100 ár síðani fyrsti bilførari í Føroyum doyði

Johannes Olsen, sum var fyrsti bilførari í Føroyum, doyði av spreingivanlukku á hospitalinum í Havn 14. apríl í 1924.

Fyrsti bilurin í Føroyum, ein Ford TT í 1922. Johannes Olsen við róðrið og Júst Sivertsen við síðuna av honum uttan fyri Sanatoriið í Hoydølum. Vit kenna ikki øll fólkini í lastini, men aftastu menninir eru Johannes Fjallheim úr Klaksvík og Gunnar Kallsberg úr Leirvík

Í dag eru 100 ár síðani, at Johannes Olsen í Havn doyði. Hann keypti sjálvur annar fyrsta bilin, sum kom til Føroya 6. mai í 1922, saman við Júst Sivertsen. Men Johannes Olsen andaðist longu 14. apríl í 1924 einans 29 ára gamal.

 

Niðanfyri prenta vit grein, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um Johannes Olsen í Sosialinum í sambandi við, at Landssjúkrahúsið (fyrr Dr. Alexandrines Hospital) 23. februar var 100 ár:

 

----

 

Landssjúkrahúsið 100 ár:

 

Maskinmeistarin doyði av óhugsandi vanlukku

 

LANDSSJÚKRAHÚSIÐ VERÐUR 100 ÁR Í FEBRUAR. MEN BYRJANIN VAR ÓGVUSLIG. LONGU Í APRÍL DOYÐI MASKINMEISTARIN, JOHANNES OLSEN, AV EINI SPREINGING Á SJÚKRAHÚSINUM. VIT VILJA EISINI MINNAST HANN

 

Óli Jacobsen

 

Føroyar hava verið væl fyri, tá ið tað snýr seg um sjúkrahús. Søgan gongur heilt aftur til 16. øld við hospitali, sum fyrst og fremst var ætlað fólki við spidalskusjúku. Í 1829 fingu vit Færø Amts hospital. Men við tíðini gjørdist tað ov lítið, og vit fingu tørvin á einum heilt nýgg jum sjúkrahúsi.

 

Tá ið Christian X kongur og Alexandrina drotning vitjaðu í Føroyum í 1921, legði kongur grundarsteinin til eitt nýtt sjúkrahús.

 

Á hátíðarhaldunum 23. juni, har Alexandrina eisini var hjástødd, bað løgtingsmaðurin, Johan Hendrik Poulsen, vegna Føroya Løgting drotningina um loyvi til at navn­ geva hospitalið eftir henni. Tað var játtað, og hospitalið bar hennara navn fram til 1962, tá ið tað fekk navnið Lands­ sjúkrahúsið.

 

H.C.W. Tórgarð var byggimeistari. Hann bygdi nógv, og hetta var uttan iva hansara størsta byggiuppgáva.

 

Byggingin gekk væl. Byggikostnaðurin gjørdist einans 475.000 krónur, hóast játtaðar vóru kr. 500.000. Fyri tað mesta var føroyskt tilfar nýtt.

 

Ein nýggj tíð

23. februar 1924 upprann tann stóri dagurin, tá ið nýggja Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í brúk og farið varð undir at flyta sjúklingar og útgerð úr gamla hospitalinum. Tann fyrsti sjúklingurin, sum varð fluttur var Sofus Arge.

 

Sjúkrasystirin Ida Hentze, sum seinni búsettist í Skúvoy, greiddi frá, at “Sofus var so forliptur, tí har var so fínt, og so vóru ongar rottur. Tá ið hann vaknaði fyrsta morgunin ivaðist hann ikki í, at hann var komin í himmiríki.”

 

Hann doyði í 1934 og er grivin í gamla kirkjugarði undir liðini á konuni, sum doyði í 1932

 

Sofus var næstyngsti sonur smiðin Niels L. Arge. Hann hevði góðan hug til jarðarbrúk og seyðahald. Tað komst av, at hann hevði sera góðan hug at fáast við jørð og legði alla sína orku í hetta arbeiði.

