Endamálið við leikinum ”Morgunstjørnan yvir Wittenberg” er ikki er at seta kvinnupolitikk á dagsskránna, men tað er natúrlig samanbering av for- og nútíðini, tá leikurin snýr seg um eina sterka og slóðbrótandi kvinnu, sigur Eyð Matras, sum í morgin frumframførir einrøðuleikin um Katharine von Bora í Posthúskjallarinum í Klaksvík.
– Tað er í veruleikanum løgið, hvussu stutt vit eru komin hesi 500 árini síðani reformatiónina. Fyri 500 árnum síðani varð kvinnan ogn mansins, og hon livdi onkursvegna í trældómi. Vit eru komin langt á nógvum økjum, men hasir miðaldartankarnir eru enn at hóma í samfelagnum millum bæði kvinnur og menn, sigur Eyð Matras
500 ár er liðin síðan Luther festi teir 95 avlátssetningarnar á kirkjudyrnar í Wittenberg við ætlanum um smávegis broytingar í katólsku kirkjuni, men sum elvdu til, at kirkjan fór í tvíningar. Hann livdu sum stakur munkur tá, men legði upp til, at munkar giftu seg, og varð sjálvur giftur Katarine von Bora og tey áttu seks børn.
– Tá vóru tað mennirnir, ið ráddu og kvinnurnar høvdu ongan veruligan týdning uttan at tæna monnum sínum. Katarine von Bora var ikki soleiðis, og tí er hendan søgan so áhugaverd og umráðandi, sigur Eyð Matras.
Les alla samrøðuna við Eyð Matras og meir um leikin ”Morgunstjørnan yvir Wittenberg” í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum fríggjamorgunin.