nýggjasta tólið, sum fyritøkan hevur ment. Hetta er ein ilt-og hitamátari, sum verður settur niður í aliringin og sum eisini kann lesast á teldu. - Hetta er ein skipan við forriti, sum koyrir saman við [...] eru úrslit, sum vit eru sera fegin um og errin av, og hetta eru úrslit, sum okkara framskygdu eigarar og sera dugnaligu starvsfólk í fyritøkuni eiga heiðurin av, sigur Suni Justinussen, sum eisini er føroysku [...] r, sum liggja við alistøðir á firðum og sundum. Fleiri av hesum eru farmaskipaskrokkar, sum JT electric hevur keypt, teknað og umbygt til fóðurflakar. Men, hetta eru ikki bara stórir ”dunkar”, sum rúma
Reuters hevur ikki fingið váttað, um myndirnar vísa tað, sum guvernørurin sigur. Ukrainska verjan hevur ikki viðmerkt málið. Býurin Belgorod liggur norðan fyri markið til Ukraina. Umleið 80 kilometrar frá [...] skrivar AFP. Hatta var í bygdini Zhuaravljovka. Hon er tveir kilometrar frá markinum til Ukraina. Ein Smerch er ein rakettkastari. Belgorod vr í vikunum upp til russisku innráðsina í Ukraina 24. februar økið [...] frá ukrainska stórbýnum Kharkiv. Russiska ortodoksa kirkjan upplýsir, at ein prestur í russiska herinum doyði í gjár. Tað hendi, tá eitt økið í Belgorod-økinum »varð bumbaður av eini ukrainskari Smerch«
nýmótans karmar. Samtíðis kunnu øll fegnast um, at skúlin framvegis liggur mitt í býnum. ##med2## Á tí fyrra partinum á hátíðarhaldinum, sum er fyri innbodnum, fara Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum [...] støðum følist tað, sum stendur tú á einum tindi og hyggur niður á yðjandi lív í fjøruni, hóast tú stendur inni og hyggur inn í høllina nakrar hæddir longur niðri. Hetta er av sonnum ein livandi skúli, siga [...] hann alment tikin í nýtslu. Tá verður stórt hátíðarhald í nýggja skúlanum í Fuglafirði og hetta er ein fagnaðardagur, siga tey í eini fráboðan. Tey siga, at bæði børn, lærarar, kommuna og borgarar gleðast
fiskivinnuna og har varð upplýst, at fiskiveiðieftirlitið hjá Vørn er avmarkað og ikki so gott, sum tað átti at verið. Ein orsøk til tað, er, at Tjaldrið einans er mannað helvtina av árinum. Tjaldrið varð bygt [...] eisini boðað frá, at tey hava eitt skip í kikaranum, sum kann útvegast fyri einar 110 milliónir krónur. Talan er um eitt norskt veitingarskip, sum Vørn heldur er væl hóskandi til endamálið. Og í Løgtinginum [...] tilboðnum úr Noregi. Men hann gjørdi greitt, at sum støðan er nú, verður einki nýtt skip útvegað. Tað er rætt og slætt ikki fígging til tað, sigur landsstýrismaðurin. Ein slíka upphædd hava vit ikki í skipanini
Sjálvt eina gávu, sum var tinglisin sum eitt fríøki, legði ein meiriluti í býráðnum sektin á! Í tinglisna skjalinum um útstykkingina, stendur í § 5: “3. Tað, sum eftir er av samlaða økinum, sum nevnt undir § [...] stóru trøðna, sum var løgd inn av festinum, var talan um eina heild. Heildin fevndi um eina útstykking við breiðum vegum, gongubreytum, gøtum og tveimum fríøkjum. Alt varð tinglisið sum ein heild tann 2 [...] 2. oktober 1975. Annað fríøkið stingur seg sum ein geiri niðan millum býlingarnar. Har er spælipláss, runnar og trø. Hitt fríøkið liggur oman ímóti Sandá. Tá O.J. Múller bjóðar útstykkingina til sølu saman
ÍF tóktiskt í gjárkvøldið í Klaksvík væl á veg at vinna ein heldur óvæntaðan sigur á Mjølni, men tá úrmælingurin á ÍF-liðnum, Bjarni Larsen, fekk skaða í knæið tíðliga í øðrum setti og noyddist at gevast [...] 25-23. ÍF toldi ikki missin av Bjarna, og í triðja setti var eingin mótstøða og Mjølnir vann so mikið sum 25-12. ÍF fylgdi tó leingi væl við í fjórða setti og legði seg eisini á odda 14-13, men so líðandi [...] hóskvøldið, kl. 19.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ sína fyrru finalu í Høllini á Hálsi í Havn. Liggur ikki fyri at fara í høllina, so ber til at síggja allar dystirnar ókeypis á Rás1 í Televarpinum.
