samfelagið niður í 1993. Somuleiðis er vert at hava í huga tað stóra misálit, sum tá var á bankaskipanina. Tað var alneyðugt at vinna álitið á bankarnar aftur, um bankarnir skuldu fóta sær aftur. Neyðugt [...] at eftir skrædlið í búskapinum var stórur tørvur á at gera raksturin meira skynsaman, ella sagt við øðrum orðum, at avmarka peningastovnarnarnar. Við tí arbeiðsbýti, sum var millum peningastovnarnar fram [...] bjargingarætlanin var ov dýr og heldur skuldi verið ógjørd, er ein hypotetiskur spurningur, sum lítil nytta er í at grunda yvir í dag. Men vit í leiðslu bankans halda, at samanleggingin var ein grundleggjandi
? Eg var eitt sindur ivasamur, um tað var rætt at fara í telefonprát við lesararnar hjá Ekstrablaðnum, tí blaðið er kent fyri sín serliga hátt at skriva uppá. Hetta siugr Jóannes Eidesgaard, formaður [...] fyrrapartsblaðið í Danmark, so helt eg ikki, at eg kundi lata heta høvið fara aftur við borðinum. Hetta var eisini eitt óført høvi at hitta meiniga danan á máli og kunna greiða honum frá viðurskiftunum - frá [...] Javnaðarflokkinum, og tað stríð, sum valdar millum hann og Poul Nyrup Rasmussen. Onkur lesari, sum ringdi, var sera harmur um, at Jóannes Eidesgaard ikki vildi atkøvða fyry Birte Weiss sum fólkatingsformanni, men
huganum. Farið var norður eftir oyggj, ongin skundur var, tí lagt var tíðliga frá landi. Allanvegin sóust reyst, hávaksin fjøll í rodnandi kvøldarsól. Fjørðurin blikaði, og ikki ein ond var nakrastaðni. [...] sær og halda sær at gamni. Og avlopstíðin - henni var ríkiligt av - var brúkt til annað enn bara at telva. Hetta var tíðarskeiðið, tá tú framvegis var leysur og frælsur kroppur, og áðrenn allir vinmenninir [...] tær báðar vikurnar, sum kappingin var hetta summarið í 1986. Bjarke var - og er - av fittastu fólkum - blíður og hjartaligur, og ikki tað minsta hástórur. Hartil var hann fyrikomandi og tolin við meg,
bingjurnar hjá IRF, Hvørvurnar. Í fjør vórðu 97 tons av vandamiklum burturkasti koyrt í bingjurnar ímóti 79 tonsum árið fyri. Og longu nú eru ábendingar um, at meiri enn 97 tons av vandamiklum burturkasti verður [...] parturin av tí, fólk lata inn til viðgerðar, er akkumulatorar, í fjør ikki minni enn 79 tons av teimum 97. Fólk seta teir á staðið, har bingjurnar standa uttan kostnað og tað hevur verið gjørt øll árini. Tveir [...] um upplýsingartilfar og Hvørvurnar. Burturkastgjald Ætlaða lógaruppskotið um gjald á burturkasti var ikki í rúgvuni av uppskotum, ið varð borin í løgtingið, áðrenn síðsta innlatingardag hóast landsst
Royn, men spældu javnt móti VB, og ÍF vann higartil størsta sigur í bólkaspælinum ? 11-0 á Sumba. Ein annar stórsigur var í Klaksvík, har KÍ við Olgar Danielsen á odda vann 8-0 á FS Vágum. Nú hava flestu [...] Suðuroyar, eisini at spæla tveir dystir í part. Tey flestu úrslitini vóru, sum fólk høvdu væntað, men tað var eitt sindur óvæntað, at TB koppaði B36 í Gundadali, og at NSÍ vann ikki minni enn 3-0 á HB í Runavík
Valevnini gramdu seg illa um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum. Tað var onki mark fyri, hvat flokkurin vildi gera, um hann fekk undirtøku á valinum. Men lat okkum líta nøkur ár aftur um bak. Á vári [...] irlønargrunn úr gildi. Tað varð gjørt við løgtingsmáli nr. 18/1990 (løgtingstíðindi 1990 blaðsíða 107 og 108). Hetta er so ein annar sannleiki í spurninginum um støðuna hjá pensionistunum í Føroyum. Men
ikki. Tí tað var ikki so long tíð farin, tá fór Finnbogi Arge úr Sambandsflokkinum og gjørdist uttanflokkatingmaður. Innanhýsis kegl var í flokkinum og sum øllum Føroya fólki kunnugt, so var innanhýsis kegl [...] teir heilt stóru tapararnir við valið hósdagin. Til seinasta løgtingsval fekk Verkamannafylkingin 9,5 prosent av atkvøðunum, men sambært kanningini fær fylkingin bert 1,3 prosent av atkvøðunum. Og hetta [...] staðið fyri tí praktiska partinum av kanningini. Teir hava ringt til umleið Av teimum 819 svaraðu 11,0% at tey ikki enn vita hvønn tey fara atkvøða uppá. 1,1% sigur at tey fara at atkvøða blankt og 2,3
Keypmannahavn. Har hitti hon klaksvíking, og tey búsettust í Klaksvík, tá tey komu heimaftur. Tað var ikki av tilvild, at familjan valdi at flyta til Klaksvíkar. Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon - ikki [...] á Tekniska Skúla, har hon nú hevur verið deildarleiðari í nógv ár. Ein avbjóðing at flyta - Hvussu var at flyta til Klaksvíkar, eftir at hava búð í Keypmannahavn í nógv ár? Eg helt tað vera eina avbjóðing [...] sjálvari, at fólk við hægri útbúgvingum eisini kundu búgva og arbeiða uttan fyri Havnina. Heppin var eg eisini, tí eg fekk starv á Tekniska Skúla, har lærararnir tóku ógvuliga væl ímóti mær, sigur Eygunn
eina nýggja avtalu innan ríkisfelagsskapin. Danir misrøktu sína skyldu tá talan var um eftirlit við bankunum, og í 1992 til 95 settu teir í veruleikanum lógina út av kraft. Tí okkara uppskot um nýggja, greiða [...] ríkisfelagsskapin. Tað vil tjóðveldisflokkurin ikki. Hann hevur tó eina nýggja støðu til hetta valið. Fyrr var 1946 fólkaatkvøðan galdandi. Nú vil hann hava eina nýggja føroyska grundlóg samtykta í løgtinginum
stigum, so her var næstan eingin munur. Besti einstaklingur her var Gutti Harryson, sum fekk 98,99 stig. Hann var eisini bestur í øllum trimum greinunum ? gólv, lop og ringar. Eisini í bólki 4 var liðið hjá [...] fekk 292,66 stig. Helgi W. Olsen úr H.F. fekk tilsamans 115,95 stig og vann bæði lop og ringar. Bestur á gólvinum í bólki 4 hjá dreingjunum var Høgni R. Øster. Fýra gentubólkar Genturnar vóru býttar upp [...] 258,91 stigum. Besti einstaklingur í hesum bólkinum var Unn Kragesteen, sum fekk 92,88 stig. Hon vann lop og gólv, meðan Jónva Joensen úr Støkk var best á bitanum. Ljósið vann eisini bólk 3 hjá gentunum