framvegis fari at nýta hvønn arbeiðsdag í árinum til at berjast fyri tykkara rættindum. Tað verður ikki við mær sum formanni, at politikararnir sleppa at avtaka inntøkutrygdina hjá okkum fiskimonnum, sum ávísir [...] sjálvandi tær avleiðingar, at flotin verður lagdur sama dag. Heldur ikki verður tað við mær sum formanni, at fiskimenn á trolarum og nótaskipum skulu vera við til at gjalda olju, sum reiðararnir settu krav [...] utreiðslu, sum teir onga ávirkan hava á? Hetta fær eisini óhepnar fylgjur í aðrar mátar, tí tað fer at frítaka reiðararnar fyri ábyrgd av at spara olju. Eg fari eisini at leggja stóran dent á at fáa eftirlønina
synd er at siga, at fólk flokkaðust um tilboðini. Men hetta merkti ikki tónleikin, tí tey sum lurtaðu fingu góðan tónleik. Hvønn tíma komu nýggj nøvn á pallarnar og væl gekk at halda tíðina. Onkur hevði [...] swing, so sum vit t.d. kenna tað frá Manhattan Transfer. Og frumframførslan hjá teimum kann bara sigast at fáa ein at vóna, at hendan samansetingin ikki er eingangs. Ferð mín á Asfaltinum tók at halla, hóast [...] nakað skal sigast, ið ikki var, sum tað skuldi. Ein hevði hug at halda, at nokk av fólki var ikki, men heimasíðan asfalt.fo sigur, at tað hekk saman fíggjaliga og tað sigst, at eini 1500 fólk vóru, so tað
undan ábyrgd við at siga, at nakað líknandi sum tað, hon gjørdi í ár, eisini bleiv gjørt fyri 12 árum síðani. Tað er sum at siga ”ja, eg stjali – men tað hava onnur eisini gjørt”. Tað, sum Annika gjørdi [...] sær undan ábyrgdini við at siga, at ”tað er hent fyrr” ella at ”hetta er politikkur”. At snýta veljararnar í Havn og at bróta eina avtalu var tað, sum Annika Olsen gjørdi politikk til, tá hon fall fyri [...] reinar. Tað vita tey, sum hava lisið mína nýggju bók. Eg standi her tí eg haldi tað hevði verið ússaligt at borið seg undan, tá fólk heita á meg sum fólkavaldan at tosa um tað, sum er hent á Vaglinum farnu
vinnulívið fær góðar og tryggar karmar at virka undir ?ein politikk, sum vil virka fyri at tú hvønn dag vil gleðast at fara til arbeiðis, tí tað fer at loysa seg at ýta og síðan nýta. ?ein politkkk, har [...] Tíverri vil onkur ivaleyst siga - tíbetur vilja onnur siga. Eykajáttan oman á eykajáttan, var prísurin fyri eina sera undirmetta fíggjarlóg fyri 2003, - ella rættari orsakað av kreativari bókføring, sum framd [...] milliónir í halli ? og endaðu við at blíva 160 milliónir í gjaldsførishalli aftan á at avdráttir vóru goldnir Tað var so endin á tí sokallaða fullveldisplitikkinum, sum tá hesin miseydnaðist aftur, bleiv
koma brot, sum tú kennir aftur, antin tí tey, ofta trúliga, ekkóa skjaldraløg, ella tí at skaldið plagierar seg sjálvt! Sum heild hevur ein tí hug at geva Marianne Clausen rætt, tá hon sigur, at mong av hesum [...] Atlantsløg II), sum hoyra til savnið, og sum keyparin fær ? ókeypis ? saman við teimum 25 løgunum. Útgávan er gjørd í 100 eintøkum og verður helst sum frá líður ógvuliga sjáldsom, so her er bara at skunda sær [...] eftir H.A. Djurhuus, at streyma ein djúp lívskensla, ella rættari sagt, ein melankoli, so sár at hon nemur við hjartarøturnar. Kanska botnar hon í teirri ásannan, at tilveran - sum eitt tjaldursklipp, hoyrt
