Ert tú spentur til sólarmyrkingina? - Spentur og spentur. Eg havi ikki mist svøvnin av hesum, men sjálvandi er tað spennandi og ein framíhjárættur at uppliva eitt so serstakt og sjaldsamt náttúrufyribrigdi [...] so hevði tað verið av øðrum orsøkum enn hesari. Hevur tú upplivað/ hoyrt um aðrar sólarmyrkingar? - Havi bara hoyrt tað sum flestu onnur hava hoyrt, serliga um sólarmyrkingina í 1954. Foreldur míni vóru [...] uttanlands um hetta mundið, og sjálvur varð eg borin í heim eitt ár seinri, so í næstu fjølskylduni havi eg av góðum grundum einki hoyrt um sama fyribrigdi, sum tá gjørdi vart við seg í Føroyum, sigur Tórbjørn
vinna Ingrid Betancourt frælsið aftur Tað var ein deild hjá kolombiska stjórnarherinum, sum fríaði Ingrid Betancourt, tveir amerikanarar og 11 aðrar gíslar. Ein talsmaður hjá herinum segði, at nakrir [...] tey seinastu árini, og at tað var ein serliga dyggur smeitur fyri rørsluna, tá leiðari hennara, Manuel Marulanda, doyði fyri tveimum mánaðum síðani. Samstundis hevur ein av teimum trúgvu stuðlunum hjá [...] - Øll hesi árini sum gísli havi eg hugsað sum so, at so leingi eg livi, og so leingi eg framvegis dragi andan, skal eg ikki sleppa vónini. Soleiðis skrivaði Ingrid Betancourt í einum brævi í fjør. Tá hevði
møguleika at taka næmingar frá norðara upptøkuøki. Tá ein breyt bert verður boðin út í einum upptøkuøki, eru allar Føroyar eitt upptøkuøki. Tá ein breyt verður boðin út í báðum upptøkuøkjunum, verða Føroyar [...] øllum landinum ella ikki. Bogi Bech Jensen vísir á, at Føroyar verða býttar í tvey upptøkuøkið, um ein útbúgving er í tveimum økjum. Sostatt kunnu næmingar í Klaksvík ikki søkja til tøknibreyt á Glasi, [...] hetta tilboðið, er sjálvsagt talan um, at tey ikki hava atgongd til tilboðið í Suðurstreymi. Hetta havi eg sagt so sera ofta, og haldi eg, at hetta eigur at verða undirskilt, men tann, sum ynskir at misskilja
neyðugu venjingarnar. -Men tá eg so havi havt tíð, so havi eg ringt til Boga og spurt, um eg ikki kann fáa ein tíma ella báðar tveir. Og tað liggur sum oftast væl fyri. -Hinvegin, so hevur hetta verið rættiliga [...] undirvísing, og ikki minni, tá ein skal venja og venja og aftur venja. Ólavur gongur í løtuni á kokkaskúla, men hevur eisini siglt við ymiskum skipum. Tá hevur hann ikki altíð havt eins góða tíð til tær neyðugu [...] m.a. við fingrasetingini. - Hetta hevur altíð verið ein stórur trupulleiki hjá mær, sigur hann. Tíð er kortini eisini til onnur evni, og fer tí ein partur av undirvísingini eisini við at spæla vanligar
hesum støðum. Ein teirra, sum varð uppsøgd í farnu viku, var Marianna Poulsen í Hvalba. Hon hevur í mong ár arbeitt á flakavirkinum í Hvalba, men kann nú skráseta seg sum arbeiðsleysa eins og hini 88. Tað [...] bara vera ein spurningur um tíð. - Vit livdu í óttanum gjøgnum allan desember mánaða ? ja, í sjálvum jólamánaðinum, tá vit royna at gera alt gott fyri hvønn annan. Hesin mánaður var fyri okkum ein mánaður [...] bórust í Útvarpinum. - Tú kanst ætla, at vit fingu ein hvøkk henda morgunin. Og eg skal siga tær akkurát sum er ? eg bleiv forferdiliga kedd. Hóast vit høvdu ein varhuga av tí, so visti eg ikki hvat eg skuldi
