Sullivan, heldur ikki, at partarnir nú eru so langt frá hvørjum øðrum. - Vit trúgva, at tað er ein vegur fram ímóti einari vápnahvíldaravtalu. Eg haldi, at londini eru nú so nær hvørjum øðrum, at ein avtala [...] hevur tikið valdið á marknaliðnum, Kerem Shalom. Izzar El-Reshiq, sum er eitt umboð hjá Hamas, sigur við Reuters, at felagsskapurin er ikki sinnaður at ganga fleiri krøvum hjá Ísrael á møti fyri at fáa landið [...] meinar tað ikki í álvara, tá tað ræður um eina vápnahvíldaravtalu millum stríðandi partarnar. Hann heldur, at Ísrael brúkar samráðingarnar fyri at fjala út yvir álopini á Rafah, har meira enn ein millión
skulu hava frælsi at ráða yvir okkara egna kroppi, men legg merki til okkara EGNA kroppi. Tá ið ein kvinna er við barn, er talan ikki longur bara um hennara kropp, men talan er um tveir (ella fleiri) kroppar [...] vita vit nú, at hjartað byrjar longu at sláa í 6. viku av graviditetinum. Út frá lívfrøðini er ongin ivi um, at ein nýggj vera ella eitt nýtt lív er byrjað, men stóri spurningurin tykist at vera, um hetta [...] virði er nettupp ikki tengt at okkara avrikum, men er íborðið, tí at vit eru menniskju. Sama um vit eru høg ella lág, rík ella fátæk, hava avbjóðingar ella ikki. Í flestu førum eru vit eisini samd um hetta
fái eg í øllum førum ein klump í hálsin. Um tað nakrantíð var nakar ivi, so er hann ikki ta løtuna. Okur føroyingar! Og nú okur savnast um og undir Merkinum. Nú hornorkestrið spælir „Sjá tú blánar sum loftið [...] dagin okur gerast líkaglað, er Merkið eisini líkamikið. Men so leingi, sum okur savnast fyri at heiðra tað, røða um tað, syngja um tað, spæla horntónleik fyri tí – ja, so leingi er tað av sonnum livandi og [...] Fámjins, vórðu tvinnir møguleikar. Hann kundi blíva sigldur yvir til Ørðavíkar og harfrá ganga yvir Ørðaskarð. Ella fara inn til Trongisvágs og so yvir Oyrnaskarð, oman til Kirkjuvatn og so oman í heimbygdina
tætt sum nú. Har gekk man ikki so nógv upp í yvirtíđ, og um man náddi alt sum man skuldi uppá tađ tíđ sum varð visiterað. Har vóru uppgávurnar og krøvini langt frá tí tađ er í dag. Tann tíđin er farin, krøvini [...] profilera seg. Hatta sigur meira um avsendaran, hugsi eg. Orsøkin til at eg vendi mær til Anniku Olsen og Kristiannu Winther Poulsen er, at tær sita í Eldranevndini. Hetta er ikki fyrstu ferð ið frú Kass leggur [...] at okkara gomlu skulu fáa reingerð, tí tað er sera týdningarmikið, fyri at varðveita góða heilsu. Eitt reingerðarfirma hevur tikið sær av reingerðini, men nú er tann tænastan vorðin ov dýr og tískil endaði
bygda út yvir Fossdallsgjógv. Um maritima kappingin skal eitast at Tórshavnar Havn skal verða millumstøð fyri koynteynaraflutning millum norðanlond, Europa og USA, er ikki gott at vita, tí ilt er at fáa [...] og maritim vinna er fyri vannbýtið. Keypmannahavn hevur báðu megin siglingarrennuna havt stórídna og goymslubygningar av ymsikum slag. Mesti tungídnaður er farnu árini fluttur langt út um býin og staðsettur [...] í hyggju. Oslo er annar høvuðsstaður har Operahuset er tjóðleikhús Noregs, og bygt í 2008 í býarpartinum Bjørkvika í kjarnuni av býnum og út til sjóvarmála. Her var heldur ikki talan um lækkandi maritimar
