stinga seg upp kring Drelnes, sohvørt ein oljuleiting økist og ein møgulig framleiðsla fer í gongd. Hann sær tað ikki sum nakran trupulleika, at floghavnin liggur so langt frá Drelnesi, tí hesi bæði nýtast [...] fyritøku, sum skal verða triði partn-arin í Drelnes-verkætlanini. Steen Hansen, stjóri í Danbor Service og tann, sum hevur arbeitt við hesi ætlan frá byrjan, sigur við Sosialin, at felagið, sum skal byggja [...] Norðsjónum og eisini til virki á landi. Tað arbeiða í dag 300 fólk hjá fyritøkuni, sum stóra AP Møllersamtakið eigur. Ein ella fleiri støðir? Tá vit spyrja Steen Hansen, um tørvur er á fleiri enn einum basa
døgum síðan, sum hendi í Nazitýsklandi undir seinna heimsbardaga. Fólk, sum ikki hoyrdu til teir meiri mentu, fólk, sum av tilvild vóru fødd við øðrum húðaliti enn tey stýrandi, fólk sum á ein ella annan [...] lagi og lógligt at gera ilt móti teimum, sum einum á ein ella annan hátt ikki dámar. Konsentratiónslegan Neuengammen liggur stutt uttan fyri Hamburg. Hetta er ein av teimum minnu konsentratiónslegunum í [...] spurdu tær. At revsa øll tey sum hava framt illgerðir á Balkan seinastu 10 árini er ein heilt ómøgulig uppgáva. Á sama hátt sum eftir seinna heimsbardaga, so mugu teir, sum gjørdu tað møguligt og lógligt
kappingarbyrjan í ár, og hann var ein av spælarunum, sum Kongsvinger vildi sleppa undan at rinda løn. Næstsíðsta sunnudag tapti Kongsvinger á útivølli 3-2 móti Molde, sum er næstfremst í kappingini. Nú er [...] Celtic, sum hesa síðstu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Kongsvinger. Fríggjakvøldið var AaB, sum í næstsíðstu viku vann 3-1 móti føroyska landsliðnum, í Kongsvinger og spældi móti Celtic, sum vann 3-0 [...] íslendingurin Stefan Thordarson ? sum er sonur estlendska landsliðsvenjaran Thordar Thordarson, ið kemur henda vegin við sínum liði í september ? er loystur frá sáttmálanum, sum hann hevur havt við Kongsvinger
kappingarbyrjan í ár, og hann var ein av spælarunum, sum Kongsvinger vildi sleppa undan at rinda løn. Næstsíðsta sunnudag tapti Kongsvinger á útivølli 3-2 móti Molde, sum er næstfremst í kappingini. Nú er [...] Celtic, sum hesa síðstu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Kongsvinger. Fríggjakvøldið var AaB, sum í næstsíðstu viku vann 3-1 móti føroyska landsliðnum, í Kongsvinger og spældi móti Celtic, sum vann 3-0 [...] íslendingurin Stefan Thordarson ? sum er sonur estlendska landsliðsvenjaran Thordar Thordarson, ið kemur henda vegin við sínum liði í september ? er loystur frá sáttmálanum, sum hann hevur havt við Kongsvinger
Ein av kærunum, ið verður viðgjørd í Kirkjumálaráðnum í løtuni, er ein kæra um eitt baðikar. Sóknarpresturin í Hvalba, Andreas Andreasen, hevur sent Kirkjumálaráðnum kæru um, at bispur ikki vil loyva honum [...] einki ímóti, at eitt nýtt baðikar verður sett upp, og at ein brúsa verður sett upp í sambandi við baðikarið.« Hetta tekur presturin í Hvalba sum eina provokatión, og sendir hann í september 1998 skriv til [...] higartil hevur hann kveistrað nærum øll okkara ynskir av vegnum, og kemur ein á tal við hann, um hann yvirhøvur hirðir at tosa við ein, sigur hann, at játtanin fyri allar prestagarðarnar er so lág, umleið
