við, so arbeiðið var tað sama. Síðani eru nýggjar maskinur komnar sum gera arbeiðið lættari. Eitt nú ein flakamaskina, og maskinur sum sproyta laka í fiskin. Tað er eisini vorðið munandi lættari at salta [...] inntil 2018 varð hetta gjørt við hond. – At byrja við fór fiskurin úr maskinuni og beint niður í ein 1000 liturs kassa. Fiskurin skuldi takast uppaftur og saltast við einum spaka. Ímynda tær at standa [...] framvegis kropsliga tung, og kalt. – Hetta er tungt, stuttligt og kalt. Eg veit ikki nær eg seinast havi verið heima vegna sjúku, eg haldi tú blívur herdur her. Jansy Brøðraberg er 77 ára gomul, hon arbeiðir
Í ørkymlandi døgunum í apríl 1940 varð ein rúgva av telegrammum send millum Uttanríkisráðið í London og nýsetta 26 ára gamla bretska konsulin í Tórshavn, Frederik Mason. Tann 25. apríl [...] boðini givin um, at føroysk skip skuldu sigla undir Merkinum, og søga varð skrivað. Hetta var ikki bara ein fyrisitingarlig avgerð, men at vísa virðing og viðurkenning av tí serstaka føroyska samleikanum [...] ítøkiligt tiltak”. 85 ár seinni er Merkið greitt alt annað enn “fyribils”. Merkið er eisini ein týðandi arvur frá seinna heimsbardaga. Tey mistu lívini og offrini, sum nógv í Føroyum
hugsa, er tað i ordan, tað je havi upplivað ella ikki. Nú nærkast tað. Je skal skriva um eina sanna hending, og enn eru vitnir, sum liva og kunnu vitna um hesa hending. Je havi ilt í búkinum og ilt langt [...] traðka fram allastaðni í verðini um, hvussu ljótir, sjúkir menn kunnu vera ímóti kvinnum. Ein tanki kemur je havi faktiskt ikki hoyrt so nógv til Me-Too í Føroyum og kanska nógv nógv minni úti á bygd, tí [...] hevði ikki verið stuttligt hjá henni at blíva pámint um hesa beistagerð. Je biðið eina bøn, sum je havi umsett frá dananum Lars Muhl. Hetta fyri at orðini í bønini fara serliga til tann persónin, sum hevur
okkara samfelag. Tað er mær ein sonn gleði at bera fram eina kvøðu til Árna. Men fyrst má eg koma við einum disclaimara: eg havi altíð kent Árna Olafsson. Kona Árna er eins og eg skálafólk. Javngomul við [...] vit fingu egna rødd í fiskiveiðisamráðingum, soleiðis sum Árni júst hevur greitt okkum so væl frá. Ein uppgáva hjá Oljufyrisitingini var at vera skrivstova hjá Oljuráðleggingarnevndini, ið landsstýrið hevði [...] hevði Árni við sínum nærlagni og analytisku gávum, øll tey evnini, ið kravdust til uppgávuna. Men eg havi hug harafturat at taka fram hansara serligu evni at skilja mótpartin og meta um, hvussu mótparturin
standmynd, strond v.m. Ein heildarloysn, ið er so mikið væleydnað, at mong munna misunna okkum. Ja, ein perla so heiltonkt og umhvørvisliga so fyrimyndarlig, at eg onkuntíð havi hug at spyrja meg sjálvan [...] tikið til grannar, kirkju, umhvørvið og borgarar annars. Men hvíldin fekk ein stokkutan enda! Tí munandi skakkari gjørdist eg, tá ein sandavágbúgvi, sum eg hitti nú eitt kvøldið á mínum, ja nærum dagliga [...] ð, enn kann varðveitast! - So at Sandavágur enn kann vera ein umhvørvislig fyrimynd í Føroyum! - So, at Sandavágur framyvir enn kann vera ein av allar vakrastu bygdum at ferðast og búleikast í! - So, at