 

Hospitalið varð bygt at hýsa 52 sjúklingum, og starvsfólkatalið var 28. Hjá teimum vóru arbeiðsumstøðurnar nógv betri, enn tær høvdu verið.

 

Ikki tveir mánaðir seinni:

Maskinmeistarin doyði av vanlukku.

Hetta var ein skakandi hending, sum ikki skuldi kunnað hent. So vítt tað sæst er hon ikki við í teirri søgu, sum er skrivað um sjúkrahúsið, men vit kunnu nú greiða frá henni.

 

Fyrst skal vísast til tað, sum stóð í bløðunum um hesa vanlukku. Hon hendi tann 14. apríl 1924, minni enn tveir mánaðar eftir, sjúkrahúsið varð tikið í brúk.

 

Dimmalætting skrivaði 16. apríl 1924:

 

Ulykkestilfælde

Mandag Eftermiddag er der paa Dronning Alzandrines Hospital sket en sørgelig Ulykke, der har krævet et Menneskeliv.

 

Under benyttelse af Hospitalets desinfikationsovn sprængtes Laagen til Ovnen hvorved Ovndøren sloges op med stor Kraft.

 

Maskinpasser Johannes Olsen, der opholdt sig i Dørens

 

middelbare Nærhed, blev af Ovndøren slængt mod Væggen med en saandan Kraft, at hans Hoved delvis knustes.

 

Han døde øjeblikeelig.

 

Johannes Olsen var en ualmindelig dygtig og sympatisik Mand og afholdt af alle, der kendte ham.

 

Tingakrossur skrivaði sama dag.

 

##med2##

 

Ólukka á landshospitalinum

Fyrradagin hendi ein ræðulig ólukka á landshospitalinum, sum kravdi eitt mannalív.

 

Eina ferð um vikuna ella 14. hvønn dag verður smittusamt toy útkókað – desinfiserað. Tað var hetta, sum gerast skuldi mánadagin.

 

Maskinmaðurin, Johannes Olsen, hevði fýrt undir dampketilin og skrúvað upp fyri desinfikatiónsovnin. Hann hevði verið inni í maskinrúminum eina løtu, tá hoyrdist eitt brak.

 

Tá fólk komu til sóu tey eina ógvisliga sjón. Lúkan fyri ovnin var sprongd upp. Boltarnir ið hildu henni, vóru roknir úr, og slongdur yvir at vegginum lá Johannes, blóðsoraður og steindeyður. Lúkan hevði rakt hann á høgru síðu.

 

Hvat ið annars hevði verið orsøkin til hesa vanlukku, veit eingin.

 

Livir enn í gamla kirkjugarði

Johannes varð jarðaður 18. apríl. Hann fekk ein vakran gravstein, sum enn stendur sum eitt minni um ein

 

merkismann, sm bara bleiv 29 ára gamal. Hesin steinur er ovast í kirkjugarðinum.

 

Tað er sjáldsamt, at ein so ungur persónur fær eitt slíkt ummæli, sum Johannes fekk, og tað serliga so langt afturi í tíðini.

 

Var við at fáa fyrsta bilin til Føroya

Tað var 6. mai í 1922, at fyrsti bilurin kom til Føroya. Tað vóru teir báðir havnarmenninir, Jóhannes Olsen undir Kletti og Júst Sivertsen, sum keyptu bilin, sum var ein Ford TT lastvognur, árgang 1922. Hann hevði pláss til tvey fólk í húsinum, og lastin var til eitt tons. Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen seldu bilin. Teir høvdu smiðju saman í Quillingsgarði.

 

Nógv fólk vóru niðri á keiini hendan dagin. Bilurin kom í land á einum prámi. Hann varð skumpaður niðan til Wensel og Vilhelm, tí eingin dugdi at koyra bilin.

