rnar eru viðkomandi og aktuellar upp á nógvar mátar. Hetta eru altjóða viðurkendar útbúgvingar á høgum støði, sum brynja teg til at arbeiða bæði á sjógvi og á landi, sigur hann. Møguleikarnir eru nógvir [...] – Føroyar liggja sera væl fyri til alla ta maritimu vinnuna. Vit eru jú mitt í Norðuratlantshavinum, her nógv sjóvegis ferðsla er, og tí er og verður nokk at gera í hesari vinnuni. Soleiðis sigur Símun [...] um yrkisleiðir. – Reyði tráðurin er tað maritima. Í Føroyum hava vit jú fiskiflotan, farmaflotan, alivinnuna og ferðavinnuna, sum øll eru uppløgd arbeiðsøkir hjá maskinmeistarum og navigatørum. Hartil er
Á in.fo í morgun skrivaðu vit um postkassan í Gjógv, sum er tikin niður. Ístaðin fyri postkassan eru nú eini boð, ið heita á gjáarfólk um at brúka postkassan á Oyrabakka - góðar 50 kilometrar burturi. [...] niður nú, men sigur, at verða teir ikki brúktir, so verða teir tiknir niður. – Tað er tað, sum kemur undir "meiningsleyst arbeiði". Allir postkassar, sum ikki verða brúktir, verða tiknir niður. Vit hava [...] ikki brúktur, og tí er hann tikin niður. – Tí hann verður ikki brúktur. Meiningsleyst arbeiði gera vit ikki. Postboðið skal ikki gera arbeiði í Gjógv, sum ikki gevur meining, sigur Joel undir Leitinum.
er ikki so góð nú. Tað hevði helst verið betri at selt tá, tí útgangsstøðið er bara versnað síðani, heldur hann. – Nú sita vit við onkrum, sum vit mugu rætta upp uppá. Og tað hava vit sett nýggjan [...] er meira tað, at vit politiskt ikki hava ásett ein politikk fyri, hvussu landspartafeløgini skulu rekast, sigur hann. – Kjarnuirksemið hjá Posta eru brøv og pakkar. Bløðini eru í minking, reklamur [...] fyri tey almennu partafeløgini. Sjálvandi vælvitandi um, at tey eru øgiliga ymisk í mun til uppgávur og hvussu kompleks tey eru, men at tú hevur nakrar meginreglur um, at landið rekur virksemi
undantaksstøðuna, sum vit mugu siga, er íkomin, sigur Kristina Háfoss, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon hevur fleiri ferðir funnist at tí, sum er hent í málinum um Eysturoyartunnilin, og nú Kaj Leo Johannesen [...] Løgmaður má leggja frá sær Aksel V. Johannesen: Løgmaður er størsti trupulleikin Hetta visti løgmaður Her eru fjaldu fakligu ráðini til Kára P. Højgaard
betur, enn hon er í dag. – Vit hava eina gamla lóg frá 1894, og eg kann ikki taka tað fyri fult, um Tjóðveldi heldur, at vit skulu halda fram við at brúka hesa lógina. Vit eru í 2020, segði Christian Andreasen [...] 1894. Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, segði soleiðis: – Vit kunnu ikki upá nakran máta fornokta veruleikan, at vit hava eina løgreglu í Føroyum, sum er danskt málsøki. Hetta uppskotið hevur [...] Nú er eitt heldur kontroversielt uppskot samtykt í løgtinginum. Talan er um broyting í politilógini - "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om politiets virksomhed", sum er ein broyting í mun
Hetta hevði als ikki borið við meg, svarar Jógvan Isaksen, tá vit hava hann í horninum úr Danmark, og spyrja um tað kom óvart á hann, nú hann fær Heiðursgávu Landsins og 75.000 krónur. Hann er ógvuliga [...] í Íslandi, og nú verður arbeitt við at geva bøkurnar um Hannis Martinsson út í Týsklandi. – Eg var í Dortmund í november, og í komandi mánaði skal eg til Hamburg í samband við bøkurnar eru ávegis har, sigur [...] nnin, er tað sum eyðkennir Jógvan Isaksen hansara nærlagni, gávumildi og merkisverda arbeiðssemi. Vit spyrja rithøvundin, um hann kennir seg aftur í hesum? – Man hugsar ikki um seg sjálvan, sum onnur gera
samfelagið legðist lamið. Men longu nú – bara ein góður mánaður seinni – eru minst 14 føroyskar granskingarverkætlanir í gongd, har ymiskt við covid-19 verður kannað. – Vit vita so lítið um hetta virusið, [...] á ymiskum stovnum í Føroyum aftanfyri. – Vit valdu at savna ein bólk av fólkum, sum hava fingist við og fáa við gransking, og so hava vit arbeitt saman, hvat vit skulu fara undir at granska og at skriva [...] so fara vit í gongd, sigur hann. Hann vísir á, at líknandi kanningar verða gjørdar í øðrum londum, men at tað er týdningarmikið at vit eisini gera okkara kanningar í Føroyum, sigur hann. – Vit hava fyrimunir
javnan, eitt nú útisiglarar í frálandavinnuni. Tí hesir persónar eru ikki beinleiðis fevndir av koppsetingarætlanini, sum í núverandi løtu er skipað eftir aldursbólkum. – Kunngerðin er fín, sum nú er. Men mann [...] framat, sum ikki eru í so stórum vanda, meðan mann ikki letur tey, sum eru mest útsett, framat, sigur hann. – Eg haldi, tað hevur stóran týdning at byrja at raðfesta øðrvísi, so vit kunnu fáa ein vanligan [...] – Nú haldi eg, tað er upp á tíðina at lova teimum fram at, sum eru í størsta vanda fyri at blíva smittað. Soleiðis sigur skiparin Jóhan Eli L. Poulsen, sum fyri kortum hevði sæti á tingi fyri Fólkaflokkin
onkur ivamál, men vit hava Súna, Jón Róa og Andrew aftur. Teir vóru als ikki aktuellir til nakran dyst í fjør, men eru nú við aftur við teirra royndum og rutinu, sum eg vóni kann geva liðnum nakað, sigur [...] tríggjar dagar nú. Til í gjárkvøldið klokkan sjey valdaði framvegis óvissa, um dysturin móti Ukreina skuldi spælast ella ikki. – Tað sigur seg sjálvt, at tað hevur órógvað fyrireikingarnar. Áðrenn vit savnaðust [...] ávirkaðir av vøllinum, tí venjingarvallirnir hjá teimum eru ofta nokkso óslættir, vísir Jógvan Martin Olsen á. Millum 10 tey bestu Ukreina sum vit møta leygardagin, telist sambært styrkilistanum hjá millum
– Nú eru vit nógvir komnir niðri frá, og vit eru svangir nú vit eru komnir heim. Ja, allir eru svangir og uppsettir. Tað sigur Súni Olsen, sum loksins er við aftur á landsliðnum. Hann hevur verið úti við [...] dystunum. – Vit hava spælt fleiri dystir á høgum støði, og tað kann hava nógv at siga í slíkum dystum, metir Súni Olsen, sum hevur góðar vónir til dystin leygardagin. – Vónirnar eru góðar. Vit hava heimavøll