á-huga fyri ellisakførum og serliga gomlum Opel bilum. Í dag eigur Bogi Næs ein væl hildnan Opel Ascona frá 1978. Tal-an er um ein Ascona 1,9L við 100 hestakreftum. Hesir bilar vóru vælkendir í Føroyum í [...] bilin, sum hann sá standa við Suðuroyar Sjúkra-hús. Bilurin hevði danskar nummarplátur. Tað var tí, at ein sjúkr-a-røkt-ar-frøð--ing--ur frá Fílabeinsstrondini, ið arbeiddi á Suðuroyar Sjúk-r-a-húsi, átti bilin [...] suðuroy Bogi Næs sigur, at hann er ikki limur í Føroya Ell-is-ak-førum, men Suðuroyar Ellisakfør er ein Facebook bólkur, sum Tóki Brattalíð í Vági stendur fyri. – Har verður boðað frá, um skipað verður fyri
statunum New South Wales og Victoria. Trý fólk druknaðu í New South Wales fríggjadagin, meðan ein kvinna doyði og ein maður var saknaður í Victoria, eftir at tey vórðu tveitt á sjógv nærhendis stórbýnum Melbourne [...] Tilsamans eru seks fólk druknað orsakað av hørðum aldum um páskirnar í Avstralia. Tann sætti deyði var ein útróðrarmaður, sum doyði nærhendis Sydney í dag. Hann hevði verið til fiskiskap saman við einum 14 [...] vandar kunnu vera á hesum støðum. Summir av teimum sært tú, og summir av teimum sært tú ikki, og tí havi eg nøkur einføld ráð: Steðga á, hygg teg í kring, halt teg á lívi. Ritzau/AFP
soleiðis á sínum Facebook-vanga: - Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað - ella 9.969 dagar - í Fámjins bygdarráði. Hetta merkir, at eg havi sitið júst helvtina av mínum lívi í bygdarráðnum [...] summar havi eg verið lærari í Hvalba í 25 ár, og fyri ta tíð var eg lærari í Vági í trý ár og eitt ár í Porkeri. Tað var, meðan eg var lærari fyrsta árið í Hvalba, at eg undirvísti í Porkeri ein dag um [...] eisini hevur røkt onnur álitisstørv, eitt nú í umboðsráðnum hjá Betri. - Eg havi verið kommunuskrivari líka leingi, sum eg havi sitið í bygdarráðnum. Tá eg søkti kommunuskrivarastarvið á heysti í 1996 og
Sannast má, at tveir dagar í Berlin, ja, tað røkkur ongan veg, um ein skal síggja bert ein brotpart av tí, býurin býður. Tað verður næstu ferð. Eins og Danmark, so skortaði heldur ikki her við sama slag fløggum [...] ár varð ein ung kvinna álopin á Christiania, spýtt á og rópt “barnamordari”. Hví? Jú, hon hevði eitt ísraelskt flagg á rygginum. Flaggið varð skorið av, og kvinnan hálað eftir vegnum, áðrenn ein maður tók [...] sjónvarpssamrøðu við Rachel Johnson hjá LBC segði hann seg vera ein “cultural Christian” og bar kristnu trúnni tann vitnisburð, at hon er ein “fundamentally decent religion” , og at hann kennir seg heima
Russland sigur, at tað hevur rakt ein fund hjá ukrainskum hermonnum í ukrainska býnum Sumy við tveimum rakettum. Sambært Ukraina eru í minsta lagi 34 fólk deyð í russiskum álopum í Sumy í gjár, meðan 117 [...] verjumálaráðið sigur, at tey skutu tvær Iskander-rakettir á einum møtistað fyri tað, sum Russland kallar ein operativan taktiskan bólk hjá ukrainska herinum. Sambært ráðnum doyðu yvir 60 ukrainskir hermenn í [...] fólkinum fóru í kirkju. Trump hevur sagt, at hann helt talan vera um eitt ”ógvusligt” álop. - Og eg havi fingið at vita, at teir gjørdu eitt mistak, segði Trump uttan at útgreina nærri. - Men eg haldi, at