- Tað eru ábendingar um, at vit hava kappingarligar trupulleikar í Føroyum. Hetta staðfestir Kappingarráðið í ársfrágreiðing síni, sum kom út nú um dagarnar. Ein kanning er gjørd fyri Kappingareftirlitið [...] ofta bundinskapur millum einstøku veitararnar. - Hetta merkir, at fyritøkurnar kunna eygleiða atferðina hjá kappingarneytum, og tigandi semja verður um ikki at kappast. Kappingareftirlitið metir, at ringu [...] finna fram til teir marknaðir, sum skulu kannast nærri. Við hesi vitan kann Kappingarráðið royna mál um misnýtslu ella ólógligt samstarv og á tann hátt hava ávirkan á prísstøðið. Myndin er heilt tilvildarlig
sigur, at hetta fer at geva okkum heilt aðrar møguleikar fyri at seta ferð á at koppseta føroyingar, tí nú fáa vit hesar skamtarnar eyka, afturat øllum tí, vit vanliga fáa. Hann sigur eisini, at hetta kann
Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at bøta um vegastrekkið á ringvegnum framvið Norðurlandahúsium. Hetta er eitt vegastrekki sum er bæði keðiligt og irriterandi, tí vegurin er ikki gjørdur til tey sving [...] eystur eftir Ringvegnum og skulu inn í Norðurlandahúsið, tí tað tarnar ferðsluni rættiliga illa. Hetta er eisini eitt vegastrekki har nógv ferðsluóhapp eru hend. Men nú hevur býráðið samtykt at gera ábøtur [...] eisini, at ferðslan má steðga og fólk, sum koma úr bussinum, vita ikki hvar tey skula fara yvir um vegin. Í sambandi við hesa dagføring er eisini ætlanin at gera á sunnaru síðu, frá Áargeil til
støðan batnað aftur og tí verður mett, at stundin er komin at linka tilmælini aftur eitt sindur. Hetta merkir í stuttum at ítróttatiltøk kunnu aftur fyriskipast við áskoðararum. Tó undir skipaðum viðurskiftum [...] at hava opið. Heilsufakligu myndugleikarnir halda ikki tað er ráðiligt, at náttarlívið hevur opið hetta vikuskiftið, tí tað enn ikki er fult tamarhald á verandi smittukeldum, sigur løgmaður – Vit halda [...] lata varisliga uppaftur. Eg vil takka øllum, sum hava tikið eitt tak seinastu sjey dagarnar. Nú ræður um, at vit í felag taka seinastu tøkini, sigur Bárður á Steig Nielsen
tíðindaskrivi í morgin. Hetta er tað, sum higartil hevur verið kallað náttúrumargfeldislógin, men nú er heitið broytt til náttúruverndarlóg. Landsstýrismaðurin ásannar, at hetta hevur verið ein tungur burður [...] vóru flokkarnir, sum nú sita í samgongu, atfinningarsamir móti akkurát tí uppskotinum, men semja er um, at vit skulu hava eina náttúruverndarlóg, sigur Helgi Abrahamsen. Hann sigur, at tískil hevur tað
og grønlendska sjónarmiðið um, at hvalaveiða kann loyvast, tá hon fer fram á burðardyggum grundarlagi, framvegis er almenna sjónarmiðið hjá Ríkisfelagsskapinum í IWC. Hetta verður eisini kjarnin í tí, [...] framhaldandi at umboða og verja føroysk og grønlendsk áhugamál í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC. Hetta er niðurstøðan hjá undirritaða fólkatingsmanni, eftir at SF í gjár alment róðið fram undir, at danska [...] Gade úr SF frá, tá samráð verður í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum í morgin. Sjónarmiðið hjá SF um, at Føroyar og Grønland eru minnilutar í danska ríkinum, og tí mugu lata sær lynda, at almenni danski
mansbarn í Føroyum man kenna frásøgnina í Bíblinui um, hvussu Gud leiddi ísraelsfólk úr Egyptalandi og gjøgnum oyðimørkina til tað lovaða landi. Hetta er eisini evnið í nýggjari bók eftir prædikumannin [...] ár á møtum og skeiðum kring landið. Í bókini vísir Osvald Kjærbo á, at ungdómurin sjáldan hoyrir um hetta evnið á møtum í dag. Tí hevur hann skrivað bókina Skuggamyndir hins komandi, ið hann vónar, at lesarin [...] trældómi til frælsi setir Osvald Kjærbo frásøgnina eisini í mun til okkara tíð. Hann vísir á, at frásøgnin um ísraelsfólk samstundis er ætlað sum vegleiðing og eggjan til øll kristin í dag, ið eins og ísraelsfólk
vóru at síggja nakra staðni. Hetta er ein sera óheppin útsøgn, ið havnastjórin í Runavík, ikki metir eigur at sleppa standa ósvarað. Runavíkar Havn hevur altíð tilkallivakt um náttina, men vegna ódnarveðrið [...] illveðrinum. Havnasatjórin metir tí útsøgnina hjá reiðaranum, ið bar brá av at ongin vardi av havnalagnum hetta kvøldið, vera sera harmiliga og beinleiðis ósanna.
Úr Týsklandi verður sagt, at alt longu er útselt til hetta kvøldið. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, Jógvan Isaksen er boðin til Týsklands at tosa um sínar krimisøgur. Eisini í 2006 luttók føroyski kri [...] Um stutta tíð kemur fimta krimisøgan um Hannis Martinsson eftir Jógvan Isaksen út. Heitið á bókini er Metusalem, og sipar tað til eina beinagrind, sum verður funnin í Hoyvíkstjørn. Menn meta leivdirnar [...] leivdirnar at vera um túsund ára gamlar, men ein sandingur sigur, at beinagrindin er av beiggja sínum, sum hvarv í 1961. Frá hesum degi verður Hannis Martinsson fløktur inn í eina røð av hendingum, sum hava træðrir
sum Bókadeildin fór undir í heyst Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, fegnast um áhugan og sigur, at hetta kemur væl við, av tí at tað hevur verið soltið við skrivaðum søgum, sum er egnaðar til [...] verður kendur bókmentagranskari við, sum skal halda fyrilestur og annars geva frá sær góð ráð um at skriva. Hetta verður eisini gylt høvi hjá teimum báðum føroysku vinnarunum at sleppa at vera saman við øðrum [...] er sett at vera í februar komandi ár, men longu undan jólum fáa luttakararnir í skrivikappingini boð um, hvør hevur vunnið spennandi kappingina.