menn, sum hava nógvar fiskimenn siglandi við sínum skipum. Meðan onkur bygd kann sigast at vera línubygd burtur av, er Vestmanna bygdin, sum hevur traditión fyri trolvinnu. Vit plagdu at siga, at Klaksvíkin [...] stóra frystigoymslu, sum saman við nýggja gulllaksavirkseminum er ein íløga upp á einar 30 miljónir krónur tilsamans. Seks skip plaga at fáa loyvi at veiða gulllaks í vertíðini, sum er summarhálvan. Tey [...] Seafood og nýggja gulllaksavirkinum Atlantis, sum reiðararnir í bygdini saman við øðrum hava lagt lunnar undir. Tey, sum starvast her, eru dugnalig fólk, sum fleiri hava arbeitt í fiskavirkisvinnuni í mong
ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við kenning. Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at blóðroynd er tikin, og tað verður úrslitið av henni, sum verður avgerandi fyri, hvør sektin [...] í gjárkvøldið, har tað vísti seg, at tey, sum vóru í bilinum, høvdu rúsevni uppi á sær. Løgreglan sigur, at talan var um smáar nøgdir, sum kortini geva bøtur fyri at hava rúsevni uppi á sær. - Seinnapartin [...] Havn. Her var eingin fólkaskaði, men annar bilurin fekk stóran skaða. Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at aftari bilurin helst ikki hevur hildið neyðugu frástøðuna, og tað kann geva klipp í koyrikortið
stóru tíðindini at frætta frá undanfarna samdøgri. - Ein bilførari er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum, og ein varð tikin fyri ikki at brúka trygdarbelti. Løgreglan sigur, at blóðroynd er tikin [...] Saltnesi. Vaktleiðarin sigur, at talan var um olju á vegnum, men løgreglan veit ikki, hvør hevði mist oljuna, sum varð vaskað burtur. - Vit fingu eisini eina fráboðan um, at onkur koyrdi á prutli á einari gongugøtu [...] átti prutlið, so tað var skjótt, at tey funnu eigaran. - Sonurin í húsinum, sum hevði koyrt, og her skuldu foreldrini taka eitt prát við hann, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
danskur yvirklassapróstur, sum er vanur við at fáa sín vilja ígjøgnum. Sjómansprestarnir ræddust hann so illa, at tá ið vit vóru savnaðir saman, var tað eingin sum tordi at seta seg við hansara borð, og [...] hevur tikið honum nøkur fá sekund at rokna út, at har var als eingin vandi á ferð. Hann kundi róliga gera tað, sum hann altið hevði ætlað sær, at leggja so harðar treytir á, at tann danska sjómanskirkjan fór [...] sjómanskirkjuni, tí sum onkur av teimum segði aftaná, at tey vóru bangin fyri, at gingu tey ikki undir treytirnar hjá Claus Harms, so fingu tey ongan sáttmála. Eg hugsaði mítt. Ótrúligt, sum fólk hevði skilt
hann at Landsstýrið roynir at skapa so góðar karmar um vinnuna sum gjørligt, men beinleiðis at stuðla vinnuni kemur ikki upp á tal. Tað má sigast at vera eitt av søgunnar heilt stóru paradoksum, at ein [...] sannroyndin er, at einki ríkið letur frá sær ognir við góðum, tá er tað mangt sum bendir á, at landsstýrið, við serliga virkna leikluti løgmans, er endað í eini danskari fellu, sum tung verður at sprakla seg [...] harundir at býta virðini soleiðis at samfelagið ikki gerst vinskt, at somu rættindi galda fyri øll og at lynt verður áhaldandi undir tjóðarinnar virðir bæði andaliga og tímiliga. Dagsins veruleiki er, at danir
var so nógv at velja í, at eg hevði ilt við at av--gera, hvørjar litir eg skuldi taka heim við mær. Ja, satt at siga føldi eg meg sum hermannin í ævintýrinum “Eldførið”, tá hann, eftir at hava fylt lummarnar [...] Crusoe, sum fór rannsóknarferð á síni oyggj. - Tú, eg skal siga sum er, at eg varð fyltur við slíkari vælveru, meðan eg stóð her einsamallur í kvirruni og við øllum vakurleikanum rundan um, at eg mátti [...] mong, at tað er torført at taka eina avgerð, sigur hann við ein-um brosi. Men tá talan var um lagn-una hjá køkinum, var av--gerðin einføld: Hví ikki royna og vísa í verki, at tað sum ein kann gera sum lista-maður
Helt meg vita, at eg var á rættari leið , málsliga altso, men hugaligt at fáa staðkønan, sum eitur í Lambanum, at vátta tað. Takk fyri eina forvitnisliga frágreiðing! Ein onnur serkøn hevur annars eisini [...] (ein) Lambi, alt sama kallkynsorð! FEGNAST UM BROYTING: Løgið, at tú eftir kallkynsniðurstøðuna frøist um málsliga ólagið, nú onkur ætlar at broyta orðið ein lambi til eitt lamba (ella hvat kyn Lamba nú [...] um sagnorð, at skála!? Múli sleppur tó framvegis at eita ein múli! Skilji hvør, ið skilja kann! ALTÍÐ SAGT TAÐ?: Soleiðis hava vit altíð sagt, vilt tú vera við. Ja, kanska nógv av okkum, sum nú eru uppi
Tí tað eru tveir mátar at verða mintur søguliga uppá; antin at finna skilagóðar og haldarar loysnir, ella at standa sum eitt tvørball sum altíð lá á tvørs, sum oftast bara fyri at verða tað. Og teimum seinnu [...] Eg royndi at greiða hesum góða Søren frá, at eg hevði tað fatan at hesi, sum góðu øllum heiminum eina so ljóta mynd av føroyingum og Føroyum als ikki vóru í meiriluta. Teir vóru at rokna sum Hizbolla og [...] ger okkum fyri skommum við at geva øllum tað fatan at vit eru av somu fatan sum hann, ella tá ið onkrir av okkara tingmonnum í donskum fjølmiðlum siga tað sama, umframt at koma við idiotiskum, átrúnaligum
var, at eg fór avstað uttan nakað sum helst. Kundi bara flenna at, hvussu vánaligt kvøldið hevði verið. Sum sagt dugi eg at síggja, hvat Logan ger, og hví fólki dámar tað. Tað er stuttleikin í at kunna [...] hoyrdist eitt sveimandi lag. Írskur fólkatónleikur. Eg hugsaði, at hetta mundi fara at verða ein spennandi konsert; ein gevandi framførsla, sum fór at geva mær meira innlit í írsku røturnar. Eg havi ongantíð [...] alt ov nógv burturúr og tóktiskt mest sum einans at vilja sleikja upp til Logan, sum hoppaði og dansaði beint frammanfyri seg. Samanspælið var ok, men ikki nógv at reypa av. Tó var eg rættiliga hugtikin
Lenu Andersen, sum fer at geva eina fløgu við andaligum tónleiki út. ? Meginparturin verður andaligt, men onkur romantiskur sangur verður tó eisini, sigur Maria Andersen. Hon sigur, at løg sum Bert ein dag [...] plagdi at siga, at hon var longu byrjað at syngja, meðan hon sat í barnastóli. Upp gjøgnum barndómin sang hon bæði í kóri og í smærri bólkum. Hennara familja hevur altíð havt nógv við tónleik at gera. Abbi [...] svigarsonurin, Niklas, sum hava eggjað Mariu til at geva hesa fløguna út. ? Tey hava staðið aftan fyri meg allatíðina hesum viðvíkj-andi, og tað verður eisini Niklas, sum fer at taka fløguna upp og orna