Hetta mátti Signar Olsen í Hvalba ásanna, nú ein morgunin, hann skuldi fara í ein gummibát, hann hevur liggjandi niðri á keiini á Býárgarði í Hvalba. Talan er um ein gummibát til leysamotor, og hann hevur mangan [...] brennur so væl. Málið er meldað til løgregluna, sum kannar málið. Festi tað í, kundi tað verið álvarsligt, tí báturin liggur upp at einum húsum. Nýggjur kostar ein slíkur bátur 75-80.000 kr. so talan er um stóran [...] endamál. Tí nú ein morgunin hann var hjá bátinum, varnaðist hann, at ótangar høvdu kruvt báðar bjølgarnar so at báturin er oyðilagdur. Ikki nóg mikið við tíð: Tá ið hann aftur hugdi til bátin ein annan morgun
prógv um, at tann tjóð og tann einstaklingur sum setur sær høg mál, er til reiðar at stríðast fyri teimum, og sum oftast røkkur hann teimum. Meðan tann sum leggur seg afturá at dúva uppá vælvild frá øðrum [...] kemur aftur at vera móttakari. Stokkutur er tann hiti, ið er fingin við at týna ein annan part av landinum Á sama hátt sum vit sum samfelag hava felags ábyrgd av hvørjum øðrum, hava vit fingið alla tjóðina [...] øðrum plássum, sum í dag eru avskorin frá meginlandinum. Tílíkt tos er stuttskygt, gevur ikki mettuna, og kann ikki brúkast, tá støða skal takast til, um útjaðarin aftur skal gerast ein virkin partur av
hotellinum, sum nú er. Á hesum nýggja hotellinum eru 45 tveymanskømur, tvs, 90 seingjarpláss. Tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á hotellinum sum er, tí har eru bara 20 kømur. Men tey, sum leiga hinar [...] út. Á hvørjum verilsi er ein lítil køkur, har fólk sjálvi kunnu kóka sær ein drekkamunn ella gera sær okkurt smávegis til matna. Rundanum alla ovastu hædd er altan, so tey, sum gista á teimum kømurunum [...] allir føroyingar, sum ferðast í og um Keypmannahavn, eitt nú sjómenn, skulu hava møguleikar at gista nakrar nætur á Hotell Tórshavn fyri ein bíligan penga. Tað nýggja hotellið liggur væl fyri í Keypmannahavn
heldur, at tað er ein staðfestan av, at samband okkara við útheimin er í lagi, at øll hesi fremmandu skipini koma hendanvegin. Umframt tað, sum Tórshavnar Havn fær burturúr, liggur eisini ymiskt annað [...] frystigoymsluna hjá Skipafelagnum, eins og nógv umskiping hevur verið á redini. Men eisini onnur hava funnið útav, at tað loysir seg at umskipa í Føroyum. Til dømis skip, sum fiska á Rygginum. Í summar hava [...] Og eisini flogfeløgini fáa part, tí vanligt er, at skipini skifta manning, meðan tey eru her. Ein teirra, sum hevur verið eina mest í samband við hesi fremmandu skipini yvirhøvur, er Árni Dam á Skipafelagnum
onki blað fingið, nú ein triðingur av ársfjórðinginum er farin. Tað er Blaðdeildin hjá Postverki Føroya, sum umsitir bløðini. Haðani verður sagt, at trupuleikin í grundini ikki liggur hjá teimum. Tey avgreiða [...] haldaragjaldinum er vorðið ein stórur trupuleiki. Manngongdin í bankanum er soleiðis, at tá ein haldari rindar haldaragjaldið, verður tað flutt á konto hjá Girostovuni, sum so fær yvirlitið sent dagliga [...] møguleika at siga, hvat ein upphædd á konto, nummar tað og tað, er fyri. Tí er tað, at Girostovan má hava girokortið saman við avritinum. Eisini kemur ofta fyri, at til dømis maður stendur sum haldari av blaðnum