Longu frá fyrsta degi sá leirvíkingurin, at JT hevði stórt vakstrarpotentiali, og nú síggjast góðu úrslitini av, at eigarar og starvsfólk trúðu upp á tað, tey vóru í holt við. Myndir: Álvur Haraldsen.

JT electric setir Føroyar á heimskortið 

Av samlaða umsetninginum hjá JT electric liggur størri helmingurin nú uttanlands. - Vit hava nógv góð og innovativ fólk, nógvar góðar heilar og nógvar góðar hendur, og okkara mál er at seta Føroyar á heimskortið, sigur stjórin í JT electric, Suni Justinussen.

 

Longu frá fyrsta degi sá leirvíkingurin, at JT hevði stórt vakstrarpotentiali, og nú síggjast góðu úrslitini av, at eigarar og starvsfólk trúðu upp á tað, tey vóru í holt við. Myndir: Álvur Haraldsen.

(Serblað um vinnu er í VikuskiftisSosialinum í dag)

 

JT electric er ein sera spennandi fyritøka við høvuðsstøð á Kambsdali, men sum serliga seinnu árini eisini hevur vaksið seg út um landoddarnar. Fyritøkan arbeiðir við menning og nýmenning av tøkni, serliga til alivinnuna, og seinnu árini hevur gongdin í felagnum verið so mikið góð, at JT electric hevur brúkt miljónir um árið til vørumenning.

Slagorðið hjá stjóranum og leirvíkinginum, Suna Justinussen, sum gjørdist stjóri í fyritøkuni á heysti í 2017, hevur verið, at tá Føroyar eru fremstar innan aling av laksi, so skulu Føroyar eisini verða fremst innan tann tøkniliga partin í alingini.

Tað er íløgufelagið Tjaldur, sum eigur størsta partin í JT electric, og seinnu árini hevur fyritøkan rættiliga havt vindin í seglunum. Í fjør hevði felagið eitt avlop eftir skatt á 14,4 miljónir krónur, og avlopið í 2020 var á 12,8 miljónir.

- Hetta eru úrslit, sum vit eru sera fegin um og errin av, og hetta eru úrslit, sum okkara framskygdu eigarar og sera dugnaligu starvsfólk í fyritøkuni eiga heiðurin av, sigur Suni Justinussen, sum eisini er føroysku alivinnuni sera takksamur fyri teirra íkast, íblástur og góða samstarvsvilja.

 

Stórt vakstrarpotentiali

Tað hevur ongantíð verið lætt at arbeitt við nýmenning av tøkni, tí slíkt kostar nógvar pengar, og tað kann taka tíð, áðrenn nýmenning kastar pengar av sær. Men, longu frá fyrsta degi sá ungi leirvíkingurin, at JT electric hevði eitt stórt vakstrarpotentiali, og í dag síggjast góðu úrslitini av, at eigarar og starvsfólk trúðu upp á tað, tey vóru í holt við.

 

Sjónligastu avrikini hjá JT electric kring um í Føroyum eru fóðurflakarnir, sum liggja við alistøðir á firðum og sundum. Fleiri av hesum eru farmaskipaskrokkar, sum JT electric hevur keypt, teknað og umbygt til fóðurflakar. Men, hetta eru ikki bara stórir ”dunkar”, sum rúma nógvum tonsum av fóðuri, teir størstu eini 900 tonsum.  

Aftan fyri hesar fóðurflakar eru eisini fóðurskipanir, stýringar, sensorar og forrit, soleiðis at alarin bæði sær fiskin niðri í ringunum, sær ringin oman á vatnskorpuni og kann regulera fóðurnøgdir, eins og alarin eisini kann avlesa bæði ilt og hita í sjónum.

- Tað krevst í prinsippinum bara ein fartelefon við netsambandi, so kann alarin í dag bæði fóðra og síggja, hvussu støðan í aliringinum er, sigur Suni Justinussen. 

