eingin hava nakað við hana at gera. Men sjálvandi, tá ið fólk kemur fram, ið hevur so úrsýndar gávur, so kann fátt forða tí. Ymsar søgur um uppvøkst hennara hava eisini hald í veruleikanum. Eitt nú tað, at [...] Søgan um Edith Piaf sermerkt, um ikki endiliga serstøk, sigur Sigrún Vilbergsdóttir, leikstjóri, um høvuðspersónin í leikverkinum, sum verður frumsýnt í annaðkvøld í Sjónleikarhúsinum. Tað serliga við [...] hava hana um hond. Og Piaf gekk ongantíð í skúla heldur, ikki ein einasta dag. Hon var í einum og øllum sjálvlærd ella lærdi tað, hon dugdi, av fólki, ið var um hana. Og ymiskt, sum ljóðað hevur um ta óflættiligu
sama slag av skrúvu í øll børnini. Og um tað var so, at øll børn høvdu sama tørv, ja so var samlibandsnámsfrøðin, við hartil hoyrandi vánaligu normering, helst ikki so galin. Men veruleikin er ein annar. [...] avbjóðingar, og Mortan skal koyrast inn. Og soleiðis kundi eg hildið fram. Tað er givið, at við so nógvum ymiskum tørvum, koma vit ikki langt, um vit bara brúka sama slag av skrúvum til øll børnini. Við verandi [...] skrúvunum, so tey kunnu skapa røttu karmarnar hjá øllum børnum at mennast og læra í. Og hetta er ikki haldbart í longdini, hvørki fyri børnini ella starvsfólkið, sum má renna fleiri ferðir so skjótt. Tað
Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, gevur nýggju samgonguni, sum í gjár legði fram politikk sín fyri almenninginum. – Um Annika Olsen heldur hevði sagt, at onkur onnur kommuna nú skuldi sloppið framat [...] sína tíð í einum fyri kommununa so týðandi felagsskapi, er bara ikki í lagi. Tað skrivar Heðin Mortensen í viðmerking, sum hann hevur sent miðlunum. Og hann heldur fram: – Nakað heilt annað er, at Annika [...] liðspælari – so hevði hon byrjað við at viðgjørt slíkar grundleggjandi spurningar í friði og náðum í Kommunufelagnum, heldur Heðin Mortensen. Heðin Mortensen sigur seg vóna, at talan er um byrjunarfeilir
men um ferðin í búskapin heldur fram, verður neyðugt at gera okkurt seinni í ár. FÓLKAFLOKKURIN hevur longu gjørt vart við, at skatturin eigur at lækkast, men hetta kemur neyvan upp á tal og so ikki við [...] fer at gera við hetta málið - ella um hon bara letur til standa og tekur tað til viðgerðar, tá yvirupphitingin longu er farin fram. Tá kann tað gerast ov seint at bøta um óhepnu avleiðingarnar av yvirupphitaða [...] Karsten Hansen sum fíggjarmálaráðharra. So skjýtur fólkaflokkurin upp at tvinga fólk til at gera eina eftirlønaruppsparing. Hvat tjóðveldið sigur til hetta fáa vit so at síggja. TINGIÐ er ikki saman í løtuni
bøtast munandi um korini hjá teimum við skerdum møguleikum. Bøtast skal um íbúðarmøguleikarnar hjá rørslu- og menningartarnaðum, eisini so at tey hava møguleika at verða í egnum heimi so leingi sum gjørligt [...] sett og fer at fara fram ein kampagna við upplýsandi tiltøkum í sambandi við áðurnevnda bólk. Vit høvdu Ár teirra brekaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan og komu tá nógv hugskot fram um at bøta umstøðurnar [...] teirra avvarðandi. Nøkur av tiltøkunum vórðu framd brúkarnum at gagni, so sum at allir almennir stovnar og aðrir stovnar skuldu skipa so fyri, at møguleiki varð hjá fólki í koyristólum at koma inn, hetta tó
Sosialurin skilur, so er semja um at halda fram sum higartil við at gera eina avtalu, sum kann undirskrivast um ikki so langa tíð. - Løgmaður ynskir ikki at órógva tað arbeiði, sum fer fram í løtuni við at [...] avtalan kann verða viðgjørd í løgtinginum og á fólkatingi um somu tíð. Utbjóðing At hetta málið hevur slíkan skund, nú tað kortini hevur drigið so nógv út, er tann, at man frá føroyskari síðu metir, at markið [...] Kallsberg, løgmaður eisini høvi til at tosa við fleiri av donsku ráðharrunum. Her var sjálvandi talan um óformelt prát, men sum kortini hava týdning fyri Føroyar. Anfinn Kallsberg hitti m. a. Niels Helveg
ikki sett fram nøkur kravboð um føroysku tølini. Í fyrstu syftu verður bert mælt til at fundast um talbroytingina. Høvdu so haraftrat Gekkur og V4 møguliga kunnað tikið undir við talbroytingini, so var ómetaliga [...] Kundu vit fyrst fingið 1. floks børn at lært seg føroysku tølini, so høvdu helst allir føroyingar uttan kravboð sagt sjeytitrý um ikki so øgiliga nógv ár. Tó hevði undirtøka frá fjølmiðlafólki, málfólki [...] føroysku tølunum vera lítla undirtøku (um fólk annars líta á slíkar teldukanningar). Sum spurningurin varð settur, var undirtøkan sera stór og eggjar avgjørt til at halda fram við talstrevinum. Kanska er enntá
Tá vit steðga við støðina koma boðini um at fara fram í tokini. Líka so skjótt sum fyrru boðini, komu tey næstu. Hesaferð meira harðrent. Nú snýr tað seg bara um at koma úr tokinum. Øll skulu úr tokinum [...] ávegis. Spurningurin um at skriva næstu greinina, gamlar uppgerðir ella at náða næsta lívsmálið er so lítið viðkomandi, at tvungna innibyrgingin gevur eina gjølla frálæru um virði og um ein sjálvan. Hurðarnar [...] frá føraranum vóru um at fara fram í tokið, so kanska var okkurt hent har afturi. Vóru nøkur fólk komin illa fyri? Var nakar deyður? Tað er ikki lukkuligt at verða slongdur aftur og fram í einum tílíkum vogni
vali, og hann dylur ikki fyri, at hann harmaðist um, at tað ikki eydnaðist at verða afturvaldur seinast. – Tí so høvdu viðurskiftini verið øðvísi, og so hevði hendan samgongan ikki komið til valdið, sigur [...] samgongan skuldi hildið fram. Og tá ein maður kann fáa yvir 2.500 atkvøður einsamallur – nógv meira enn allur Fólkaflokkurin tilsamans, so átti hann sjálvandi eisini at hildið fram sum borgarstjóri. Samgongan
Men bilførarar hava mangan sett ynski fram um at lógin verður broytt, so at tað verður loyvt at koyra við píkadekkum eitt sindur longur út á árið, tí ført verður fram, at tað er heilt vanligt, at tað vegirnir [...] Higartil hevur tað verið so, at tann 30. apríl hava bilar ikki longur loyvi til at koyra við píkadekkum. Tað merkir, at alt summarið, ella í tíðini frá 1. mai til 16. oktober, er ikki loyvt at koyra við [...] 1. mai. Tað var eisini støðan í ár og nú hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, broytt reglurnar, so at tað verður loyvt at koyra við píkadekkum til 15. mai, ella í tvær vikur afturat. Sostatt verður