mann fyri at koyra rúsdrekkaávirkaður, men annars veit løgreglan í Runavík at siga um eina sera friðarliga stevnu. Verðið var gott og hýrurin somuleiðis góður. Nógv fólk nutu góðveðrið, og onkur var, ið [...] einaferð var neyðugt hjá løgregluni at leggja seg út í eina harðskapssak á Skálafjarðarstevnuni í ár. Tveir mans vóru til illnar komnir, og gjørdust teir somikið østir, at heldur ógvusligur bardagi stóðst [...] sína egnu bygd til onga nyttu, og tí heitir løgreglan á fólk, ið síggja herverk verða framd, um at siga løgregluni frá, so hon kann fáa bast hesum afturvendandi trupulleika.
ítøkiligt at vita um, hvussu verður við fiskavirkinum í bygdini. Spurningurin er, um tað verður samtakið, sum nú er skipað, ið letur virkið uppaftur, ella um tað møguliga verður onkur annar. Sum skilst, [...] fiskavirkið, eins og alifelagið í Vági ger, siga vinnulívsfólk, at ov tíðliga er at siga nakað um tað enn. - Enn veit eingin við vissu, hvat nýggja samtakið ætlar við virkinum í Vestmanna, men eftir tí, [...] óhugsandi er ikki, at tað endar sum virkið í Vági, har aðrir taka yvir. Sosialurin hevur tosað við Poul Hansen, og vit hava eisini tosað við vinnulívsfólk í Vestmanna, men í løtuni ber ikki til at fáa nakað ítøkiligt
m, og hann gjørdi greitt, at nú fer føroyska heilsuverkið so smátt at lata upp aftur. Heilsumálaráðharrin segði, at føroyska heilsuverkið skuldi so smátt normaliserast, og at meira fokus skal nú setast [...] og vísti á, at útlendskir miðlar hava sýnt áhuga fyri føroyska arbeiðinum. Onkur kritikkur hevur veirð mótvegis myndugleikunum, og Kaj Leo Holm Johannesen nevndi, at hann hevði hoyrt, at summi høvdu ilskast [...] – Boðskapurin er, at vit eru á veg móti normaltilstandum, segði Kaj Leo Holm Johannesen. Kaj Leo Holm Johannesen nýtti eisini høvið at rósa føroyska heilsuverkinum og innsatsinum at basa koronavirus yvirhøvur
skotin. Niðurstøðan er, at seismikkur órógvar, fiskurin verður stygdur, men at hann kemur aftur á somu leið stutt eftir. -Tað vilja altíð vera ójavnir fiskidagar og tað er ikki til at siga um tað er seismikkum [...] av teimum spurdu svaraðu , at teir hildu at seismikkkanningar órógvaðu fiskiskapin. Tvey prosent søgdu, at teir høvdu fingið meira fisk, har seismikkskip var á leiðini. Onkur hevði gjørt eitt rimmar toskahál [...] seismikkum ella onnur viðurskifti, sum hava ávirkað, at lítið hevur verið at fingið, tá seimmikkur er skotin. Eitt er tó fast, seismikkur gevur ikki varandi trupulleikar har fiskað verður, sigur Hjalti í Jákupstovu
sigur, at tað er týðiligt, at roynt hevur eisini verið at bróta inn á sløkkibilin. Tað hevur so ikki eydnast og onki er stolið. Løgreglan sigur, at bæði tey og sløkkiliðið taka tað í størsta álvara, at roynt [...] verður at bróta inn á sløkkibilin. - Vit vita ikki um gerningsmaðurin ella gerningsmenninir hava ætlað at gera herverk á bilin, ella hvat ætlanin var, sigur løgreglan. - Men ongin ivi skal vera um, at slø [...] verður eitt innbrot á sløkkibilin tikin í størsta álvara. Av í sama verður heitt á fólk, sum hava sæð nakað, um at siga løgregluni frá. Myndina hevur Eileen Sandá tikið.