kensluna av rættvísi. Á tí einu síðuni, at landbúnaðurin hevur ein lógarfestan ræðisrætt at gagnnýta hagan til seyðahald. Og hinvegin, at føroyingar hava siðvenju at ganga í haganum og njóta føroysku náttúruna [...] á, at ferðafólkatalið veksur úr áleið 110.000 í 2022 til 145.000 árliga í 2026. Víst hevur verið á, at gistingar og leigubilar hjá innkomandi ferðafólkum eru frítikin fyri MVG, sum kann tulkast sum óbeinleiðis [...] festarum og jarðeigarum at gagnnýta hesar møguleikar. Her fáa kommunurnar ein avgerandi leiklut at gera ferðavinnuætlanir og skipanir, soleiðis at tey lokalu fáa nøktandi burtur úr, umframt at vegir og gøtur verða
Hetta kann tí, saman við tí sannroynd at vit altíð tráða eftir at síggja, hvussu onnur avgreiða somu uppgávur, føra við sær, at tyrluskiparar leita út í onnur lond at nema sær royndir. Um ikki annað í eitt [...] burturúr, við tað at vit jú eisini ”bidraga” við okkara ”visión” um, hvussu tingini áttu at verið gjørd. Bel Air Aviation Á várið í 2010 gjørdi Fróði av, at hann aftur vildi út um landoddarnar at arbeiða. Hesa [...] hava hótt við at skrúva fyri, orsakað av væntandi gjaldføri frá onkrum av londunum á vegnum. Hetta tykist nú ein loysn at síggjast á. Fyri at útvega eina beinleiðis veiting, er avgjørt at leggja eina
varð, at best var at bera seg skjótt at, tí myrkrið stundaði til. Tað tók heldur ikki meira enn eitt korter til hálvan tíma, til bjargingartyrlan var á leiðini oman fyri Haraldsund. MRCC upplýsir, at løgreglan [...] fyri In.fo, at ein bjargingartyrla í skýmingini í kvøld hevur verið onkustaðnis oman fyri bygdina í Haraldsundi eftir seks útlendingum, sum høvdu gingið seg í óføri. - Tað var løgreglan, sum boðaði okkum [...] soleiðis bar til eftir lítlari løtu at leiða tyrlumanningina til útlendingarnar, sum tá høvdu gingið í einar 10 tímar. Teir vóru kaldir og illa fyrikomnir, og onkur føldi seg ikki væl. - Bjargingartyrlan
systkinaflokkinum, sum telur tríggjar beiggjar og tvær systrar. Tað, sum eg eri glaðast fyri av øllum í barnaárunum er, at pápi gav sær tíð til at fortelja okkum søgur. Eg haldi, at eg livi upp á tær enn, [...] tónleikari, men fæst meira við at samskipa tónleikatiltøk. Jón vísir á, at hann ongantíð hevur verið nakar virtuosur sum gittarleikari, sum hann málber seg. Mín leiklutur sum framleiðari í Clickhaze var meira [...] økinum, at leggja til rættis og framleiða, at eg leingist mest eftir at fáast við tónleik aftur, sigur hann. Frið í tónleikinum Jón Tyril lýsir seg sjálvan sum ein leitandi persón. Hann greidir frá, at hann
okkurt ábit verður at fáa ókeypis. Onkur fólkatónleikur verður eisini at hoyra, umframt felagssangur, sigur Bergur A. Dalsgarð, sum er samskipari. Sosialistisk Ung og Unga Tjóðveldi siga, at málið við tiltakinum [...] stíla fram ímóti at geva tiltakinum ein tvørpolitiskan heldur enn fleirpolitiskan dám. Tiltakið verður bygt upp rundan um altjóða arbeiðaradagin, og øll eru vælkomin. Ungmannafeløgini fara at hava ein felags [...] tiltakinum er at fáa fólk út á gøtuna 1. mai, so hesin týðandi dagur kann fáa sín uppiborna týdning í Føroyum.