svaraði løgmaður fyrispurningi frá Sámal Peturi í Grund, sum spurdi, um Føroya løgmaður kundi greiða Løgtinginum frá, hví tey ríkislógartilmæli, sum løgmaður staðfesti 28. januar 1998, við tilmæli um at seta [...] greiðir frá, at av tí at hesar lógir eru ríkislógir og sostatt snúgva seg um mál, sum ikki eru føroyskt sermál, hendir ein samanblanding av føroyskum og donskum myndugleikum, og sostatt er farið fram eitt [...] einsamallar. Hinvegin verður sagt, at ein fyritreyt fyri, at kirkjulógirnar verða settar í gildi fyri Føroyar er, at kunngerðirnar eru gjørdar, og boðað verður frá, at hetta liggur hjá landsstýrinum. At enda í
spælarar er tað ein stór avbjóðing at spæla ímóti einum liði, sum er so gott. Vit eru tað liðið, sum hevur verið tættast við at fáa stig frá teimum. Tað nyttar einki at iðra seg um tað, sum fyrifórst, tá [...] trimum settur útum, ella verður ein teirra fluttur aðra staðni, og so skal ein annar út um at sita. Ein møguleiki er, at John Petersen verður fluttur longri fram á vøllin. Tað fer at hava við sær, at Uni [...] Mørkøre verður ein av trimum miðvallarunum. Higartil í ár hava John Petersen, Sámal Joensen og Julian Johnsson verið á miðvøllinum, og um Allan Mørkøre skal hava eitt av plássunum, so verður ein av hinum trimum
eg skal vera upp á sama máta sum teir, tí eg uppfataði teir sum gudar. Smábørn hugsa sítt, men sum ein veksur til, so veit ein, at ein gudur verður ein ongantíð. Tann sum ætlar tað, hann tapur, sigur Jens [...] Sjálvandi vónar ein, at tað ein skrivar verður lisið meðan ein er á lívi. Tá eg eri deyður kann tað gera tað sama fyri meg. Hvar liggur so drívmegin aftanfyri hetta at skriva. Er tað fyri at reisa ein varða? - [...] - Fyrr vann ein lítið og einki sum skrivandi maður. Støðan er betri í dag. Fyrr var tað so, at slapp ein undan við hampuligari skuld, so skuldi ein vera væl nøgdur, sigur Jens Pauli, sum tó ikki vil knarra
maskinmaður og sum hevur starvast sum eftirlitsmaður hjá Arbeiðseftirlitinum í mong ár, gjørdist tann fyrsti, ið slapp at royna seg í hesum spildurnýggja landsstýrissessi. Hetta hevur verið ein sera spennandi [...] skótur at svara: -Eg haldi tað var rætt at geva oljuni sum málsøki størri týdning enn at lata tað vera ein part av Vinnumálastýrinum. Við fyrst at seta ein landsstýrismann á økinum og harnæst at seta á stovn [...] føroyska landgrunninum ár 2000. Hetta hálvtannað árið sum landsstýrismaður í oljumálum, hevur Eyðun Elttør verið rættiliga kúrrur. Tað eru tey, sum leingi hava ótolnast eftir onkrum útspæli ella bara onkrum
fyri ár 2000. Eldraøkið liggur á láni Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum er ikki fegin um at fremja sparingarnar innan sjúkrahúsverkið. Men hon vísir á, at nógv liggur á láni at verða framt innan [...] ar karmar at arbeiða undir. Og tá hon hevur sett sær fyri, at pensjónirnar skulu hækka samstundis sum meira skal gerast við eldraøkið og serstovnaøkið, fær hetta avleiðingar fyri játtanina til sjúkrahúsverkið [...] Men verða hesi tølini samanborin við játtanina fyri 1999, so sæst, at tað ikki er sjúkrahúsverkið sum heild, men Klaksvíkar Sjúkrahús, ið merkir avleiðingarnar av, at pensjónirnar skulu hækka. Ætlaða