Kortini hevur hann ikki biðið stovnin um at útgreina hetta málið, ið nú er blivið aktuelt. - Nei, tað havi eg ikki gjørt. Eg haldi ikki, at eg sum landsstýrismaður skal biðja um slíkt, svarar Jørgen Niclasen [...] smaðurin í fíggjarmálum hevur heldur ikki biðið fútan um eina fullfíggjaða frágreiðing. - Nei, eg havi bara lisið niðurstøðuna hjá fútanum. Og hana fyrihaldi eg meg til, svarar Jørgen Niclasen. Jørgen [...] grundgeva fyri, hví eg kenni meg vera fyri grovari ærumeiðing. So jú, í kæruni kemur eisini at vera ein frágreiðing um hetta málið, sigur Jørgen Niclasen. Hóast fleiri løgtingslimir, bæði úr andstøðu og
lívið hóskar seg væl til eina tíðindasending sum Dag og Viku. Hann heldur, at ein trupulleiki í dag er offur-mentanin. - Tað er ein útbreidd offur-mentan millum fólk. Fleiri av landsins best løntu vinnulívsmonnum [...] og vísir á, at hetta er ein trupulleiki, sum øll, ið fáast við kritiskan journalistik og eym evni, kenna til. - Eg trívist ikki serliga væl í spotlight´inum, men sum oftast havi eg einki val, tá eg til [...] Lamhauge, sum í nógv ár plagdi at ummæla tónleik í føroysku bløðunum. - Eg havi altíð brúkt øgiliga nógva tíð upp á miðlar og havi eisini arbeitt freelance innan blaðheimin í fleiri ár, sigur Jan Lamhauge
sum vildi hava hesa avgerð, umframt ein meiriluti í áttanda felagnum eisini. - Eg havi ikki biðið tey tikið hetta stigið. Tey hava sjálvi vent sær til mín. Eg havi biðið tey hugsað seg væl og virðiliga [...] hvør kenslan er, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr Javnaðarflokkinum. Hetta hevur sjálvandi verið ein trupul avgerð at taka, men fundurin í dag vísti, at hetta var eitt neyðugt stig, hóast hetta ikki var [...] hava givið teimum fullan stuðul. Gerhard Lognberg hevur sagt, at Javnaðarflokkurin er við at gerast ein akademikaraflokkur. Er vandi fyri tí, spurdi útvarpsmaðurin. - Nei, tað haldi eg ikki, segði Aksel
hjá Jákup Eli eru rættiliga skemtingasamir. Eitt nú var eykalagið hjá honum ein sangur við heitinum 'Eg royki hash', sum er ein skemtilig forkláring uppá, hví hann ikki altíð ger tað, sum verður forvæntað [...] Eli, so má man siga Vanja. - Tann sangin havi eg nokk sungið umleið 1.000.000 ferðir, sigur Jákup Eli flennandi. Annað kann ikki sigast enn, at Jákup Eli er ein virkin sangskrivari, tí hann arbeiðir longu
hon kortini heppin. Teir umborð á Fram stóðu beint nú og manglaðu ein stýrimann. Og við útbúgving síni sum skipsførari, var hetta ein møguleiki sum hon - í orðsins sanna týdningi - ikki lat fara aftur [...] skipari umborð á Fram. - Eg havi jú “bara” brotið tummilin, so eg fái saktans trýst á allar knøttarnar á brúnni, sigur hon brosandi. Fiskur og kvotur Tað er greitt, at tá ein kemur úr einum heimi har pápin [...] hetta samstundis er fyrstu ferð at Durita er stýrimaður umborð. Í hesum umfarinum verður bert talan um ein einstakan túr hjá henni. Hon ætlar sær nevniliga í land aftur, tá hesin túrurin er liðugur - vónandi