leggja saman áðrenn hann er liðugur, so vit síggja, hvørjar niðurstøður, hann kemur til. Og ikki minst er rætt at bíða, til vit síggja, hvørjar fyrimunir, og, hvørji vandamál hann sær við kommunusamanleggingum [...] vendst ikki aftur, hóast onnur kommunan kanska følir seg skúgvaða til viks í samstarvinum. Hann sigur, at nógvir politikarar hava lyndi til at mála alt so ljósareytt og royna at fyrigykla fólki, at bara lagt [...] er eitt stórt stig at taka. ? Ein ein lítil kommuna leggur saman við eini stórari, er at spæla við eld.... Jógvan Mørkøre í Hósvík er royndur kommunalpolitikari. Og hann er eisini royndur í kommunalum samstarvi
áhugaverd og kveikjandi. Til hetta eru eftir mínum tykki trinnar orsøkir. a) Útvarpsmaðurin er væl fyrireikaður og kennir sítt tilfar til lítar. b) Sendingin er føroysk og ber brá av tokka til fólk, náttúru og [...] fríkirkjufólk við atliti til innihaldið kenna seg sett uttanfyri. Mær kunnugt hevur ÚF altíð havt ta kós, at ein morgunlestur skal vera so skrivaður, at hann skal vera eitt gott orð til øll tey, ið lurta. [...] skrivað og lagt til rættis, og vit kendu orðini í halgubók ljóða sum bergmál í okkara egnu tilveru og sálardýpi. Og lærdu nakað um lívið - eitt munadygt ískoyti. Evangeliið Tá halgan stundar til kemur sendingin
virðing minnast teir, sum ikki eru okkara millum meira, komu ikki aftur til lands av túri og nøvnini á varðunum eru mong, og tað legst til, sum árini ganga. Og vit mugu ásanna orðini, sum mangan verða havd [...] hav, meg ber hin skiftandi bylgja. Eg minnist hvøllar røddir í lugarinum ella í messuni, tá hesin sangur bleiv sungin, allir sungu við av hjarta, meðan skútan helt ferð sína yvir tíðarinnar hav, mest kærur
honum. Harumframt fer Árni Dahl frá forlagnum Fannir, at siga frá um forlagsarbeiði í Føroyum í dag. Sangur og tónleikur Ernst Sondum Dalsgarð syngur og Ólavur Jacobsen spælir guitar. Eisini verður felagssangur [...] nøkur orð um bókasavnið. Eisini verður okkurt fyri børnini. Drekkamunnur, smurt breyð og køka fæst til keyps.
Keypmannafelagið í Løgten/Skødstrup skipaði í døgunum 1. til 9. november fyri føroyskari viku. Og tiltakið eydnaðist heilt væl, siga fyrireikararnir. Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við [...] og hevur búð í fimm ár í Føroyum. So hjá teimum var eingin trupuleiki at kóka grind ella seyðarhøvd til teir umleið 130 gestirnar. Umframt varð eisini borðreitt knettum, turrum kjøti, rullupylsu og annars
1. deild menn: Kyndil-VÍF 24-23 (9-9) Kyndil setti rættiliga eld í oddastríðið í mansdeildini, og tað eru bæði ár og dagur síðani, at so spennandi var í manshondbóltinum Heili fýra lið liggja nú lið um [...] tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra bakki helt VÍF inni í dystinum nógva av tíðini. Løgdu til brots aftur VÍF var aftanfyri 8-3, tá 12 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, men áðrenn hálvle [...] hálvleikinum fekk Kyndil rætta somikið uppá mistøkini frá fyrra hálvleiki, at teir løgdu rættiliga til brots aftur frá byrjan av í seinna hálvleiki. Bárður Johannesen skoraði fýra ferðir á rað við júst
Brattaberg hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til. Tíverri verður nógv ull í dag brend og fer upp í royk. Men fáa vit gjørt eld og svidnaroyk um til pening, er ikki so lítið vunnið, heldur hann. Nú [...] Jonhild Kjørbo, Kata Mortensen og Karin Johansen fyri tiltakinum ?Av rættini til plagg³. Hetta var eitt tiltak at vita um tað bar til at fáa nakað burturúr føroysku ullini. Tey tóku ull inn, lótu hana spinna [...] heilt fitt sum frálíður. Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru sinnað at fáa hana til høldar. Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast
Týsdag kl. 8.30?12.30 Hósdag kl 8.30?16.30 Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til kl. 15.00. Tlf. 1.7597, skrivitlf. 1.6929 fax 1.3609 og teldupostadr. deaf@post.olivant [...] Hoyrið telefonsvararan á tlf. 86-180604. Føroyingar í Noregi Føroyingar og fólk við tilknýti til Føroyar hittast til óformligan hugna fyrsta leygardag í mánaðinum á Kafé Asylet, Grønland 28, í Oslo. Norsk-Færøysk [...] í Glyvra kirkju sunnudagin 14. des. kl. 16. Keldan, Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Jólahugni, sangur við Lisu, lovsangur v.m. Sunnudagi kl. 16: Barnajólafest. Lívsins Orð Barnamøti verður leygardagin
hevði sjálvur týtt hesa bøn til før-oyskt. Teir, sum hjálptu til í kirkjuliga arbeiðnum vóru Tróndur Olsen, Emil Joen-sen, prestur og Janus Øss-ur-son, kórdeknur. Gud-m-und kom til Keyp-mannahavn-ar og tók [...] sóknarprestur í Hesselager á Fjóni og síð-an 1931 og til hann doyði var hann eisini próstur í Gudme-Vinding Herreder. Eisini vórðu honum litin til mong álitisstørv. Alt, sum hann fekst við varð væl umsitið [...] í einum minningarriti, hvussu tað bar til, at hann tók á seg arbeiði millum før-oyingar niðri í Danmark. Hann sigur sjálvur, at tá slup-pirnar um heystið komu til Keypmannahavnar at selja fisk, plagdi
av sniði, sum fjarar og fløðir í nýmótans búna á tónahiminum. Nei, hann er ein gongustjørna, sum er til skjals her og nú. Hann hevur livandi ljós við sær, ein skyggjandi, eldgamlan brand úr teimum ytstu [...] av dagsins sólargeislum við sjóvarrond við mildum ljóði, sum øll elska, sum tú altíð vendir aftur til og sær taran við vørrum sínum syngja stum forn løg. Í hesum ljóði er Regin Dahl. Hann er har sum sólin [...] gregorianski, gotiski listamaðurin eigur ljóð av bylgjum, sum koma úr havi uttast við og leggja seg til hvíldar í tónum, orðum, fraseringum og myndum innast við fjøruklett. Tú eigur hetta. Hetta er títt