rutur, har tørvurin er stórur. Soleiðis liggur ein lítil netto sparing uppá 700 tímar inni í ætlanini – av tilsamans 37.000 tímum. Men í sáttmálanum liggur innbygd ein regulering uppá pluss/minus 10%. Tað [...] býráðslimum hjá Tjóðveldi at atkvøða ímóti grønu loysnini. Ein atkvøða var blonk. Páskotið hesaferð var, at ferðaætlanin var eitt lítið vet skerd. Málið, sum var fyri á býráðsfundi, var at velja tryggastu og skjótast [...] ferðaætlanina at gera. Gamaní er eitt uppskot til ferðaætlan lagt sum grund undir rakstrarútrokningarnar, men uppskotið kann tillagast. Ein partur av endurnýggingini av ferðaætlanini er at flyta resursir
Bolivia Í lítlu bygdini Cochis, ið liggur stutt frá býnum Sucre, høgt upp í Andesfjøllunum, finnur tú skúlan TAEPO. Á hesum skúlanum ganga 200 næmingar. Hann er ein samfestur handverkara- og studentaskúli [...] Egil Hoydal, ið tá var í Bolivia fyri Danida. Hann visti um fólk í lítlu bygdini Cochis, sum ætlaðu at byggja ein skúla. Bolivianarar høvdu gjørt tekningina av skúlanum lidnað og alt var klárt. Einasti [...] Soleiðis kanst tú stuðla Tað ber til at stuðla beinleiðis á kontonr. 6460 0003763244. Eisini verður ein leinkja at finna á heimasíðuni hjá Glasi, ið er opin frá fríggjadegnum tann 28. mars- 1. apríl. Leinkjan
farsóttarlóggávan og allur tann myndugleikin, sum hongur uppi í henni, eisini verður yvirtikin sum skjótast. Yvirtøka av øllum heilsuøkjunum og fakmyndugleikanum er enn ein fortreyt fyri, at stovnsetanin av Fó [...] sjálvsagt um, at arbeiðið at skipa Fólkaheilsustýrið heldur fram. Heilsuverkið er ein bulur í okkara samfelag, og tað liggur ein ógvuliga stór framtíðarmenning í at savna allan fakmyndugleikan á heilsuøkinum [...] heilsuøkinum og gleðiligt er, at hildið verður á við somu kós. Ein grundleggjandi táttur í ætlanini hjá undanfarna landsstýrið, var tó eisini ein yvirtøka av teimum heilsuøkjunum, ið enn eru undir donskum
komandi kirkjuna á Argjum, um hon verður bygd á Hamrinum - á økinum, sum eisini er lagt til viðarlund, 35.000 fermetrar til støddar. Ein kirkja á hesum stað verður eitt býarmerki. Hon fer at síggjast av Argjum [...] eitt býarmerki, sum vit savnast um. Um Argja kirkja aftur ímóti verður løgd á fríøkinum við Sandá - 1350 metrar til gongu til Vesturkirkjuna - verður hon eingin býarmynd. Kirkjan verður ein greppur við ta [...] ov vakur at fara undir betong og asfalt. Mong vilja varðveita hetta hagalendið í býnum. Ein bygningur tekur ein stóran part av hesum sermekta fríøkinum. Mong ásanna, at náttúruna eiga vit bara einaferð