 

Alarin ikki arbeiðsleysur

Tað verður tó ongantíð verður soleiðis, at alarin heilt sleppur undan at fara út á ringarnar at gera ymiskt arbeiði, sum hoyrir alingini til. Men, tað er greitt, at tað lættir nógv um hjá alifyritøkum, at tað ikki er neyðugt longur at fara út á ringarnar at fóðra, tí skipaninar nú eru sjálvvirkandi.

Ígjøgnum mong ár hevur JT electric framleitt aliljós, sum eru í hvørjum aliringi, og endmálið við hesum ljósum er at halda kynsbúningini hjá laksinum, sum gongur í ringunum, aftur.

- Okkara aliljós eru bara blivin betur og betur, og tey eru eisini vorðin sterkari og meira umhvørvisvinarlig. 

Meðan vit vitja á JT electric á Kambsdali eru vit eisini inni á verkstaðnum, har stjórin vísir okkum nýggjasta tólið, sum fyritøkan hevur ment. Hetta er ein ilt-og hitamátari, sum verður settur niður í aliringin og sum eisini kann lesast á teldu. 

- Hetta er ein skipan við forriti, sum koyrir saman við øðrum skipanum, vit hava. Vit vænta nógv av nýggja ilt-og hitamátaranum, sigur stjórin.

 

70 fólk í fyritøkuni

Av umleið 70 fólkum, sum í dag eru í starvi hjá JT electric, eru umleið 30 í Skotlandi, har JT í endanum av 2020 keypti fyritøkuna, Sterner AquaTech UK, sum er í Inverness.

- Skotska fyritøkan hevur arbeitt nógv innan smoltstøðir og við at viðgera vatn og reinsa slamm, og teir arbeiddu eisini nógv fyri okkum í Skotlandi. Fyritøkan ger ymiskt til alivinnuna, og her verður eisini arbeitt við nýmenning, eins og arbeitt verður við at seta ymiskar skipanir saman.

Suni Justinussen vísir á, at munurin millum JT electric og Sterner AquaTech UK er, at fyritøkan á Kambsdali mennir sína tøkni burtur úr ongum, sum hann tekur til. Í fyritøkuni í Skotlandi arbeiða í fyrsta lagi tey, sum vóru har frammanundan, og onkur av manningini í JT electric á Kambsdali er eisini í Skotlandi.

Stjórin sigur, at JT electric hevur selt fyri tíggjutals miljónir í Skotlandi, og her er eitt nú talan um fóðurskipanir, kameraskipanir og fóðursentralar. Tað er eingin loyna, at eitt av endamálunum við at keypa skotsku fyritøkuna, er at røkka longur út í heim við teimum vørum, sum fyritøkan framleiðir á Kambsdali.

 

JT eisini í Póllandi

Í Póllandi, har JT electric hevur umbygt skipsskrokkar til fóðurflakar, eigur fyritøkan á Kambsdali eisini JT Pólland, har fyri tað mesta póllendingar arbeiða, men har fólk hjá JT electric í Føroyum javnan ferðast millum londini til arbeiðis í Póllandi. 

 

##med2##

- Í Póllandi arbeiða eini 60 til 80 fólk fyri JT electric, tá mest er at gera, og hetta eru fólk, sum føroyska fyritøkan leigar til tey arbeiði, sum vit gera har. Í Póllandi hava vit eisini eina framleiðsluhøll, leggur hann aftrat.

Suni Justinussen vísir á, at tá JT electric leverar ein fóðurflaka, eigur fyritøkan á Kambsdali alt konseptið – ja, enntá kaðalin, sum veitir skipinum ella flakanum landstreym. 

- Einasta, vit ikki lata í einari slíkari loysn, er fortoyningar og akker, sigur stjórin í JT electric, sum metir, at fóðurskipanir hjá fyritøkuni í løtuni fóðra einar 80 miljónir laksar kring um heimin – í Føroyum, Skotlandi, Kanada og Noregi.