 

Johannes Olsen, sum var tann fyrsti, ið koyrdi bilin, og sum hevur fingið koyrikort nummar 1 í Føroyum, hevur eftirtíðin hoyrt lítið um. Tað varð William Plank á fútaskrivstovuni, sum lærdi hann at koyra, og tað var Johannes, sum lærdi Júst at koyra. Ta fyrstu tíðina var tað tískil bara Johannes, sum koyrdi.

 

Júst Sivertsen fekk koyrikort nummar 2, og koyrikortini fingu teir báðir 23. august 1923. Føroya fyrsti bilur kostaði 5.500 krónur, og farmag jaldið var 500 krónur. Teir keyptu skjótt ein bil afturat.

 

Johannes hevði ført Reyða Kross, og tá hospitalið var bygt, fór hann sum sagt at arbeiða sum maskinmaður har. Her var nógv at gera.

 

Læknin Heerup hevði altíð boð eftir honum. Hetta var eisini tí, at tey undir Kletti vóru millum tey fyrstu, sum høvdu telefon, nevniliga nr. 13.

 

Teir koyrdu millum annað túrar niðan á Sanatoriið. Tað kostaði 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn. Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini. 50 oyru var ein góð tímaløn tá í tíðini.

 

Føddur uttan hjúnarlag

Mamma Johannes æt Poulina. Hon var systir Onnu, konu Sam Olsen, og Olevinu, gift við Andreas Joensen undir Kletti.

 

Poulina fekk Johannes uttanfyri hjúnalag. Hetta var ein slík skomm tá á døgum, at hon flutti niður at búgva. Har giftist hon.

 

Johannes var so eftir hjá mostrini Olevinu. Her kom hann at vaksa upp saman við systkinabørnunum Elisu, Oluffu og Nigga.

 

Ulykkestilfælde paa Hospitalet

Sámal á Kráksteini, verfaðir Johannes, greiðir í síni ævisøgu soleiðis m.a. frá umrøddu vanlukku:

 

Mandagen den 14de April 1924 skete en skrækkelig Ulykke, idet Montør Johannes Olsen, som i flere Aar har været forlovet med Lorenze, blev dræbt ved en Kedelexplosion i det nye Dronning Alexandrines Hospital. Han havde i flere Aar været Montør og Fører af Doktorbaaden Røde Kors, en smuk og lydløsgaaende Motorbaad, men opgav den Stilling for at være Maskinpasser ved det nylavede og, som det senere viste sig, usolidt lavede Maskineri ved det nye Hospital.

 

Efter sigende var Manometret heller ikke i Orden, idet

 

det ikke viste den rigtige Dampspænding. Under sit Arbejde ved Dampkedlen exploderede denne, og han fik Hovedet knust.

 

Han var en ualmindelig godt begavet og intelligent ung Mand. Sammen med min Gudsøn, Júst Sivertsen, anskaffede han sig det første Automobil her paa Færøerne. Med denne Lastautomobil kørte de baade Tørv fra Heden og Varer m.m. inde i Byen, og tillige havde de den Søndage og Sommeraftener til Lystfart med Byens Folk udad Sanatorie- og Sundsvejen.

 

Senere fik de en mindre Personbil, som bl.a. blev brugt til Patienters Transport til Hospitalet, og desuden til Post- befordring m.m.

 

I den blev Lorenze kørt herfra til Hospitalet efter, at Ulykken var sket

 

##med4##

 

Hevði eisini nakað forkunnugt

sum grammofon

Johannes Død var os en stor Sorg. Hans livlige og elsværdige Væsen opmuntrede os hver Gang, han kom ind. Han havde blandt andet anskaffet en Grammofon, som han ofte havde staaende her hos os, og sidste Gang lod den afhente herfra kort før sin Død. “Den har jeg anskaffet mig til din Fornøjelse,” sagde han engang til Lorenze. Han havde en hel Mængde Plader, navnlig var Salmerne meget smukke. Ogsaa flere muntre Sange og nogle engelske, som f. Eks. “There is a long way to Tipperary” o.fl. Lægen fortalte mig, at han lige før sin Død havde faaet for c. 100 kr. nye Plader.

