Sunnumorgunin visti løgreglan at siga, at fleiri ung høvdu hildið ball kring landið hetta vikuskiftið, hóast myndugleikarnir mæla til, at fólk ikki skulu savnast saman óneyðugt fyri at minka um vandan fyri koronasmittu.
Men tað ber væl til at ballast og hava tað stuttligt saman, sjálvt um mann er í hvør sínum rúmi. Tað kann 29 ára gamli Bjørn Djurhuus í øllum førum staðfesta.
Leygarkvøldið luttók hann í tveimum online-veitslum, fyrst saman við nøkrum vinmonnum og so við nøkrum floksfeløgum frá Læraraskúlanum. Tey hittust á bæði Messenger og Zoom, har til ber at hava videosamrøður.
– Hetta riggaði ótrúliga væl, og eg hevði tað í roynd og veru næstan líka stuttligt sum til eitt vanligt ball, sigur Bjørn Djurhuus.
– Møguleikarnir eru nógvir
Tey sótu øll hvør sær heima hjá sær sjálvum og prátaðu um alt og onki, meðan tey smakkaðu sær á av egnum rúsdrekka.
Umframt prát og hugna, so hevði Bjørn eisini fyrireikað eitt spæl til floksveitsluna - sum mann so ofta ger til veitslur.
– Eg hevði sett eitt excel-ark upp, har vit skuldu flokka allar dreingirnar i flokkinum í ymsar kategoriir og geva stig. Katogoriirnar vóru eitt nú “Hvør hevði riggað best í Paradise Hotel”, “Hvør hevði riggað best sum Tarzan” og “Hvør gjørdi besta fyrsta inntrykk”, fortelur Bjørn.
– Eg deildi mín skerm, so øll sóu, og vit høvdu tað nakað so stuttligt við at kjakast um, hvør skuldi hava hvussu nógv stig. Tað var við til at geva eina øðrvísi og stuttliga uppliving, sigur hann og kemur við einum uppskoti um eitt annað spæl.
– Man kann til dømis eisini spæla “Hvør”, um øll hava pappír og pennar og kunnu halda pappírið upp fyri skermin. Møguleikarnir eru nógvir, sigur Bjørn Djurhuus.
##med2##
– Tað er simpulten for býtt
Bjørn Djurhuus skilir ikki, hví summi hava so stóran tørv á at hittast, nú meðan koronasmittan ger um seg, tí tað væl ber jú til at skipa fyri balli á internetinum. Hann vísir á eina grein á in.fo, har tað kom fram, at nógv ungfólk hava brotið tilmælini um korona við at halda veitslur leygarkvøldið.
– Tað irriteraði meg eitt sindur at síggja, at nógv ung insistera uppá at fara í ball hjá hvørjum øðrum hóast umstøðurnar. Eg havi fleiri í mínari familju, sum barasta ikki mugu fáa korona. Og eg trúgvi, at allarflestu familjur í Føroyum hava onkran, sum ikki má fáa tað, sigur hann.
– Eg skilji væl, at fólk eru byrjað at rópa upp um at fáa Rúsuna lukkaða. Tí eru vit veruliga villig til at risikera tey veiku í samfelagnum, tí at vit ikki kunnu vera ball fyri uttan í nakrar vikur? Tað er simpulten for býtt, sigur Bjørn og kemur við einari áheitan til øll tey ungu, sum umhugsa at savnast fyri at ballast næsta vikuskiftið.
– Eg vil viðmæla tykkum at royna online-háttin næsta vikuskifti. Tí vit nýtast ikki at sita tætt og nerta við hvønn annan fyri at hava tað stuttligt saman, sigur Bjørn Djurhuus.