 

Eisini nýbygging

Tá tú umbyggir eitt farmaskip til eitt fóðurskip er hetta ikki minst endurnýtsla, tí í einum slíkum skipsskrokki er nógv og gott jarn. Hetta eru gjarna skip, sum eru eini 25 til 30 ára gomul, og væntandi er, at stálið heldur í 20-30 ár aftrat. Umframt at hetta er endurnýtsla av stáli, hevur JT electric eisini optimerað orkunýtsluna í fóðurskipum og flakum við tað, at flestu nú hava landstreym, sum merkir, at hetta er so grøn orka, sum tað letur seg gera at hava í dag.

- Við tað, at fóðringin verður neyvt stýrd, fer lutfalsliga lítið av fóðuri til spillis, og hetta ger, at alarar eisini spara fóður og pengar.

Suni Justinussen sigur, at teir í løtuni eru í holt við ein fóðuflaka, sum skal til Íslands, og haraftrat hava teir gjørt sáttmála við alifelagið Luna um tveir spildurnýggjar fóðurflakar, sum verða bygdir í Póllandi og koma til Føroya í summar.

- Alt verður designað og teknað í Føroyum, og øll tøknin er okkara, sigur hann.

 

##med3##

 

Umbygt 14 farmaskip

Higartil hevur JT electric keypt og umbygt 14 farmaskip til fóðurflakar, harav 13 eru í Føroyum og eitt nú fer til Íslands. 

- Vit arbeiða nú við einari 5-ára ætlan, har vit ætlandi fara at byggja fleiri nýggjar fóðurflakar sum nýbygningar, og her ætla vit rættiliga at gera okkum galdandi við á altjóða markaðinum, sigur stjórin, sum vísir á, at øll trý feløgini, sum JT electric eigur, eru við til at flyta fyritøkuna, har hon er í dag.

- Men, tað verður altíð soleiðis, at okkara røtur eru í Føroyum, og tað er her, at vit hava fingið okkara vælvild og alt feed-back. Tað er hetta, sum ger tað møguligt hjá okkum eisini at vera veitarar til heimsmarknaðin. Sum eg havi nevnt áður, hava vit heimsins bestu alifeløg, og vit vilja vera fremsti veitari í heiminum av tøkni og loysnum, sum vit kunnu skapa saman við okkara samstavspørtum her heima. 

 

Góðir heilar og hendur

Suni Justinussen sigur, at JT electric megnar at nøkta tørvin, sum føroyska alivinnan spyr eftir innan tey økir, sum fyritøkan arbeiðir á, og tískil bjóðar fyritøkan seg eisini fram á altjóða pallinum.

- Vit eru greiðir yvir, at tær vørur, sum vit framleiða og sum kunnu brúkast í harðbalna veðurlagnum í Føroyum - og av heimsins bestu alarum – eisini kunnu brúkast í øðrum londum.

Uttan fyri Føroyar liggur størsti marknaðurin hjá JT electric í løtuni í Skotlandi og síðan í Íslandi. Men, felagið ætlar eisini í enn størri mun at gera seg galdandi í Noregi, har felagið longu nú hevur onkrar veitingar. Suni Justinussen sigur, at av samlaða umsetninginum hjá JT electric liggur størri helmingurin nú uttanlands.

- Vit hava nógv góð og innovativ fólk, nógvar góðar heilar og nógvar góðar hendur, og okkara mál er at seta Føroyar á heimskortið, sigur stjórin í JT electric.

 

##med4##

 

 

 

 

 

Longu frá fyrsta degi sá leirvíkingurin, at JT hevði stórt vakstrarpotentiali, og nú síggjast góðu úrslitini av, at eigarar og starvsfólk trúðu upp á tað, tey vóru í holt við. Myndir: Álvur Haraldsen.

Her eru góðir heilar og nógvar góðar hendur, sigur stjórin í JT electric.

Tað krevst bara ein telefon við netsambandi, so kann alarin fóðra og síggja, hvussu støðan í aliringinum er.