EIN PORTALUR TIL NÝGGJARI FØROYSKA SØGU

HUGLEIÐINGAR: Filmur er sterkasti miðil, ið finst, tí hann megnar at skapa eina heilt serliga nærveru og vekja kenslur og upp­living hjá fólki, sum tað er ógjørligt at gera við øðrum miðlum. Tískil kennist filmsfløgan Føroyskar Søgur eins og ein portalur, ið verður latin upp til nýggjari føroyska søgu

Sum smádrongur elskaði eg at gista hjá ommu mín­ari í Runavík um vikuskiftini. Karin omma var eitt serligt fólk, ið dugdi ómetaliga væl at siga frá, og minni hevði hon sum fáur. Visti alt um familju, og so minnist eg meg ongantíð hava hoyrt hana sagt eitt øvugt orð um nakran ella nakað.

Har hevði eg eitt friðskjól, um tað gjørdist ov buldra­sligt har heima, ella eg bara hevði brúk fyri at vera eitt sindur fyri meg sjálvan, ið ikki altíð var so lætt, tá ein hevði fýra systkin.

Serliga spennandi var at fara aftur um rygg­len­ið í sofaini, har omma goymdi alskyns gomul dag- og vikubløð – føroysk eins væl og donsk. Tað gav mær altíð eina serliga kenslu at sita og granska hesi gomlu bløð, ið kendust eins og ein tíðarlummi ella ein portalur til eina farna fortíð, sum einaferð var livandi nútíð – klæðini, hárið, bilarnir.

Við árunum havi eg eisini upparbeitt ein stór­an áhuga fyri dokumentarfilmum, og tískil var tað at rokna sum ein uppgáva, ið var skradd­ara­seym­að til mín, tá eg í februar mánað varð upp­ringdur og spurdur, um tað hevði verið áhuga­­vert fyri meg at arbeiða við verkætlanini Før­­oysk­ar Søgur, ið Eik Banki og danska fram­leiðslu­felag­ið Substaz Nordisk Film høvdu tikið stig til í felag.

Spegla okkum í livandi myndum

Uppgávan ljóðaði, at eg skuldi samskipa ar­beið­ið at savna saman dokumentariskar films­­upptøk­um, ið eru gjørdar í Føroyum síðan filmsmiðilin varð upp­funnin, fáa tær yvir­spældar til eitt fram­tíðar­tryggjað format og síðan seta saman eina films­fløgu (DVD) burtur úr tilfarinum.

Skjótt gjørdist mær greitt, at gomlu før­oysku viku­bløðini hjá ommu vóru lítið av miklum, tá eg brádliga sat og hugdi at livandi myndum frá 25. juli 1907, tá ið Fríðrikur 8. steig á land á Konga­brúnni í Havn (tvey ár áðrenn omma mín varð fødd).

Liv­andi myndir eru sterkasti miðil, ið finst, tí tær megna at skapa eina heilt serliga nærveru og upp­living hjá fólki, sum er ógjørligt at skapa við øðrum miðlum. Vit kunnu spegla okkum í liv­andi mynd­­um, og tískil kennist tað ómetaliga for­­kunnugt at upp­liva teir gomlu føroyingar, ið vit einans kenna frá deyðum myndum og søgu­bókum, verða vaktar aftur til lívs.

Serliga tankin um, at hetta arbeiði fór at vera til gagn fyri núlivandi og komandi ættar­lið av før­oy­­ingum, tiltalaði meg. Allar yvirspæl­ingarnar fara nevni­­liga at liggja í savninum hjá Kringvarpi Føroya fyri eftirtíðina, og har­við verður samlaði før­oyski mentanararvur á filmi latin upp fyri øllum. Tað fer uttan iva at hava stóran týdning fyri søgufatanina hjá komandi ættarliðum av før­oy­ingum.

Indiana Jones

Arbeiðið við Føroyskum Søgum hevur ikki ein­ans givið mær møguleikan at pleygað mín søgu­áhuga og áhuga fyri dokumentariskum filmum. Tað hevur eisini talað til mín innara detektiv ella ævintýrara. Eg havi til tíðir kent meg sum ein annan Indiana Jones í einari endaleysari jagstran eftir filmsdýr­gripum.

Eitt hitt mest forkunnuga filmsfundið bleiv gjørt í Oyndarfirði. Eftir eitt tipp frá einum eldri manni í Havn stóð eg brádliga í gomlu húsu­num, ið stór­bóndin og handilsmaðurin í Oyndarfirði Klæ­­mint Høgne­sen læt byggja í 1856. Tað vísti seg, at yngsti sonur Klæmint, Julius Høgnesen, ið blað­ungur flutti til Dan­markar at lesa til apo­tekara, legði rættiliga fitt av filmstilfari eftir sær, tá ið hann andaðist í 1931. Julius var eftir øllum at døma ein verðins­maður, ið hevði klárað seg væl og tískil havt atgongd til hópin av hentleik­um, sum ikki vóru hvørjum manni beskorið um hetta mundið, mill­um annað eitt filmsupptøkutól. Við tí hevði hann filmað ferð sína til Føroya í 1930 frá byrjan til enda, og kunnu hesar upptøkur nú upplivast á Før­oyskum Søgum undir heitinum »Aftur á slóð­ina«.