drugrape sunnunáttina. Tað er tá onkur koyrir okkurt doyvandi í drykkin við tí endamálið at lokka kvinnur til kynsligt samband. Vaktleiðarin sigur, at tað er sera óvanligt, at tey fáa tríggjar fráboðanir um [...] um slíkt samstundis. Hesar tríggjar kvinnurnar siga, at tær hava verið útsettar fyri kynsligum ágangi. Spurd um talan er um neyðtøku, sigur vaktleiðarin, at tað ikki greitt, men í øllum førum talan um kynsligt [...] vera okkara áheitan á fólk um at vera sera ansins og ikki lata gløs standa, tá tey fara at dansa ella á vesi, um slíkt fer fram í náttarlívinum. Løgreglan hevur havt nógv at gera um vikuskiftið, tí nógv
við at siga sum er, “biðja um tað”, er effinett tað sama sum at siga, at ein lekkur dama ílatin lærstuttan kjóla “biðjur um” at verða neyðtikin. Kortini fer hugsjónin um eitt frælst samfelag, sum fyri [...] snýr seg um at liva seg inn í ein ótolandi látaleik og viðurkenna status quo. Nei, vit mugu verja talufrælsi við at alboga okkum fram til, at vit kunnu siga tað, at vit fara at siga tað, og at einki fjø [...] arbeiðssetningur var at virka sum ein alheimsverji vegna talufrælsi, hevur nú fingið at vita, at hann fyrst og fremst skal verja fyri, at átrúnaður ikki verður niðraður. Tað vil siga, at arbeiðið hjá hesum
lógarbrótingini. Er tað nakað at siga til, at hinar bygdirnar í grannalagnum ikki vilja tosa um samanlegging við Fuglafjarðar kommunu. At vit enn mótmæla, kemur ikki av, at vit ikki ynskja ítróttarvøll [...] vóru vit nøkur fólk á Kambsdali sum skrivliga mótmæltu eini ætlan at gera eitt ítróttarvøll 5-10 metrar frá húsum okkara. Vit vístu í skrivi á, at kommunan ikki hevði rætt at gera slíkan vøll á økinum, tí [...] víst teimum á, at teir gera ímóti byggisamtyktini, lata teir ikki um vón. Ikki ein einasti teirra svaraði aftur. Vit sum búgva í kommununi vita, at her fara so nógv løgin mál fram (onkur kallar tað ros
Skaðasjógvur Sjógvurin, sum rakti Sjóberan, var so mikið ógvusligur, at ein partur av lúnningini í bakborðssíðu brotnaði. Onkur stólpi fórst eisini, og báturin fór at leka. MRCC Tórshavn fekk boð um tilburðin [...] trygt í havn á Toftum klokkan 19.50. Á MRCC Tórshavn siga teir í nátt, at hóast Sjóberin ikki beinleiðis bað um teirra hjálp, hildu teir, at rættast var at biðja Brimil leggja leiðina suðuryvir. Tá Sjóberin [...] tilburðin, og klokkan 18.40 í gjárkvøldið bóðu teir Brimil, sum var á Klaksvík, um at sigla suður móti Sjóberanum. Við egnari hjálp kláraðu teir kortini at halda Sjóberan lens og sigldu spakuliga heim móti Eystnesi
róðrinum, sum annars var lagt út á almennu úrslitasíðuna, og forkvinnan í Róðrarsambandinum váttar í dag fyri Kringvarpinum, at róðurin hjá 10-mannaførunum á ólavsøku er strikaður. Harvið ber til at siga, at [...] boð um, at umróður skuldi verða. Tað vildi manningarnar umborð á teimum trimum bátunum ikki, tí tær hildu ikki, at fýrverkið hevði órógvað róðurin ella FM úrslitið. Hetta hevði síðani við sær, at Róðrarsambandið [...] snópisliga. Tá ið 10-mannaførini í ársins seinasta róðri komu á mál á Havnarvág í gjár, helt onkur tað vera snilt at skjóta fýrverk fyri vinnandi bátinum Orminum Langa. Tá vóru hinir báðir bátarnir í róðrinum