ikki mætari út enn at landsstýrið hevur ilt við attaka eina støðu, tá tað snýr seg um at taka suðuroyingar og Suðuroynna fyri fult. Tað sýnist sum at hesin fjarskotni parturin av landinum líkasum hoyrir [...] landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum í sending í SVF tíanverri helt seg til ta hálvu og næstbestu loysnina, tá tað snýr seg um at byggja nýtt skip til Suðuroynna. Nú vil onkur siga, at tað er ikki [...] Føroyar, og er hetta ein støða, sum ikki minnir sørt um hana í Íslandi, har nærum øll menning snýr seg um Reykjavíkarøkið. Ikki minni enn fýra ferðir er avgerðin um at byggja nýtt suðuroyarskip útsett.
gera eina grundlóg fyri eitt føroyskt fullveldi longu nú, áðrenn Føroya fólk er eftirspurt, um vit skulu hava nakað fullveldi. - Hetta fer einans at hava ein propagandistiskan leiklut fyri fullveldisætlanini [...] arbeiðið, fyri at fáa eina sjálvstøðuga føroyska rættarskipan, frá arbeiðinum við at gera eina grundlóg - tí fellur fullveldisætlanin við komandi fólkaatkvøðu, so fellur eisini grundarlagið fyri grundló [...] viðkaðan arbeiðssetning fyri grundlógarnevndina, sum eitt nýtt §1, stk. 2,: ?Nevndin skal í øðrum lagi gera uppskot til tær broytingar í verandi ríkisgrundlógini, sum krevjast fyri at tryggja føroyskum
B1913. B1913 hevur annars staðið seg væl í ár, men tá gott 20 minuttir vóru eftir at leika, var tað framvegis Hvidovre, sum var á odda í dystinum. Sum tað so ofta hevur víst seg í ár, so megnaðu Óli Johannesen [...] Johannesen og teir tó ikki at halda fast, og tí máttu teir fyri sættu ferð í ár taka til takkar við einum javnleiki. Taptu á botnliðið Hjá Randers Freja og Atla Gregersen hevur gingist heldur betri enn hjá Hvidovre [...] deildini varð avgreitt leygardagin. Mistu aftur Í Hvidovre vóru ætlanirnar stórar, tá Peter Schmeichel fyri einum ári síðani keypti partapeningin í felagnum. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp, og hetta kap
nýggjan leiðara. Tað er greitt, nú Eirik Suni Danielsen, eigari og leiðari av gistingarhúsinum, takkar fyri seg á nýggjárinum. Tað boðar nevndin í gistingarhúsinum frá í tíðindaskrivi. Fráfarandi eigarin og [...] sum standa fyri framman. - Gjáargarður hevur verið ein avbera stórur partur av mínum lívi seinastu mongu árini, men tíðin er komin hjá mær at ganga aðrar leiðir, og tí eri eg sera glaður fyri, at virksemið [...] hetta kann halda fram sum áður, sigur Eirik Suni Danielsen. Í tíðindaskrivinum takkar nevndin í Gjáargarði Eirik Suna fyri góða samstarvið hesi árini og fer nú undir tilgongdina at finna og seta nýggjan
gjørt tær seinastu kappingarnar. Rann undan øllum beinanvegin. Hann rann einsamallur á odda umfar fyri umfar allan vegin á mál og vann sítt fyrsta FM-heiti á 10 km. Hetta var hansara fimti sigur í Betri [...] Viðoy, Regin Thomsen og Dánjal Dahl Ljósheim, ið kappaðust um hini oddaplássini. Spenningurin helt seg heilt fram til endaspurtin, har Peter Jensen vísti størstu styrkina og kom á mál sum nummar tvey. Dánjal [...] einans endaði á einum fimta plássi í gjár, so megnaði hann kortini at halda so stutta frástøðu millum seg og Regin Thomsen, at tað var nokk til eitt silvurheiðursmerki í samlaðu kappingini. - Undan kappingini
