Seyðarhøvd og sangur

Føroyska vikan, sum hildin varð í Løgten / Skødstrup norðan fyri Århus fyrr í mánaðinum, eydnaðist óføra væl, siga fyrireikararnir

Keypmannafelagið í Løgten/Skødstrup skipaði í døgunum 1. til 9. november fyri føroyskari viku. Og tiltakið eydnaðist heilt væl, siga fyrireikararnir.

Eitt av tiltøkunum hesa vikuna, var eitt kvøld við føroyskum mati á Løgten Kro, sum varð rættiliga væl vitjað, skrivar Lokalavisen Djursland og Kalø Vig.

Blaðið sigur, at har vóru komnir nógvir føroyingar, summir langvegis frá. Og føroyskt undirhald var eisini á palli.

Kallakórið Quaduilt úr Århus, Ingun Simonsen og bólkurin Safir stóðu fyri sanginum.

Hálvi føroyingurin, Jan Haugaard, samskipaði tiltakið.

Í litføgrum vendingum rósti hann føroyska matinum, sum settur varð á borðið hetta kvøldið.

Hóast kokkarnir, sum stákaðust, báðir eru danir - og báðir eita Uffe - er hvørgin teirra ókendur við Føroyar og føroysk viðurskifti. Teir hava báðir verið kokkar við føroyskum skipum, og annar teirra, Uffe Christensen, hevur føroyska konu og hevur búð í fimm ár í Føroyum. So hjá teimum var eingin trupuleiki at kóka grind ella seyðarhøvd til teir umleið 130 gestirnar.

Umframt varð eisini borðreitt knettum, turrum kjøti, rullupylsu og annars øllum, sum fekk vatnið at renna úr tonnunum á svongum føroyingum.

Onkur var, skrivar Lokalavisen, sum helt, at luktirnir í føroyska køkinum vóru ørðvísi, enn tey vóru von við. Men hvussu var og ikki, varð dúgliga etið, skrivar blaðið.

Esini onnur tiltøk vóru, sum vera man, hesar dagarnar.

Føroyskur dansur plagar ikki at sláa falskar mentur. Og tað gjørdi hann heldur ikki hesaferð. Eini 125 fólk vitjaðu dansikvøldið. Og tað var dupult so nógv, sum væntað.

Vikan endaði við guðstænastu sunnudagin, har Marit Kjærbo, prestur, sum er ættað úr Fuglafirði, prædikaði.