honum í ár – at tapa ein dyst. – Tað kennist keðiligt, staðfestir hann turrisliga. – Men tað skuldi henda einaferð, leggur hann aftrat. Spurdur um, hvat tað var, sum gjørdi, at teir fyri fyrstu ferð í [...] seg aftur á vøllin og lógu væl. Tá gjørdist tað trongt og trupult hjá okkum. B36 vísti seg eisini at vinna teir flestu bóltarnar, bæði fyrsta og næsta bólt, og vóru sum heild grammari enn vit. – Nei, har
taka nakað fyri fult, og tað ørkymlar meg og ger meg ótrúliga kedda, sigur Sólborg Dulavík. Sólborg Dulavík heldur at politikararnir hava skyldu til at rudda upp í bankaheiminum, soleiðis at tílíkt ikki [...] ikki bera til at selja ”trygg virðisbrøv”, sum ikki eru trygg kortini. Og tað má heldur ikki bera til at yvirtaka virksemi, uttan at yvirtaka ábyrgdina av tí ráðgeving, sum liggur til grund fyri hesum virksemi [...] – Eg kann liva við at hava mist alla mína uppsparing, men tað ringasta er at hava mist álitið á bankarnar, sigur Sólborg Dulavík, sum eisini tapti í Landsrættinum. Avgerðin um at flyta uppsparingina úr
sum umhugsa at savnast fyri at ballast næsta vikuskiftið. – Eg vil viðmæla tykkum at royna online-háttin næsta vikuskifti. Tí vit nýtast ikki at sita tætt og nerta við hvønn annan fyri at hava tað stuttligt [...] visti løgreglan at siga, at fleiri ung høvdu hildið ball kring landið hetta vikuskiftið, hóast myndugleikarnir mæla til, at fólk ikki skulu savnast saman óneyðugt fyri at minka um vandan fyri koronasmittu [...] hann. – Eg skilji væl, at fólk eru byrjað at rópa upp um at fáa Rúsuna lukkaða. Tí eru vit veruliga villig til at risikera tey veiku í samfelagnum, tí at vit ikki kunnu vera ball fyri uttan í nakrar vikur
og verða noydd at sjúkrameldast. Tað nyttar lítið at viðgera einstaklingin fyri strongd, um trupulleikin liggur á arbeiðsplássinum, metir Helgi Rasmussen. – Tað nyttar einki at fara inn at hjálpa einstaka [...] er gott upp á tann mátan, at tú kanst fáa tey at taka støðu til, um tey vilja vera har ella ikki. Tú kanst hjálpa upp á tann mátan, at tey velja at fara eitt annað stað. Men at taka fólk út úr einum sjúkum [...] av orsøkunum til, at arbeiðspláss eru vorðin strongdarelvandi, er, at konsulentvirksemi og sálarfrøðiligir teknikkir síðan 1950'ini eru vorðin partur av teimum tólunum, ið verða nýtt at stýra starvsfólki
fegin deila sína søgu fyri at vísa, hvussu trupult núverandi lóggáva gjørdi tað fyri hana. Milia fortelur, at hon visti ikki síni livandi ráð, tá hon byrjaði at kanna møguleikarnar fyri at fáa fosturtøku í [...] visti, at hon var konservativ og fór at siga nei. Men eg fekk aldrin eitt nei, tí eg kundi ikki fáa eina tíð innanfyri tíðarrammuna at tosa um fosturtøku, eftir at eg hevði fingið staðfest, at eg var við [...] Frá tí at ein finnur útav at ein er við barn, er alt ein spurtur ímóti tíðini, at náa at fáa allar avtalur í lag, áðrenn tær vikurnar eru farnar, sigur hon. – Í Danmark fær man hinvegin høvi til at hugsa
síðani reformatiónina. Fyri 500 árnum síðani varð kvinnan ogn mansins, og hon livdi onkursvegna í trældómi. Vit eru komin langt á nógvum økjum, men hasir miðaldartankarnir eru enn at hóma í samfelagnum millum [...] smávegis broytingar í katólsku kirkjuni, men sum elvdu til, at kirkjan fór í tvíningar. Hann livdu sum stakur munkur tá, men legði upp til, at munkar giftu seg, og varð sjálvur giftur Katarine von Bora [...] Endamálið við leikinum ”Morgunstjørnan yvir Wittenberg” er ikki er at seta kvinnupolitikk á dagsskránna, men tað er natúrlig samanbering av for- og nútíðini, tá leikurin snýr seg um eina sterka og slóðbrótandi
Kringvarpið sagt, at talan er um ein tekniskan spurning, ið hann hevur biðið síni embætisfólk um at loysa. Hesum líkar ikki Jógvani Skorheim, sum í lesarabrævi í dag sigur, at hetta er at meta sum at avtaka Klaksvíkar [...] tekniskt mál. Norðlýsið skrivaði í gjár, at stjórarnir fyri Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús, Alexandra á Dul og Hans Pauli Henryson, høvdu fingið boð um, at sambært broyting í leiðslukunningarskipanini [...] Klaksvíkar sjúkrahús. Jógvan Skorheim ger greitt, at løgtingið hevur samtykt, at tríggir stjórar skulu vera fyri tey trý sjúkrahúsini, og hetta er ikki nakað, ið landsstýrismaðurin av sínum eintingum kann
klokkutíð um kvøldið. Argumentið fyri at avmarka virksemið er, at tað er ringt at hava skil á smittuketuni, um smitta skal spjaðast í náttarlívinum. Sama argument er galdandi fyri festivalarnar. [...] Men samstundis so eiga allir festivalar í juli og august at verða avlýstir. Longu nú hevur G! festivalurin boðað frá, at avgerð er tikin um at avlýsa festivalin, meðan Voxbotn verður útsett til september [...] baseraður uppá nakað heilt annað. Tá er ringt at kontrollera, sigur Jenis av Rana. Landsstýrið arbeiðir annars eisini við at útvega sær lógarheimild til at steingja skeinkistøð og dansistøð við lóg eftir
á, at í flestu førum eru tað eldri tilkomin fólk, og ikki ung, ið eru komin við viðmerkingum. – Hetta vísir, at tey ungu eru væl betur upplýst nú og ynskja at síggja eina broyting. Malan heldur, at rasisma [...] rasisma í gerandisdegnum bara kann steðgast við at siga frá. – Um tú hoyrir fólk tosa niðrandi um útlendingar, so er at siga frá, at hatta er ikki í ordan, sigur Malan Maitri Arnadóttir. [...] hevði tørv á at koma við viðmerkingum til hana út frá hennara húðarliti. – Ein maður við góðari kenning kemur inn í handilin og spyr, hvussu tað gongst við student. Eg svari pent, at tað gongur heilt
Hann helt, at ungu løgtingslimirnir royndu at snara veruleikanum. – Orsøkin til, at málið ikki er búgvið, er, at vit tey síðstu árini hava havt ymisk uppskot. Tað er óvirðiligt at royna at snara tað, sum [...] ikki hoyrt nøkur haldgóð argument fyri at fella uppskotið enn, segði hann. – Tey, sum eru ímóti uppskotinum, blíva við at flyta málstrikuna. Mann byrjaði við at siga, at tað ikki var einfalt málsilga. Men [...] tingi, so heldur mann, at tað er skjott at fáa okkurt ígjøgnum á tingi, men soleiðis er tað ikki. Eg finni meg ikki í at blíva umtalaður upp á hendan mátan. Har eru góð argument fyri, at vit ikki taka undir