Í eyka tíðindasending í úf. í sambandi við illveðrið hóskvøldið í farnu viku og í tíðindasending á middegi dagin eftir, varð tosað við reiðara í Runavík. Her varð ført fram, at støðan var hættislig hóskvøldið og víst varð til, at ongi starvsfólk hjá Runavíkar Havn vóru at síggja nakra staðni.
Hetta er ein sera óheppin útsøgn, ið havnastjórin í Runavík, ikki metir eigur at sleppa standa ósvarað.
Runavíkar Havn hevur altíð tilkallivakt um náttina, men vegna ódnarveðrið hóskvøldið og fríggjamorgunin var starvsfólk á vakt alla náttina.
Viðkomandi fekk orðsakað vánaliga veðrið ikki verið nógv úti á sjálvum havnalagnum, men var á havnaskrivstovuni tað nógva av tíðini. Tað vóru sera nógvar uppringingar og smærri skaðafráboðanir og vakthavandi samskipaði arbeiðið við løgreglu, sløkkilið og reiðarar, ið høvdu skip liggjandi við kai í Runavík. Samskifti og arbeiði sum heild gekk væl og ongin størri skaði stóðst av ógvusliga illveðrinum.
Havnasatjórin metir tí útsøgnina hjá reiðaranum, ið bar brá av at ongin vardi av havnalagnum hetta kvøldið, vera sera harmiliga og beinleiðis ósanna.