Johansen og Pól F. Joensen hava úttikið U17-landsliðið við dreingjum, ið skal til EM-endaspælið í Kroatia. Fyrsti dystur verður spældur 3. mai. Leygardagin setir føroyska U17-landsliðið kós ímóti Zagreb í Kroatia [...] kapping. Hóast eg sjálvur nú samanlagt havi roynt hetta í tíggju ár, og verið til 78 landsdystir við U17-liðnum, so hava vit ongantíð áður verið til eitt endaspæl, og tí vita vit ikki heilt hvussu hetta [...] ferðalagið fer úr Føroyum leygarmorgunin 29. apríl, og verður vónandi ikki aftur fyrr enn leygardagin 20. mai - dagin eftir finaluna. Hópurin sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð, Víkingur Bjarti Vitalis Mørk
Harafturat hevur Jóannes K. Danielsen eisini longt um sáttmálan. Hetta skrivar heimasíðan hjá KÍ í dag. 20 ára gamli Jóannes Bjartalíð skeyt í fjør tilsamans 22 mál fyri KÍ, og tað er einki at taka seg aftur [...] ársins liði í Effodeildini í fjør. Jóannes K. Danielsen er 19 ára gamal. Hann hevur áður gjørt um seg í U18 og í løtuni mest í 1. deild, men – sum sáttmálin eisini prógvar – so er vón um at hann fer at fáa
Skotland - Føroyar 2-0 (0-0) 1-0 Innes Cameron, 59. 2-0 Jack Atkinson, 68. LIÐUGT, 2-0 til Skotland: So er søguligi dysturin hjá U-17 landsliðnum í EM-endaspælinum liðugur, har skotar vunnu 2-0. Sum heild var [...] inn, meðan liðskiparin Stefan Radosavljevic fer út. MÁÁL, 2-0 til Skotland, Jack Atkinson, 68 minuttir: Nú hevur Skotland lagt seg á odda 2-0. Málið kom eftir eitt miseydnað útspark frá føroyska málverjanum [...] Í dag klokkan 11:00 spælir føroyska U-17 landsliðið ein søguligan dyst í føroyskari fótbóltssøgu. Talan er nevniliga um dyst í EM-endaspælinum ímóti Skotlandi, sum altso er fyrsti dystur í einum endaspælið
kort. Føroyska U-17 landsliðið spælir leygarmorgunin klokkan 11:00 sín næsta dyst í EM-endaspælinum, tá føroyska liðið møtir Fraklandi. Skotland - Føroyar 2-0 (0-0) 1-0 Innes Cameron, 59. 2-0 Jack Atkinson [...] Føroyska U-17 landsliðið, sum í dag hevur spælt søguligan landsdyst, tá teir sum fyrsta føroyska lið nakrantíð hevur luttikið í einum EM-endaspælið, taptu fyrsta dystin móti Skotlandi 2-0. Sum heild var [...] ongantíð serliga vandamikið í álopsstøðu. Hálvleiksstøðan í dystinum var annars 0-0, og tað gingu heili 20 minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn skotar fingu glið á. Tað var innskifti, Innes Cameron, ið legði
samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av U17 landsliðsvenjarunum, Pól F. Joensen aftaná søguliga EM-endaspælsdystin millum Føroyar og Skotland, sum skotar vunnu 2-0. Fyrsti 60 minuttirnar av teimum, 80 møguligu [...] staðfesti, at hann fór at rósa sínum spælarum fyri eitt gott avrik: - Dreingirnir stríddust væl, slær U17 landsliðsvenjarin fast. Pól F. Joensen heldur eisini, at tað eigur at takast við í metingina, at Føroyar [...] Føroyar møttu einum ótrúliga góðum og sterkum skotskum liði í dag. Nú sita Pól F. Joensen og hin U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen og hyggja eftir dystinum millum Frakland og Ungarn. Føroyar spæla ímóti
hetta var ein EM-dystur. Orðini eigur U17 landsliðsspælarin, Hanus Sørensen, sum hevur sáttmála við FC Midtjylland. Eitt sterkt skotskt U17 landslið vann ein uppibornan 2-0 sigur á Føroyum. Hanus Sørensen heldur
Leygarmorgun klokkan 11 verður botnuppgerð í bólki B í EM-undankappingini fyri U17 landslið, sum er í Kroatia í hesum døgum. Tí tá møtast Føroyar og - heldur óvæntað - Frakland, sum bæði taptu sínar dystir [...] og síggj hæddarpunktini frá dystinum Ungarn-Frakland 3-2 (1-1). Støðan í bólki B: Skotland 1 dyst 2-0 3 stig Ungarn 1 dyst 3-2 3 stig ---------------------------- Frakland 1 dyst 2-3 0 stig FØROYAR 1 dyst
føðilandi og um lív sítt. Filmurin verður frumsýndur á Ærø 20. mars. Her sæst brot, ein brellbiti, úr filminum https://www.youtube.com/watch?v=RrmCUL0DSrU
Føroyska U17 landsliðið hevur havt sína seinastu venjing undan helst møtumiklastu uppgávuni higartil, tá okkara ungu menn skulu spæla móti Fraklandi. Tað er longu greitt, at nakrar broytingar verða á liðnum [...] liðnum. Asbjørn Heðinsson úr 07 Vestur bleiv útvístur í 2-0 tapinum fyri Skotlandi. Tí hevur hann leikbann. Steffan A. Løkin úr NSÍ hevur trupulleikar við stórutá. Arbeitt veður við at fáa áleyparan kláran
17 ára gamli miðverjin úr 07 Vestur, Dann Fróðason, fekk seg av álvara royndan, tá U17 landsliðið tapti 2-0 fyri Skotlandi. Hann er ein av trimum miðverjum á liðnum, sum allir eru yvir 190 sentimetrar