til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy, stendur aftur á skránni. Ætlanin er at brúka 300.000 krónur at kanna møguleikarnar á farleiðini. Másin, ið varð bygdur í 1959 og sum hevur røkt farleiðina [...] nógv minni enn Másin og hon er ikki sjógott skip. Fólk dámar hana illa og setast aftur at fara nakran veg. Nú tað stundar til páskir plaga nógv fólk at koma út til okkara at ferðast, men mín varhugi er, at [...] fólk av við at ferðast. Heldur ikki manningin umborð heldur hana at vera egnaða, sigur Jógvan Edmund á Geilini, bygdaráðsformaður í Svínoy. Svínoyingar og fugloyingar eru ónøgdir við, at so fáir túrar verða
útnyrðing úr Mýlingi og um trý-tíðina seinnapartin hósdagin vóru teir komnir undir Mýling. Báturin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp og ætlanin var at fara inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið [...] manningini. ? Leitingin hevur verið so »intens«, at nú rokna vit ikki við at finna bátin, sigur vakthavandi á V&B. Tað luttaka 15 skip, trý vaktarskip, tvær tyrlur og eitt flogfar í leitingini, sum heldur fram
tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla á Tvøroyri. Norrøna skal eisini til Skotlands í Morgun. Ein annar møguleiki var at fáa gamal Svan, sum var á veg til Íslands, at venda við, og koma til Føroyar [...] villur panikkur í hjá øllum teimum, sum útflyta fesk fløk niður á evropiska meginlandið. Blikur, plagdi at sigla, lá við maskinskaða inni á Skálafjørðinum og fekk ikki siglt. Annars skuldi hann havt sett [...] midnátt hóskvøldið. Men á miðdegi fríggjadagin lá hann framvegis og ongin visti, nær hann bleiv klárur aftur. Skipafelagið arbeiddi alla undir hátrýsti at finna eina aðra loysn, men á miðdegi í gjár var onki
Tað er sorg í Føroyum og serliga á Strondum, tí tey hava mist fimm mans í besta aldri. Hósdagin var Sjóborgin á veg inn á Toftir, men hon vann ongantíð upp land. Hvat er hent, og hvussu, verður neyvan [...] umleið tríggjar fjórðingar úr Mýlingi á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp. Teir ætlaðu sær inn í Eiðisflógvan og suður gjøgnum Sundalagið, og skuldu eftir ætlan verða á Toftum umleið klokkan seks hóskvøldið [...] , men fleiri skip og bátar hildu tó fram við at leitað. Seinnapartin leygardagin segði vakthavandi á Vaktar- og Bjargingartænastuni, at Tjaldrið og Nim fara at halda fram við leitingini eina tíð enn, serliga
Tjóðveldisflokkurin vil ikki, at Føroyar skulu byggjast oman á húðaskógvamentanina, men flokkurin vil, at føroyska mentanin, sum í øldir hevur verið grundvøllurin hjá fólkinum, skal varðveitast og mennast [...] Nógv skilagóð orð fullu, men tað eg hefti meg mest við, var at annar teirra segði, at tað kennist á børnum og ungum í dag, at foreldrini hava ikki tosað við børn síni í umleið 20 ár. Børn tosa ikki longur [...] mál okkara fyrst av lagi og kanska dettur sundur eisini, so er so skjótt, at sjálv mentanin fer sama veg. Tí eiga vit foreldur at taka í egnan barm, og vit eiga at gera okkara til, at børnini aftur fara at
var hósdagin, at Sjóborg var á veg til lands av fiskiskapi. Men hon vann ongantíð upp land. Teir høvdu roynt í einum kassa í ein útnyrðing úr Mýlingi. Sjóborgin var á veg inn á Toftir at leggja veiðina upp [...] tíðina hósdagin og tá var veðrið á eini góðari leið, men at hann hevði fríska vindin eitt sindur. Hann tosaði aftur við teir um trý-tíðina seinnapartin og tá vóru teir á veg inn. Teir vóru tá staddir einar [...] einki svar. ? Eg koyrdi so yvir á Morkranes fyri at vita um eg sá teir, tí teir skuldu verið komnir heilt suður, men har var einki at síggja. Tá valdi eg at ringja til skiparan á Tindi og biðja teir fara at
at nógv viðurskifti eru øðrvísi á Svangaskarði í ár, enn tey hava verið undanfarnu árini. Sunnudagurin vísti, at Petur Simonsen hevur tak á sínum monnum. Teir eru væl á veg at koma í dystarvenjing, og tær [...] avtalurnar, sum eiga at vera sjálvsagdar á einum hvørjum liði, men sum tað hevur verið ilt at fingið eygað á hjá B68 seinastu árini, tykjast vera komnar upp á pláss. Sammett við í fjør, so var meiri enn [...] hevði bóltin mest, meðan gestirnir lógu longri afturi á vøllinum og dúvaðu upp á møguleikar fyri snarálopum. Teir høvdu Birgir Jørgensen einsamallan á toppinum, og við hvørt varð hann stuðlaður av Magna
fyrireikaðu teir seg á gistingarhúsinum í Øravík til uppgávuna á Sevmýri. Fuglfirðingar fóru frá húsum heilt tíðliga sunnumorgunin fyri at røkka túrinum hjá Pride av Gomlurætt og suður á Hvalba. Úrtøkan hjá [...] hjá B36 var javnleikur á Sevmýri, meðan fuglfirðingar ikki vóru meiri nervaðir av ferðini við Pride at teir vunnu á Krossinum í Sumba. [...] Ofta hevur tað verið ólagaligt og buldraligt, tá fótbólturin er farin á rull í Føroyum. Viðhvørt hevur kavin gjørt, at tað hevur ikki verið spælandi, og onkuntíð hevur verkfall spælt FSF og feløgunum eitt
hereftir fara teir at seta sítt álit á fiskin, sum íslendingar flúgva á marknaðin, tí hann kunnu teir líta kemur til tíðina. Men føroyska fiskin kunnu teir ikki líta á, tí teir vita ongantíð, nær teir hava [...] svikalig. Íslendingar flúgva fisk niður á meginlandi í Evropa, og tað, eg fái at vita, er, at nú fara teir at gardera seg við fiski úr Íslandi, heldur enn at líta á, at fiskur kemur úr Føroyum. Óprofessionelt [...] uppá hetta eina árið. Og niðursøðan er, at síðan feskfiskaútflutningurin fór á privatar hendur, hava vit onga loysn havt á hesum avgerandi máli fyri føroyskt vinnnulív. Tað er hart at siga tað, men tað
Á almennari samgongu á 10 ára degi Atlantic Airways frøddist løgmaður m.a. um gongdina seinastu árini hjá Atlantic, eins og hann frøddist yvir tey 50 ársverkini hjá felagnum. Tá ein so hugsar um tann leiklut [...] felagið ikki skuldi bjargast. So altráður var sitandi løgmaður tá, at hann gjøgnum fartelefon sína á veg av flogvøllinum gav partamonnum sínum greið boð um, ikki at atkvøða fyri at bjarga føroyska flogfelagnum [...] 1992, tá atkvøðast skuldi um fíggjarligan styrk, ið skuldi bjarga felagnum, so tað ikki skuldi fara á húsagang og harvið gleppa føroyingum av hondum, tá hevði sambandsflokkurin eina heilt aðra støðu. Støða