merkist til nakran hita. Men, tað fara at koma nakrir góðir dagar, nú farið er um summarmála, og eitt føroyskt summar enn einaferð er í eygsjón. [...] metrar um sekundið, og eisini tá fer hitin at liggja millum tvey og sjey stig. Dýrabiðidag verður hann norðan í ættini, 5-10 metrar um sekundið, sum gongur yvir í ein landnyrðing, 3-8 metrar um sekundið [...] Sambært hesum er ikki líkt til, at hitin, sum norðmenn siga seg vera fyri uttan, tí onnur lond stinga av við honum, merkist í Føroyum. Her er og verður tað, sum tað plagar at vera, tá veðrið er gott í Føroyum
varð lagt fram yvirlit yvir øll potentiel byggiøki í Kollafirði. Av hesum hava vit nú valt vælegnað øki til stórar útstykkingar, sum vit hava søkt Búnaðarstovuna um at yvirtaka. So er tað upp til Búnaðarstovuna [...] Kommunala eftirlitið hjá Løgmálaráðnum hevur longu biðið um eina frágreiðing um hetta. Kommunan hevur víst á, at eingin áhugi er fyri stykkjunum, um tey verða boðin út fyri marknaðarprís. Kommunan hevur mótvegis [...] tað er ikki kommunan, sum stýrir lánipolitikkinum hjá peningastovnum, og sum helst er veruliga avbjóðingin ikki bert í Kollafirði, men í bygdum sum heild. Framtíðin Tað, sum nú leggur í kortunum, er ein
seg, sigur miðeystur-serfrøðingurin. Men, nú er hetta broytt, tí nú er Iran sjálvt farið í álop á Ísrael. - Í beinleiðis bardaga er eingin ivi um, at Ísrael er ein nógv sterkari og máttmiklari luttakari [...] aftrat, at hetta er fyrstu ferð, at Iran skjýtir úr iranskum øki og inn í Ísrael. Sjálvt um Iran skeyt tær allar flestu dronurnar og rakettirnar inn í Ísrael, var Iran ikki einsamalt um álopið. Í loftálopinum [...] Ísrael umleið klokkan 02 lokala tíð. - Løtan, tá rakettirnar súsa inn í ísraelskt loftrúm og yvir Jerusalem er søgulig. Hóast viðurskiftini millum Iran og Ísrael hava verið ísakøld í fleiri ára tíggjur,
hent. So vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum er skrivað um sjúkrahúsið, men vit kunnu nú greiða frá henni. Fyrst skal vísast til tað, sum stóð í bløðunum um hesa vanlukku. Hon hendi [...] ein vakran gravstein, sum enn stendur sum eitt minni um ein merkismann, sm bara bleiv 29 ára gamal. Hesin steinur er ovast í kirkjugarðinum. Tað er sjáldsamt, at ein so ungur persónur fær eitt slíkt [...] hospitalinum. Sjálv er Hanna nummar 2. Hon minnist eisini nøvnini á teimum allarflestu av teimum, sum eru á myndini, hóast okkurt fornavn ella eftirnavn kann mangla. Um onkur veit meira um fólkini á myndini
vág. Betonglok varð stoypt út yvir ánna. Um botnur og veggirnir í ánni blivu stoyptir upp undir lokið - yvir alt strekkið - er helst óvist. Og um flestu frárensl frá húsum enn renna opin - beint út í [...] eygsjón. Nakað soleiðis er støðan hjá okkum, tíverri, enn - um røktin trýtur av vanliga viðlíkahaldinum. Tí øll vita vit vitiliga, at ein kloakk luktar - sum ein kloakk! Og Havnará er bara, sum aðrar mataráir [...] til alla lukku eru plast-rørini nú uppfunnin og vanlig handilsvøra í alskyns longdum og dimensiónum við margfaldum bendum, greinum og reduktiónum. So, um nakar vil veita Havnini og luktinum ein