki vera ein
landsstýrisarbeiðinum og ikki minst í smíðanini av einum fíggjarlógaruppskoti, at tað átti ikki at komið fyri, at landsstýrismenn hvør í sínum lag brigda hvønn annan fyri ikki at hava røkt sítt arbeiði [...] samgonga má og skal kunna prioritera sínar íløgur og ikki lata hesar gerast til høvuðsevni í einum ósakligum orðaskifti. Nettup tí at samgongan ikki hevði sett upp, hvørjar íløgur hon metir verða mest átrokandi [...] glósum og glepsum frá tingmonnum, hvør móti øðrum. Ein gjørdi sær dælt av tí. Finnbogi Ísakson lat ikki sjóvarfallið fara av sær men gjørdi av at bakka upp tey uppskot, sum kundu ganga høvuðsstaðarøkinum
VIT halda tað vera ábyrgdarleyst av sitandi stýri ikki at prioritera samferðsluna meira. Bara at lata standa til og eini gera er tað sama sum heilt at punktera hesa lívæðr og harvið skunda undir avtoftingina [...] m og teimum heilt stóru plássunum. TAÐ er uppá tíðina, at okkara politikarar fáa eyguni upp fyri, hvønn veruligan týdning ein góð samferðsla millum oyggjar og bygdir hevur. Og at teir ikki bert síggja [...] og skapa lív í hesum annars frálíka landi. Her nyttar ikki bara at taka eitt skip ella eina farleið fram. Her er brúk fyri at seta út í kortið heilt av nýggjum. Teir flokkar og teir politikarar, sum fara
eisini útoyggjarnar. Hetta má hava fyrsta prioritet í øllum samfelagstjakinum. SJÁLVANDI ber ikki til fult og heilt at stýra einum útviklingi, tí hann er eisini bundin at viðurskiftum, sum vit einki kunnu [...] komandi frálandavinnu og eisini eina ferðmannavinnu sleppa vit ikki undan at tosa um, hvussu hetta fer at ávirka mentan og støðuna annars. Hví ikki brúka komandi vinnu- og inntøkumøguleikar frá eini oljuvinnu [...] við t.d. eini oyggj sum Sandoynni, eigur at fáa okkum at leggja størri orku í landsplanlegging. Hví ikki fara inn í eina nýggja øld við nettup hesum í huga: at leggja útviklingin soleiðis til rættis, at
dagarnir fara at greiða nærri. Men hvussu og ikki so hava vit eina sera kostnaðarmikla og nærum lidna bankakanning. Hvat við henni! Skal hon bara skrottast, og ein heilt nýggj kanning gerast! Hvat nú um kanningin [...] Tað er so alvorligt, at málið má takast upp politiskt. VIT hava ikki gloymt ta vanvirðing sum Poul Nyrup vísti føroyingum á sinni við ikki at taka ímóti eini innbjóðing, og at síggja sama Nyrup nú ongar [...] n ynskir ikki ein dialog við Føroyar. Bert ein slíkur dialogur kann loysa upp fyri øllum hesum, ja nærsagt óndskapinum frá donskum embætisverki móti Føroyum. Og her hava vit so sanniliga ikki gloymt leiklutin