eisini liggur í Gøtu. Jákup Petersen vísir á, at játtanin fyri Suðuroyar Sjúkrahús liggur vanliga um 28 milliónir krónur, meðan upptøkuøkið liggur um 5.000 - 6.000 fólk. Hetta er nakað tað sama sum upptøkuøkið [...] yvirlæknarnir sjálvir hava eina góða ætlan um rationalisering á teirra øki. Teir gera ein part av arbeiðinum í Havn og ein part í Klaksvík. Og í veruleikanum er júst hetta rationalisering. ? Fyri tíðina verður [...] milliónir. Hetta skuldi so verið játtanin fyri Landssjúkrahúsið, ið hevur fimm ferðir so stórt upptøkuøkið sum Suðuroyar Sjúkrahús, sigur Jákup Petersen, men vísir í sama viðfangi á, at Landssjúkrahúsið hevur eina
gøtuni og síggja fólk uttan um seg, sum takka honum afturfyri. Tað, sum tú ikki vildi verða, tað bleivst tú: Lærari, eina tíð í øllum førum. Tað sum tú vildi verða, men sum tú ikki tordi at siga fyri nøkrum [...] Í søguni, sum eitur »Tað stóra verkið« skrivar Jens Pauli Heinesen um býttlingin Sylvestur, sum gongur millum býlingarnar í bygdini, stútt og í øllum veðri, sum hevði hann eitt umráðandi verk fyri. Eingin [...] trúgvur og stúttur eina leið, sum hann setti sær nú fyri mongum árum síðani, og sum eingin hevur kunna fingið hann frá aftur: Leiðina hjá tí skapandi fólkinum. Tað er ein einslig leið her hjá okkum, og
Bindibúðina í SMS, sum gav tær tríggjar bindibøkurnar út í 1990, 1992 og 1993. - Hesar útgávurnar broyttu nógv, tí áðrenn bundu tey flestu úr útlendskum tógvi. Nú er aftur harðliga tiltrongt, at ein nýggj bindibók [...] hevur kortini varnast eitt nýtt rák. - Tey ungu læra ikki at binda sum fyrr. Hetta er eisini eitt rák í Danmark. Ofta vóru tað ommurnar, sum lærdu frá sær. Í dag hava hesar ikki tíð, og skúlin hevur ikki dugað [...] landinum, og seinastu nógvu árini hevur hann hildið til í SMS. Hóast Hildigarð ikki er handilslærd, liggur tað í blóðnum at reka handil. Pápi hennara átti keypmanshandil, og tá ið henni altíð hevur dámað
Andorra liggur nakað longri niðri á listanum sum nummar 148. 43 landsdystir síðani miðskeiðis í september eru tiknir við í nýggju uppgerðina hjá FIFA, og í hesum tíðarskeiðið hava Føroyar bara spælt ein dyst [...] FIFA-styrkislistanum. Føroyska fótbóltslandsliðið dettur hesaferð eitt pláss niður eftir listanum, sum kemur eina ferð um mánaðin, so at Føroyar nú eru nummar 111 av 202 fótbóltstjóðum í heiminum. Við árslok [...] Heimsmeistararnir úr Frakland mugu taka til takkar við einum plássi beint aftanfyri kekkar. Skotland, sum eisini var í okkara undanbólki til EM, tekur hesaferð eitt rættiligt lop upp eftir listanum. Teir vóru
lk sum heild í Tinganesi sum hava tikið avgerðina um at skerja játtan til Klaksvíkar Sjúkrahús. Men sannleikin er tann, at henda avgerð liggur bæði hjá teimum og hjá tinginum. Tað er løgtingið, sum í síðsta [...] tey leika í sum um tað eru landsstýrisfólkini, ið hava tað avgerandi orðið at siga. -Tað tykist sum panikkur er komin í tey, tí fíggjarlógaruppskotið er lagt fram á henda hátt, og tað virkar sum tey halda [...] hevur givið heilsumálaráðharranum ein fíggjarkarm, sum hon heldur vera ov trongan, og fyri at raka Karsten Hansen aftur, letur hon hetta ganga út yvir hansara valdømi, sum letur Klaksvíkar Sjúkrahús verða