Men eingin Indiana Jones veiðiferð, uttan at ein fella ella eitt forbannilsi er knýtt at dýr­gripi­num. Vit blivu eitt sindur skakkir, tá ið vit funnu út av, at nakrar av rullunum vóru so gamlar, at tær vóru úr nitratfilmi, ið kann festa í av sær sjálv­­um, tá ið hitin nærkast teim­­um 40 stigunum. Hetta visti eg einki um, fyrr enn eg fór inn á Short Cut-filmsverk­staðin í Keyp­mannahavn við teim­um, og allar ávar­ingar­lampur fóru at blinka. Eg varð jarð­lagd­ur, og gomlu, snotiliga kakueskj­urnar við 35 mm filmsrullu­num, sum systir Julius, Henri­etta, hevði havt við sær, tá hon flutti aftur til Føroya í 1945, vórðu skryktar frá mær og blak­aðar inn í eitt eldvart nitrat­skap. Tær rull­ur­nar havi eg havt standandi á skriviborði­num.

Tað skal sigast, at mann gavst at brúka nitrat­film, sum burtur av bleiv brúktur til 35 mm filmar, fyrst í 50unum, tá man fór at brúka organisk evni at gera film úr. So eingin, ið eigur 8 ella 16 mm filmsrullur hevur nakað at bera ótta fyri.

Tørvur á einum filmsavni

Hóast hvøkkin, so eiga allir føroyingar, sum av sínum einslistum hava varðveitt føroyska films­arvin gjøgnum ættarlið heima við hús, stórt rós. Eg haldi, at Føroyskar Søgur av álvara hevur varpað ljós á, at tíðin er búgvin til, at vit fáa eitt savn fyri livandi myndir í Føroyum, tí tað er í tøkum tíma, at hetta arbeiði verður gjørt. Fólk eldast, og filmsfram­vísararnir eru langt síðan gingnir fyri. Tískil brenna nógv fólk inni við gomlu filmsrullunum, ið tey ikki ordiliga vita, hvat tey skulu gera við.

Føroyskar Søgur hava verið eitt gott høvi hjá fólki at fáa yvirspælt filmsrullurnar á eitt nýtt format, ið tey kunnu hyggja eftir, og samstundist hava tey eisini verið ómetaliga glað um at kunna geva sítt íkast til verk­ætlanina og upplivað, at eitt brúksvirði er í gomlu filmsrullunum, ið hava ligið og savnað dust á loftinum ella úti undir væðingini í nógv harrans ár.

Burtur úr tí rúgvusmikla tilfari er gjørt eitt úrval av fangandi og sjálvstøðugum søgum, ið hava upp­tikið fólk og havt týdning fyri, hvussu vit liva í dag. Talan er ikki um almennu føroya­søguna, men um løtumyndir úr ger­andis­degnum hjá føroyingum seinastu 100 árini. Hetta hevur kanska verið torfør­asta avbjóð­ingin, tí í valinum av søgum og film­kutum liggur eisini eitt frával av øðrum.

Í fleiri førum hava vit funnið gamlar filmar, sum í sjálvum sær hava verið smáar søgur, og tískil hev­ur tað meira verið ein spurningur um at finna okk­urt at siga til góðu myndirnar. Besta dømi um hetta er Føroya-filmurin hjá Juliusi Høgne­sen. Í øðrum førum hevur av­­bjóð­ingin verið at sita við nøkrum films­kutum og roynt at fingið tey sett saman til eina søgu.

Søgujunkie

Tað hevur havt sínar avleiðingar fyri meg at fáa loyvi til at kava niður í stóra føroyska filmsarvin. Eg eri vorðin søgujunkie. Eg fái ikki ført eina sam­talu uttan at snara hana inn á søguligar hendingar og gamlar filmar í rust­að­um metaleskjum. Til mína verju, skal sigast, at eg havi inntikið eina ómeta­­liga stóra nøgd av hesum gomlu filmum upp á stutta tíð, tí eg havi bókstaviliga ligið undir­­­grivin í teimum frá morgni til myrkurs í skjótt eitt ár. Tað hevur riðið um snarið til eina yvir­­dosis fleiri ferðir.

Hóast eg eri vorðin filmsmisnýtari, so hevur arbeið eisini verið ómetaliga gevandi. Tað hevur verið ótrúliga stimbrandi at merkt tann stuðul, ið bæði fólk, feløg og virkir hava sýnt verkætlanini. Hundratals filmsrullur eru latnar inn, og allastaðni, eg havi spurt meg fyri, hava fólk verið sinnað at hjálpt á ein ella annan hátt.

Størsta gávan er tó tey sambond, ið eg havi fingið við øll tey mongu fólkini, sum hava hjálpt okkum við at gera Føroyskar Søgur til veruleika – ikki minst teir føroysku films­undangongumenn, ið enn eru á lívi í dag, eitt nú Jákup Andreas Arge og Dánjal Jákup Mortensen. Føroyskar Søgur eru ogn­aðar hesum fólkum, ið gingu undan og av sínum eins­listum filmaðu og skjalfestu, langt áðrenn nakar annar sá týdningini av hesum arbeiði. Tað er teimum fyri at takka, at vit í dag kunnu njóta Før­oyskar Søgur.

 

Uni L. Hansen, samskipari