Á veg omaneftir Congoánni fær Dollin boð um at heimkallingin er afturkallað, tí ákærurnar móti honum vóru funnar at vera falskar. Tá er tað, at Dollin hittir Casement, sum manglar ein skipara og m [...] uttanfyri landoddarnar er í bókini ein drúgvur enskur samandráttur, sum serliga umfatar Congo-partin av bókini. Í bókini eru úti við 80 myndir, sum eisini hava enskan myndatekst. Tískil er bókin sera væl egnað [...] Óli Jacobsen Ì morgin kemur bókin um Dollan út. Hetta er ein sera áhugaverd og spennandi søga um ein havnarmann, sum tað kann sigast um, at hann hevur ávirkað heimssøguna, enntá til tað betra. Til fyri
Debes (1815-1856), abbi yrkjaran av sama navni, var eisini dreyari. Var eisini frisør Tað er ikki nógv sum er niðurskrivað um dreyaran, men Caroline Heinesen, mamma William, hevur tó hendan stubban: "Hver [...] 6.069 standandi i handlinum hjá M.C. Restorff. Í skiftinum er ein áhugaverd kontobók, sum eins og í eini bankabók frá 1870 vísir, hvat ið er sett inn við tilskrivaðum rentum, sum vóru 5% p.a. Legatið Wensel [...] klippede håret af os alle. Han boede i et hus som blev kaldt á Dunga, og stod der, hvor Kletts hus nu er på Bryggebakken. Hans søster var noget af det morsomste, man kunne tænke sig og så elskværdig. Hun
væntandi at hava ein stóran leiklut. Tað er møguligt, at Russland nú sær fyri sær, at tey kunnu finna neyðugu íløgurnar og atgongdina til heimsmarknaðirnar uttan sama stabilitetsstøði í Arktis [...] – Tað er ein grundleggjandi tvístøða í donskum verjupolitikki beint nú, at tú skalt javnseta Eystursjógv og Arktis. Higartil hevur verið ein Eystursjógvur-fyrst-logikkur, men Arktis er blivið [...] Arktis, greiddi hann frá: "Her er atgongd til sjógvin, og tá gerast fjarstøðurnar (til USA, red.) minni, tá tú brúkar Arktis til sjóseting, uttan mun til hvat vápn tað er." Vanligu herdeildirnar í Russlandi
at forsyrgja henni, lýgur og lumpar, men endamálið er gott: Tey góðu fáa løn fyri sítt álit og tey óndu verða snýtt. Leikurin er um 45 minuttir og er fyri børn og øðrum sum dámar ævintýr. Karavella Ma [...] hevur í løtuni 13 leikarar. Rakel Helmsdal er leikhússtjóri og hevur sjálv skapt leikararnar, leikhúsið, skrivað leikin og spælir allar leiklutirnar. Hon hevur tó fingið holla hjálp frá Ole [...] verkætlanina saman. Ein karavell er eitt tvey- ella trýmastrað seglskip. Tað er lætt at stýra, lætt og siglir skjótt. Navnið hóskar tí væl til eitt leikhús, sum er bygt til at taka sundur og fara á ferð
sum trúðu skriving Fríu Föroya, men nú er so endiliga vend komin í við tað, at partur av kanningini, sum søgufrøðingar løgtingsins hava gjørt í skjalasøvnum í USA, er likin út. Øll kanningin verður helst [...] eru skermarnir sostatt ein »kommunikationsstøð«, sum sendir viðari serligar upplýsingar- ein sonevnd NARS-støð (North Atlantic Radio System), varð sagt í greinini. Aðalbrot á danskan hernaðarpolitikk Í greinini [...] landaøki. Danir hava øll hesi 25 árini sagt okkum, at Føroyar eru partur av danska kongaríkinum, sum er limur í NATO. Tí kunnu vit føroyingar ikki krevja, at NATO-støðin verður burturbeind. Men nú vísa hesir
