bygtdur í 1994. Tað vil siga, at at hesir trolararnir í meðal eru 29 ára gamlir! At hesi reiðarí nú dag og dagliga eru í fjølmiðlunum og geva sitandi samgongu skyldina fyri, at tey ikki kunna byggja nýmótans [...] stabil, soleiðis at møguleikarnir hjá hesum reiðaríum at byggja sær meira nýmótans skip hava verið av teimum bestu. Av forvitni loyvdi eg mær at hyggja eftir, hvussu hevði gingist at nútímansgera flotan [...] flotan í Barentshavinum. Og eg má siga, at eg gjørdist skelkaður, tá eg sá tølini. Tí har sæst, at ongin nýbygningur var ímillum teirra, sum tey seinastu árini hava siglt fullfermdir heim, við hvørt eftir
Men tað eydnaðist sum kunnugt bara at gloppa dyrnar fyri nýggjum aktørum í fyrstu syftu. Byrjanin bleiv light fyri ikki at siga ultra light. Men hóast alt ein byrjan, ein grundvøllur, sum tað kann byggjast [...] einsamallir sleppa at gera av, hvussu klaverið skal spæla. Men tað er ikki tað stóra kynstrið at “spáa” um leikir, ið ein sjálvur langt síðani hevur tikið avgerð um at gera; um hendingar, sum ein langt síðani [...] gingið sum ætlað, so áttu vit í samgonguni at skotið bringuna fram og tikið ímóti rósunum, tí tað mest náttúrliga hevði júst verið, at rásarúmið hjá teimum størstu bleiv eitt sindur avmarkað fyri at geva
samgonguni størstu skyldina fyri, at hann nú noyðist at selja Sjúrðarberg og at siga 25 fiskimonnum upp, Løgmaður sigur, at í fjør vóru tað Hanus Hansen, og tveir aðrir reiðarar, sum fingu alla ta føroysku kvotuna [...] – og hini 15 prosentini at hava tey keypt. Og tað er í roynd og veru ikki so lítið, tí kvoturnar eru so høgar, sum tær at kalla ikki hava verið fyrr. Men eitt annað er so tað, at russarar og norðmenn hava [...] enn hon plagar at vera, leggur hann afturat. Trýst á pílin undir myndini og hoyr løgmann greiða frá, hví hann heldur, at Hanus Hansen er órímiligur, tá ið hann gevur samgonguni skyldina fyri, at Sjúrðarberg
er torført at siga nakað um veðrið so langt fram. Leygardagurin sær út til at gerast ein góður dagur, men veðrið sunnudagin er eitt sindur meira ivingarsamt, sigur Petur Hans Dahl, ið plagar at fylgja væl [...] Tað er nógv sum bendir á, at veðrið fer at vera rímiliga hampuligt á ólavsøkuna, og tað er um reppið, at regnskjólini kunna verða standandi við hús á tjóðarhøgtíðini, sambært forsøgnini hjá Petur Hans [...] væl við í veðurkortunum. Á Facebook-síðu síni skrivar hann í morgun, at hitin fer at liggja um 11-13 stig og serliga leygardagin er lítið av vindi og turt. Veðurforsøgnin hjá Petur Hans Dahl: Ólavsøkuaftan:
svartkalva og kongafisk. Væntandi er ikki, at djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini í dag at siga, at fýra trolbátar eru til fiskiskap. [...] trolbátur kemur væntandi inn at landa mánadagin, og hinir koma helst miðskeiðis í næstu viku. Væntandi koma øll trý garnaskipini, sum eru til fiskiskap eftir svartkalva, inn at landa í næstu viku. Skipini [...] til fiskiskap. Tvey eru á Rygginum og fiska tosk, og hini fimm fiska upsa. Flestu skip koma inn at landa, sum næsta vika gongur, men ætlandi landar okkurt parið eftir ólavsøku. Sambært Fiskamarknaði Føroya
Tað er synd at siga, at tað er fótbóltsfebur í Montenegro í samband við dystin. Jákup á Borg sigur, at tað næstan ikki merkist, at dysturin verður spældur. - Tað hava vit merkt lítið til. Onkur einkultur [...] tíðindafundurin, sum verður um eina løtu. Eg væntaði ikki, at hann bleiv til nakað, sigur Jákup á Borg í telefonini á veg á tíðindarfund. Spæla á tjóðarleikvøllinum Heimavøllurin hjá OFK Titograd, sum vann mei [...] ið tekur um 15.000 áskoðarar. - Her siga tey, at tað verða um tvey túsund áskoðarar til dystin. Av teimum verða seks áskoðarar hjá B36, sigur Jákup á Borg brosandi at enda. Tey eru millum annað foreldrini
eisini vorðnir fleiri við tað, at fólk eru farin at leiga út summarhús, onnur eru farin í holt við at hava ból & bita, kampingøkini eru vorðin fleiri, og tað er eisini onkur, sum leigar út kampingvognar. Í [...] fleiri, sum leiga síni summarhús út sjálvi. Í fleiri førum er talan um eldri hús, sum eru sett í stand og sum hava allar hentleikar, og í øðrum føri er talan um nýggjari hús, sum standa tóm og sum fólk vilja [...] r og familjur møguleikan at njóta friðsælt bygdarlív, møguleikar eru fyri útferðum av ymiskum slag, og nógvastaðni eru áhugaverd søvn, sum øll siga sína søgu um eina tíð, sum er farin. Leitar tú eftir
skal ikki siga, at onkur ikki kann troyttast, men eg veit, at tað eisini eru pensjónistar í Syðrugøtu sum standa og smyrja breyð til G! gestirnar. Borgarstjórin sigur, at honum dámar væl at vera á G!, [...] fegnast um, at G! hevur so stóra undirtøku millum so mong. Jóhan Christiansen heldur, at flestu í Syðrugøtu og í Eysturkommunu annars eru fegin um hetta tiltak, og sjálvur heldur hann, at G! er eitt super [...] tí her er høvi at taka sær av løttum eina løtu. Honum dámar at ganga og heilsa upp á fólk, skifta orð við fólk og lurta eftir tónleki. - Jú, hetta er eitt serstakt og hugnaligt tiltak, sum setir okkara kommunu
klor, ella at tú hevur einhvørja húðsjúku. - Har eru mínar royndir, at í góðum samstarvi við foreldrini ber til at hjálpa hesum børnum á leið í svimjingini. Men sum heild er tað umráðandi, at næmingurin [...] var so heppin, at eg slapp at undirvísa í svimjing, tá ið eg gjørdist lærari. Tað, ið er serligt við at vera svimjilærari, er gleðin um at síggja næmingarnar, ein fyri og annan eftir, læra at halda sær uppi [...] næmingarnir ov ofta undan at svimja í grunddeildini, verður tyngri at seta teimum krøv í hægri deildum. Hinvegin kunnu tað vera ymiskar orsøkir til, at eitt barn ikki vil svimja, eitt nú, at holdið ikki tolir
trý pørini fiska upsa. Væntandi koma partrolararnir inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap í løtuni [...] Teir á landleiðini koma inn at landa mánadagin og tann, sum fiskar vestan fyri, kemur helst miðskeiðis í næstu viku. Fiskiskapurin hjá trolbátunum er heldur slakari nú, tó at hann framvegis er brúkiligur [...] skipini eru júst byrjaði túr. Tey koma tí neyvan inn aftur at landa í næstu viku. Restin av partrolarunum liggja við bryggju, men helst fer onkur út aftur í næstum. - Í dag eru fýra trolbátar til fiskiskap