 

Havde han blot givet sig Stunder til at prøve Dem, vilde han have undgaaet Ulykken.

 

Lorenza var trúgv til tað seinasta

Lorensa reisti dreingi sínum ein flottan gravstein og sjálv giftist hon ikki. Ulla undir Kletti greiðir frá, at tað er henni fortalt, at Lorenza var javnan úti á kirkjugarðinum at vitja grøvina hjá drongi sínum. Hon plagdi at sita har á einum krakki og binda. Trúføst hevur hon verið.

 

Johanna arbeiddi á nýggja hospitalinum

Tað eru nógvar frásagnir um gentur, sum hava arbeitt á sjúkrahúsinum. Her skal umrøðast ein teirra Johanna í Pálshusið á Eiði, vanliga kallað Hanna, fødd í 1913.

 

Lívið hjá Johonnu byrjaði sum hjá so nógvum øðrum gentum. Hon vaks upp saman við sínum foreldrum og systkjum, gekk í skúla og fór 14 ára gomul úr skúlanum. Tá Hanna var 15 ára gomul ringir Sunneva, systkinabarn mammuna, sum var sjúkrasystir á tá nýgg ja Dr. Alexandrines hospital. Hon spyr eftir eini eldri systir, um hon hevur hug at koma at arbeiða á hospitalinum sum gongsgenta. Nei, hendan systirin var farin til Suðuroyar at arbeiða í fiski, sum jú var tað vanliga hjá ungum gentum tá í tíðini. Um so onkur onnur systir kundi koma? Hetta dámdi mammuni einki, tí tað var nóg mikið at gera heima. Men mamman gekk tó við til, at Johanna kundi koma í 14 dagar. Hetta gjørdist tó til 3 ár, har hon fyrst arbeiddi sum gongsgenta og seinni í køkinum.

 

Hjalmar Heerup var yvirlækni fyrstu tíðina, men seinni varð hann avloystur av Paula Dahl, sum Johanna tískil hevur arbeitt saman við frá fyrsta degi. Tá g jørdist mamman sjúk og Johnna mátti fara aftur til Eiðis at hjálpa til heima.

 

Vit kunnu prenta eina mynd, sum Hanna hevur útvegað umleið 1929 av starvsfólkinum á sjúkrahúsinum. Tey vóru 47 í tali. Johanna hevði enntá kunnað navngivið teir flestu av persónunum. Har eru fleiri áhugaverd nøvn. Eitt er Valdemar Lutzen. Hann var ein kendur vinnulívsmaður í Havn. Hann hevði verið limur í bygginevndini fyri hospitalið, og nú var hann borgmeistari í Havn. Hann hevur kanska eisini verið stýrislimur tá.

 

Framhaldandi útbygging av sjúkrahúsverkinum

Kristian Djurhuus greiðir frá í sínum endurminningum, at eitt av málunum hjá nýggja heimastýrinum í 1948 var at útbygga sjúkrahúsverkið. Tað var eisini ein partur av samgonguskjalinum hjá fyrsta landsstýrinum, sum sat 1948-1950. Kristian hugsaði tá eisini um sjúkrahúsið á Tvøroyri, sum tørvaði útbygging.

 

Eisini vísti Kristian saman við Trygva Samuelsen, Jóan Petur Davidsen og Hans Iversen á tørvinum á einum sjúkra- húsi fyri sálarliga sjúk fólk, sum tá í stóran mun vórðu send av landinum. Hetta hendi sum kunnugt seinni.

 

Hann greiddi eisini frá í bók síni, hvussu hann mintist “selluna”, sum tá var einasta tilboð til hesi fólkini.

 

Her er eisini hent nógv á hesum økinum, sum onnur fara at greiða frá.

 

##med3##

 

Johanna eigur hesa forvitnisligu myndina frá umleið 1929, sum er frá tíðini, tá hon arbeiddi

á hospitalinum. Sjálv er Hanna nummar 2. Hon minnist eisini nøvnini á teimum allarflestu av teimum, sum eru á myndini, hóast okkurt fornavn ella eftirnavn kann mangla. Um onkur veit meira um fólkini á myndini vilja vit fegin frætta.

 

1. Edda Kruse, Eiði, næmingur

2. Johanna Jacobsen, Eiði, gongsgenta

3. Elsuba Samuelsen, Vík, genta

4. Lillian Mikkelsen, úr Dávastovu, Havn, genta

5. Danskur lækni, trúlovaður við nr. 46.

6. Ingibjørg Mørkøre, Eiði, næmingur. Umrødd

í FF-blaði nr. 255. 7. Gugga Joensen, Havn, sjúkrasystir. Umrødd í FF-blaði nr. 357 8.

Elsa Joensen, Skúvoy, gongsgenta

9.Gongsgenta, úrVík

10. Gongsgenta, úrVík.

11. Bette á Lava, ættað av Viðareiði. Systir 23 og 24. 12. Magnus Samuelsen, í Horni,

Havn, maskinmeistari

13. Gongsgenta, av Argjum.

14. Gongsgenta, úr Svínoy.

15. Olaf Olsen, úr Fútastovu, Havn, skrivstovumaður 16. Katrina Joensen, Klaksvík, sjúkrasystir

17. Úr Skálavík, gift á Tvøroyri

18. Systir Anna, Haldarsvík

19. Astrid av Steinum, Velbastað, økonoma.

20. Av Argjum

21. Av Argjum

22. Petra, Lorvík, køksgenta

23. Sanna Samuelsen, køksgenta

24. Inga Samuelsen, køksgenta, systrar av Viðareiði 25. Mortensen, Tvøroyri, sjúkrasystir

26. xx

27. Jensen, Stykkið, seymikvinna

28. Hanna Magnussen, sjúkrasystir

29. Sofus Poulsen, portørur

30. Systir Katrina, Havn

31. Kona Heerup

32. Systir Ingeborg

33. Valdemar Lutzen

34. Heerup, yvirlækni

35. Hetta er Mia ella Ella úr Hvalvík,

sum vóru køksgentur. 36. Dani sum

arbeiddi á amtskontórinum.

37. Mia ella Ella úr Hvalvík.

38. Ellen Lutzen, kona Valdemar

39. Systir Soffi úr Bø, systir Emil Joensen

40. Hetta man vera dóttir onkran av starvsfólkunum. 41. Gudrun Olsen, Havn, fysioterapeutur

42. Sunnuva Magnussen, Havn, sjúkrasystir

43. Josefina Danielsen, Svínoy, á vaskarínum

44. Gunhild á Rógvi, Vestmanna, sjúkrasystir

45. Astrid Thomassen, Langasandur, sjúkrasystir

46. Donsk økonoma

47. Mia hjá Demmusi, Havn.

 

 

 

 

 

Fyrsti bilurin í Føroyum, ein Ford TT í 1922. Johannes Olsen við róðrið og Júst Sivertsen við síðuna av honum uttan fyri Sanatoriið í Hoydølum. Vit kenna ikki øll fólkini í lastini, men aftastu menninir eru Johannes Fjallheim úr Klaksvík og Gunnar Kallsberg úr Leirvík

Hendan vasan fekk Valdemar Lutzen í síni tíð sum eina viðurkenning frá Dronning Alexandrines Hospital, sum er avmyndað á vasanum. Her er einki spart, tí her er talan um ”konguligt porselen”