tónleikara, at gera hesa viðmerking á Facebook: » – Einaferð fyri nógvum árum síðani fekk eg handskarnar hjá Kaj Leo. Var til dyst í Gøtu við babba og rann yvir til hann, tá ið dysturin var liðugur. HB [...] Og tað var eg í fleiri vikur aftaná. Tað eru nokk eini 20 ár síðani. Eg eri vorðin vaksin og hann er vorðin løgmaður. Og nú lesi eg eina støðudagføring her á facebook, har hann biður meg fara í hansara [...] That’s life. Men hinvegin eru vit nokk fá, ið halda okkum vera før fyri at stýra hesum landinum. Tað er nokk ein av teimum størstu uppgávunum, ið ein kann átaka sær. Men tað hevur tú hildið teg verið føran
Dánjal av Hvítanesi, sum er ein góð lýsing av einum av teimum, sum løgdu grundina undir okkara samfelagi. Nena eigur stóra tøkk fyri, at hon hevur tryggjað, at henda frásøgn er og verður varðveitt. __ [...] so tjúkt í mjørka, at hann laðaði ein varða, sum varð kallaður Sloans varði. Hesin varðin er burturi nú og er horvin í onkrari vegagerð. Einastu hús á Hvítanesi við tilknýti til brøðrasamkomuna var okkara [...] í 1948 við Naenu, dóttir Perlinu og Poul Amaliel Mikkelsen úr Syðrugøtu. Naena er av góðum bergi brotin. Í faðiættini er hon av Barbustovufólkinum. Abbin, Petur Pauli, var tiltikin fyri sína styrki
sannlíkt er slitið íkomið av skeljafiskarum, sum dreggja sunnan fyri Orkneyoyggjarnar. Brekið á Shefa-kaðalinum er bert eitt av fleiri, sum eru hend í økinum sunnan fyri Orkney, og talan er um t [...] javnan eru slit íkomin, tá dreggjað er eftir skeljum. - Nú er hetta slitið somikið nýtt, og tí kann eg ikki her og nú staðfesta, at talan er um slit av hesum ávum, men tað er rætt, at hetta ofta hevur verið [...] verið atvoldin, sigur Páll Vesturbú, stjóri á FT Net. Talan er um stóra útreiðslu, hvørja ferð slit er á kaðalinum. Kostnaðurin fyri at umvæla slík slit liggur um einar tvær milliónir hvørja ferð
haldi, at Føroyskar Søgur av álvara hevur varpað ljós á, at tíðin er búgvin til, at vit fáa eitt savn fyri livandi myndir í Føroyum, tí tað er í tøkum tíma, at hetta arbeiði verður gjørt. Fólk eldast, og [...] upplivað, at eitt brúksvirði er í gomlu filmsrullunum, ið hava ligið og savnað dust á loftinum ella úti undir væðingini í nógv harrans ár. Burtur úr tí rúgvusmikla tilfari er gjørt eitt úrval av fangandi [...] sterkasti miðil, ið finst, tí tær megna at skapa eina heilt serliga nærveru og uppliving hjá fólki, sum er ógjørligt at skapa við øðrum miðlum. Vit kunnu spegla okkum í livandi myndum, og tískil kennist
skulu fáa á føtur hvønn dag. Tá er ikki torført at ímynda sær, at tað er nógv skjótari, at vit sjálv gera alt tað praktiska arbeiðið, umframt at vit hjálpa meira enn gott er at fáa tey upp, vaskað og latin [...] skulu tey vitja fleiri fólk og hjálpa teimum at gera døgurðan kláran, og síðan er reingerð á skránni. Flestu fólk vita, at tað er nógv skjótari, at heilsustarvsfólkið ger alt sjálvt, heldur enn at tað [...] politikarar viðurkenna, at tað at arbeiða við fólki er eitt ógvuliga týdningarmikið starv. Í løtuni eru alt ov fá, ið vilja vera heilsustarvsfólk. Starvið er illa lønt, og tað krevur, at tú skalt arbeiða