javnleiki. Finnbjørn Vang legði hart út fyri klaksvíkingar á øðrum borði móti Herlufi Hansen. Tað sá eisini ógvuliga lovandi út hjá Finnbirni, men Herluf vardi seg væl og fekk avviklað støðuna til egnan [...] fólkinum, har hann lat tvær finnur fyri virkið spæl. Helst skuldi Rani fingið okkurt burtur úr góðu støðuni, men Margar fekk allatíðina hildið støðuna, og Rani mátti taka til takkar við javnleiki. Stigtakarin [...] grótið omanyvir seg, og tí legði hann kong, eftir at Haldur fór avstað við einum riddara. Ein sigur á 2½ hevur vanliga verið gott úrslit móti Havnini, men hesaferð var tað ikki nøktandi fyri klaksvíkingar
eru tíðarvilstir og hava ikki flutt seg, eins og málrøktin og málið sjálvt hava flutt seg. Viðhvørt fært tú ta kenslu, at teir bara vilja hava rok og upploysn fyri at fáa rok og upploysn, tí tú hoyrir [...] fram í. Soleiðis er ágangurin hjá Málfelagnum á málrøktarstevnuna í Føroyum. Longu fyri 15 árum síðan løgdu orðabøkur seg á eina málsliga miðleið, og føroyskt er tí nú munandi meira rúmligt, enn tað var [...] vorðið hjartanemandi kul og megafeitt á føroyskum. Teir í Málfelagnum, sum tala fyri at skriva eitt nú Chile í staðin fyri Kili og tí vilja proppa allar møguligar fremmandar stavir inn í føroyska stavraðið
Stórustovu leggja navn til. Tíðindaskrivið endar við obligatorisku orðingini um, at FSF takkar Ísaki Mikladal fyri drúgvu tíðina, hann hevur arbeitt sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, føroyskum fótbólti [...] FSF-húsinum. Umframt at vera ráðgevi, skal nú fyrrverandi aðalskrivarin eisini taka sær av øðrum uppgávum fyri Fótbóltssambandið. Hvørjar uppgávur, talan er um, verður ikki sagt nakað beinleiðis um, men sum skilst [...] fundinum, at hann var sinnaður at fara frá. Og longu fríggjakvøldið hevði hann givið til kennar, at hetta fyri hansara part kundi gerast útgangurin av málinum. Í gjárkvøldið var hetta so endaliga staðfest. Mánadagin
í dag eitt ára dagin fyri at mamma hansara, Elizabeth dronting, doyði. – Vit minnast við stórari viring drúgva lív hennara, at hon gav seg til tænastu og alt, sum tað merkti fyri so nógv okkara, sigur [...] at Charles sjálvur tók við sum kongur. Hann takkar almenninginum fyri stuðulin, sum hann hevur fingið fyrsta árið sum kongur. – Eg eri sera takksamur fyri tann kærleika og stuðul, sum er vístur mær og [...] og konu míni hetta árið. Vit gera okkara besta yri at vera tl tænastu fyri tykkum øll, legði hann afturat. 'O dag er tað júst eitt ár síðani, at Elizabeth drotning eftir 70 ár á trónuni doyði á Balmoral
missa fótafesti. – Eg hvíli væl í tí, sum eg geri og eri takksom fyri at eg kann gera tað, sum eg elski at gera. Men eg havi brúk fyri at merkja, at eg flyti meg, sigur hon avgjørd og leggur aftrat, at [...] er meira pop, rock og indiekend, sigur Eivør Pálsdóttir. Songkvinnan úr Gøtu er í dag 26 ára gomul. Fyri 13 árum síðani, tá Eivør var 13 ára gomul, vann hon ársins songrødd í Føroyum. Sum 15 ára gomul byrjaði [...] kemur á marknaðin í næstu viku, og eina fløgu, sum verður givin út í mai. Jens L. Thomsen stendur fyri framleiðsluni, Høgni Lisberg spælir trummur og Mikael Blak spælir bass. Harumframt hevur Petur Pólson