Vinnuháskúlin er í Havn

– Reyði tráðurin er tað maritima

Útbúgvingar til leiðslu á sjógvi og landi: – Hesar útbúgvingarnar eru viðkomandi upp á nógvar ymiskar mátar. Bæði í sambandi við maritimu vinnuna, grøna orkuskiftið og leiðslu, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum.

Vinnuháskúlin er í Havn

– Føroyar liggja sera væl fyri til alla ta maritimu vinnuna. Vit eru jú mitt í Norðuratlantshavinum, her nógv sjóvegis ferðsla er, og tí er og verður nokk at gera í hesari vinnuni.

 

Soleiðis sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum – skúlanum, har til ber at lesa til maskinmeistara og navigatør.

 

–  Hesar útbúgvingarnar eru viðkomandi og aktuellar upp á nógvar mátar. Hetta eru altjóða viðurkendar útbúgvingar á høgum støði, sum brynja teg til at arbeiða bæði á sjógvi og á landi, sigur hann.

 

Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir – ja, man kann næstan siga, at har er garanti fyri arbeiði á hinari síðuni. Símun Poulsen kemur við nøkrum dømum um yrkisleiðir.

 

– Reyði tráðurin er tað maritima. Í Føroyum hava vit jú fiskiflotan, farmaflotan, alivinnuna og ferðavinnuna, sum øll eru uppløgd arbeiðsøkir hjá maskinmeistarum og navigatørum. Hartil er byggivinnan eisini ein møguleiki, tí her hava maskinmeistarar tann tekniska partin við sær í skjáttuni, sum teir eins væl kunnu brúka á landi.

 

Tað er ikki bara brúk fyri hesum yrkjum í Føroyum.

 

– Fleiri enda við at arbeiða í okkara grannalondum, serliga í Danmark, Noregi og Grønlandi. Tað er sum so møguleiki fyri at arbeiða um allan heimin sum navigatørur ella maskinmeistari, sigur Símun Poulsen og vísir á, at útbúgvingarnar eisini eru sera viðkomandi fyri grøna orkuskiftið.

 

– Tað verður meira og meira av burðardyggum flutningi sjóvegis fyri at minka okkara útlát. So tí er eisini fokus á tað grøna í báðum útbúgvingunum.

 

Felags fyri báðar útbúgvingaleiðirnar er annars eisini leiðsluparturin, tí sum maskinmeistari og navigatørur hevur tú bæði tekniska- og leiðsluábyrgd.

 

– Tað er eingin ivi um, at man fær góðar leiðsluførleikar á okkara útbúgvingum, sum er týdningarmikið at hava við sær í baggaguni, sigur stjórin og vísir á dømi:

 

–  Í og við at samfelagið verður alsamt meira útbygt, verður tørvurin á tekniskum útbúgvingum størri. Og tí verður eisini brúk fyri fólki við skili fyri tekniskari leiðslu. Á landi kann tað eitt nú vera innan alivinnuna, á reiðaríum ella skipasmiðjum.

 

##med2##

 

Aspirantskipanin riggar

 

Ein annar útbúgvingarmøguleiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin. Gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskinmeistara beinanvegin.

 

– Tað serliga við hesum skipanum er, at siglingartíðin er partur av útbúgvingini, og tí er ikki neyðugt at hava verið til skips áðrenn, sigur Símun Poulsen.

 

– Aspirantskipanin er ein blanding av at ganga í skúla og vera í starvsvenjing. Tað er nakað, vit samskipa saman við teimum reiðaríum og fyritøkum, vit hava avtalur við. Hetta er kanska serliga ætlað miðnámsskúlanæmingum, sigur hann.

 

Skipanin er enn nokkso nýggj, men stjórin letur væl at henni higartil.

 

– Vit vænta, at við tíðini fara fleiri hendan vegin, tí tað sær út til at vinda upp á seg.

 

Skúlaumhvørvið

 

Vinnuháskúlin er í Havn, og tey lesandi koma úr øllum landinum. Sum skúlastjórin leggur merki til,  er trivnaðurin heilt góður.

 

– Vit hava eitt gott lestrarumhvørvi og góða tekniska útgerð, sum næmingarnir kunnu royna seg við. Eitt nú simulatorar og starvsstovur av ymiskum slag. So man situr ikki og lesur allan dagin, men fær avprøvað tingini, sigur hann.

 

– Fólk trívast væl her, og tey eru spent upp á at fara út í vinnuna at arbeiða. Tey flestu fara beint til arbeiðis, men summi velja eisini at lesa víðari, til dømis innan verkfrøði og leiðslu á Setrinum,  DTU og CBS. Tað veldst um, hvat man vil, sigur Símun Poulsen.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024

 

 

Vinnuháskúlin er í Havn

Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum