oktober og november mánaði. - Eg dugi ikki rættiliga at siga, hví tølini eru so ymisk fyri teir ymsu mánaðirnar, men eg kann í hvussu so er staðfesta, at slík gongd er ikki óvanlig, sigur Torfinn Jacobsen. [...] hjá flogfeløgunum hava havt ávirkan. - Flogfeløgini høvdu prísátøk í fjør, og tey hava fingið fleiri fólk at ferðast, sigur Torfinn Jacobsen, sum umsitir hagtølini hjá Vága Floghavn. - Í apríl og mai var [...] tí eisini við, at ferðafólkatalið í Vágum fer at økjast í ár. - Í 2000 var vøkstur heili 11 prosent. So stóran vøkstur kunnu vit ikki rokna við, men eg vildi mett, at tað verður ein ávísur vøkstur í ár -
Sofus Laðanberg, sum rættiliga nógv fólk hava heilsað upp á umborð á strandafarskipunum, byrjaði hjá Strandferðsluni 2. apríl 1985. Síðan hevur hann verið á flestu farleiðunum hjá Strandferðsluni. Tó ikki [...] Tað ger hana sjáldan verri. Javnaðarmaður er hann um ein háls, og tí dylur hann heldur ikki fyri. So er tað líka mikið, um tað er ministari ella onnur, sum koma umborð. Forsætisráðharrin kom umborð í [...] upp á hillina. »Hvussu er tað«, spurdi Sofus. »Velur tú Javnaðarflokkin?« Jú, tað gjørdi hon. Jamen, so mátti hon sleppa at standa á dekkinum. Ein starvsfelagi segði frá, at einaferð var onkur, sum Sofus
óivað hevði verið tað mest demokratiska, men landsstýrið kundi hinvegin hildið fram at kunna so hvørt, so fólk av álvara hava eina føling við, hvat fer fram, og hvussu tað gongur. Men hetta helsur landsstýrið [...] Samráðingar við Bretland vóru helst í trúnaði, tí at samráðingar eru millum tvey lond um eitt mark. Nógv áhugamál vóru upp á spæl, og hetta er óivað vanlig diplomatsk mannagongd. Viðvíkjandi framtíðarstøðu [...] loyniligt minnir okkum um totaliter ríki, og vit vita av royndum, at tá nakað erður hildið loyniligt,so haltar okkurt. Totaliter viðurskifti hava sjáldan nakað við fólkaræði at gera, men tað øvugta. Spurningurin
hetta sama: Alt í Kristi! Hetta verður so tað, sum vit aftur í ár koma at savnast um. Eisini kemur hetta at verða evnið um nógv av tí, sum skal verða sagt á Ársmøtinum. So latum okkum seta hvør øðrum stevnu [...] júst tað. Hvat hevði eitt ársmøti verið uttan so, at hetta var nakað, dentur varð lagdur á hjá tí einstaka? Vit savnast jú um Kristus Jesus, júst sum fólk í 2000 ár hava gjørt. Ápostlarnir á sinni savnaðust
taka undir við ætlanini hjá samgonuni. Hetta er í sær sjálvum ikki so løgið, tí serliga í sambandi við seinasta val, varð eitt nú tosað nógv um, at tað vóru teir heilt ungu og nýggju veljararnir, sum taka [...] sum taka undir við arbeiðinum hjá andstøðuni Tey elstu »eru við upp á nótarnar« Tað, sum so harafturímóti fær fólk at spíla eygu og oyrur í sambandi við hesa talvuna er, at tey heilt gomlu. Tey, sum eru [...] frá hesum upplýsingunum. Tað ger Jóannes Eidesgaard heldur ikki, men hann staðfestir bara, at tað er so. ? Kortini trúgvi eg ikki, at tað er tilvildarligt, at tað eru tey, sum eru millum 544 og 77, sum eru
argjafólk um henda trupulleika, sum er so einfaldur at loysa: ? Sløkkið nærljósini, tá tit steðga! Hann leggur afturat, at um foreldrini ikki sjálv læra hetta, so kunnu børnini minna tey á tað! [...] Eirikur Lindenskov ? Hví ólukkan duga fólk ikki brúka ljósini á bilunum? Hendan spurning setti ein lesara okkara nú ein morgunin, hann var koyrandi út eftir Argjavegnum. Og vit, sum dagliga koyra sama [...] av við gongubreytina uttan fyri skúlagarðin. Hetta er eisini trygt, tí tá skulu tey ikki tvørtur um nógv trafikeraða Argjavegin. Trupulleikin er bara tann, at foreldrini seta bæði síni egnu børn, onnur børn
fyrstu íløguna í teldurnar, er nógv broytt á teknsika økinum. Tær teldurnar, sum tá vóru keyptar, eru veruligir fornlutir í dag, og teldur, sum klára fleiri hundrað ferðir so stórar uppgávur, eru fingnar [...] í ár ? og harvið skriva vit føroyska blaðsøgu, tí higartil hevur einki føroyst blað megnað at komið so ofta á gøtuna. Tað var tann 13. mars 1990, at sosialurin fór undir fimmdaga útgávuna. Fyri ta tíð kom [...] geva blaðið út tríggjar ferðir um vikuna, týsdag, hósdag og leygardag. Í 1989 var blaðframleiðslan so smátt løgd yvir á teldur. Blaðfólkini settu nú sín egna tekst, og lætti hetta væl um hjá teknisku deildini
Tað kann kanska geva fólki nakrar upplýsingar, so fólk verða betri før fyri sjálvi at gera sær sínar egnu metingar. T. d. um hvussu stóran týdning ein so stórfingin skattalækking til vinnulívið kann hava [...] Málið við hesum sigst at vera ?at skapa karmar? og ?at skapa fortreytir?, so at m.a. gongd kemur á eina alt meira átroðkandi neyðuga endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Høvuðstiltøkini í tí neoliberalistiska [...] fiskivinnuna og ta neyðugu endurnýggingina av fiskiskipaflotanum. Hjástødd er ein talva, sum vísir hvussu nógv fyritøkurnar í teim ymisku vinnugreinunum guldu í partafelagsskatti í 1997. Enn eru slík útgreinaði
ki, hvat tey hava, men so skulu tey, sum keypa, í eina goymslu uttan fyri handilin, eftir tí, tey hava keypt. – Tað kemur fyri, at handlar hava ov nógv fýrverk innandura, men so fáa tey eina átalu og boð [...] sambandi við fýrverk, høvdu teir hildið, at tað var óforsvarligt, sigur løgreglan. ##med2## Eitt nú hava fólk í miðbýnum í Havn gjørt vart við seg á Facebook um eina bingju við fýrverki, sum stendur á einum [...] einki at gera. ##med3## Men løgreglan sigur, at soleiðis sum lógin er nú, er hetta er fult lógligt, so hetta kunnu tey einki gera við. Tey siga, at í Danmark hevði hetta ikki borið til, tí festir í fýrverkið
jarðskjálvtat hava rakt fólk í milliónatali, sum antin hava latið lív, ella hava mist hús og heim. Men tað leyp í eyguni á løgtingsfólkum, at landsstýrið ætlaði at býta hjálpina so ójavnt við tað, at sjey [...] ikki til meiri enn ein Lada-bil. Hann helt, at tað er beinleiðis særandi at síggja, at landsstýrið ger so stóran mun á hesum báðum vanlukkuøkjunum, tí hann heldur, at neyðhjálpin eigur at verða býtt nøkunlunda [...] at 500.000 krónur røkka til at geva 80 familjum heit klæðir, neyðsynjarvørur, og tak yvir høvdið, so hetta hevur stóran týdning fyri teir einstaklingar, sum fáa hjálpina. Men tá ið Løgtingið samtykti