at stjórin væl og virðliga visti, hvat skuldi gerast fyri at fáa loyvi at fara til Føroya við skipinum. Hann vendi sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri at vita, hvussu málið kundi loysast, men [...] Nólsoyar Pálli fyri at hava latið skipið siglt heim úr Fraklandi til Føroya, men ikki fyrst at hava syrgt fyri, at skipið hevði verið til logarásetta høvuðseftirlitið og hevði galdandi skjøl. Kári Horn [...] varð dømdur sum skipari á Nólsoyar Pálli at hava ført skipið til Føroya, sjálvt um skipið í grundini var afturhildið av Søfartsstyrelsen, til ávís trygdarkrøv vóru uppfylt. Hann varð eisini dømdur, tí hann
amerikumanninum. Hann vísti á, at tað var gott at hava eina samkomu at koma til, har tað hendi nakað. Tí mangan vóru tær gomlu kirkjurnar og samkomurnar steindeyðar. Tað hevur hann tíverri alt ov rætt í [...] Nabb leygarkvøldið. Og tað segði mær lítið. Tað tóktist, sum mestur dentur varð lagdur á at siga fólki, hvussu stuttligt og skemtiligt tað var at verða vaktur av Heilaga andanum. Tað var eitt sjáldsamt upplivilsi [...] vildi tað sjálvur. Og tú vart sera vælkomin fram at fáa bønartænastu frá forbiðarunum og hjálparfólkum. Um tú vildi tað sjálvur. Einki krav. Men tað varð ámint um hetta í heilum. Satt at siga kann tað vera
heldur fram inn á tað Hvíta økið? -Eg kann bert siga til tað, at møguleikin fyri, at ein goymsla heldur fram inn á eitt annað øki, í hesum førinum Hvíta økið, sjálvandi altíð er til steðar. Sosialurin [...] Shell: -Tað hevði verið gott, um marknatrætan varð loyst skjótt, so vit vistu, hvar vit standa. Brian Mitchener, BP: -Øll feløgini, sum hava áhuga í hesum økinum, hava sett nógv fólk av til kanningarnar [...] kanningarnar, og skulu tað so fara at ganga eini 5 ár við einum sakarmáli, so kann tað merkja, at kanningarnar verða lagdar á hyllina, og tað ynskja vit helst ikki. Vit vilja tvørturímóti sleppa at arbeiða víðari
mió eru settar av til vinnuliga lóggáva, men eg veit ikki hvat tað er. Men er tað bara nýggju studningspolitikkur, so haldi eg tað vera ivasamt. Finnbogi Ísakson heldur tað ikki vera gott tekin, at sparingin [...] seg so væl inn í tað, men kagað í tað hevur hann. ? Fólkapensjón er hóast alt ikki tann heilt stóri parturin av fíggjarlógini - umleið ein triðingur av almannaverkinum, vísir hann á. ? Tað at fólk sjálv spara [...] eitt nú arbeiðsmenn í Havn, tað eigur ikki at føra til, at teir skulu verða revsaðir við at skarvað verður burtur av tí lítlu fólkapensjónini - hetta kann eisini føra til, at hugurin at savna eitt sindur
640x480 til 1024x768 við at trýsta einaferð. Ikki stýrandi Men so er tað, hvussu spælandi tað er. Lotus er trupult at stýra. Ikki ber til at nýta Joystick, men bert músina ella tastaturið. Og tað ber ikki [...] Hvat hjálpir tað, at søgan er bæði upprunalig og spennandi, og at grafikkurin av álvara skapar eitt gott umhvørvi, tá spælið er av hundanum til at spæla? Framleiðararnir at Meat Puppet hava eyðvitað gloymt [...] gloymt, at spøl eru til fyri at verða spæld. Ringan maga Tað sær annars væl út. Heitið skal takast næstan bókstaviliga. Høvuðspersónurin er eitt kvendi, ið eitur Lotus Abstraction, sum er komið millum ringar
so leingi. Men tað gongur framá hvønn dag, hóast tað gongur spakuliga, sigur Egil Olsen. Og hann leggur afturat, at framleiðslan gongur hampiligt kortini, men sum frálíður verður tað nógv betri. Men so [...] hann helt, at tað gekk bara heilt væl... Sjálvur ivast hann heldur ikki í, at framleiðslan fer at ganga nógv betri. Tey duga jú at arbeiða fisk. Tað skal bara eitt sindur av venjing til, sigur stjórin [...] hevur verið eitt sindur truplari enn væntað. Tað hevur gingið eitt sindur trekari á Sandi, enn teir høvdu væntað. Og í Skopun eru tekniskir trupuleikar enn, so tað virkið verður heldur ikki latið upp nú í
Hondbólturin í Klaksvík hevur ikki altíð havt tað gott, men nú er tað komið so langt, at eingin manshondbóltur verður í ár. Nevndin í Stjørnuni hevur avgjørt at taka mansliðini úr kappingini, og bert hugsa [...] at venja hondbólt. Tað sum hevur verið trupulleikin er, at tá teir koma í unglingaaldur, hvørva teir. Tað ætla vit at broyta, so vit fáa ungu spælararnar í dag at halda fram til teir koma á mansliðini [...] , sigur Ólavur Poulsen. Tað er skuffandi at taka eitt so ógvusligt stig, sum at taka mansliðini úr kappingini, men vit hava tosað væl og virðiliga um tað, og eru komnir til ta niðurstøðu, at skal gongd
framúr og var útrúliga góður, og Barbara gjørdi tað helst eisini, men av tí at tað vóru settar so stórar vónir til hana, so var ringt heilt at liva upp til tær. Filmurin var annars meira hummoristiskur, [...] teimum tiltøkum og fyrireikingum tað hevur gjørt. Haraftrat hevur landsstýrið lagt bygningarnar til í Tinganesi. Menna ferðavinnu Landsstýrismaðurin heldur, at tað er eitt gott mál við filminum at menna fe [...] og tí heldur hann tað eisini vera eitt gott hugskot at byggja nýggj hotel í landinum. Í løtuni liggja umsóknir til tvey hotell í býráðnum í Havn, og Sámal Petur í Grund vónar, at tað kemur okkurt ítøkiligt
ikki gjørt tað stóra við marknaðarføring, sigur hann, men hava mest hildið seg til at selt til fyritøkur. Teir selja arbeiðsklæðir, so sum ketildraktir, handskar og tílíkt. Millum annað ber til at fáa ullintar [...] sinnaðir at taka yvir. Kristmund Kunoy nýtti høvið til at takka teimum, sum við vóru og teimum, sum høvdu hjálpt til at fáa stevnuna upp at standa, fyri gott samstarv. Eisini Barbara Klæmint Olsen, formaður [...] Barbaru. Hann vísti til myndina í filminum, har Gabriel vísti teimum báðum, Barbaru og vinkonuni Súsonnu, tað, hann hevði at selja. Og hvussu Barbara lat seg freista av silkisokkunum. Tað, sum Gabriel gjørdi
ungu genturnar, at tað var bara fyri fyrst, tær átóku sær hetta arbeiðið. Gjørdi krambayrkið til sítt lívsstarv Soleiðis hugsaði Sunnivá ikki. Hjá henni var tað beinanvegin greitt. Tað at standa aftan fyri [...] plagdu tey at taka sær av løttum. Ein íbúð hoyrdi til leigumálið hjá handlinum, og har plagdu tey at baka pannukøkur og tílíkt, um stundir vóru til tað. Til arbeiðis við stokkum Oddvald Ørvarodd var skræddari [...] Tað er so mangt sum broytist á mansins ævi, verður tikið til, men tað eru eisini viðurskifti, sum kanska ikki broytast so nógv, men sum vit virðismeta. Eitt nú at koma í handil, har yrkislærd veita tær