Gunvør Balle sigur í lesarabrævi í dag, at eftir síni metan eigur býráðið at bíða við havnaútbyggingini, inntil eitt nýtt býráð er komi til. Gunvør Balle vísir á, at sum borgari í Tórshavnar kommunu kennir [...] risastóran skúla á Fløtum. - Tað ber boð um tilafturskomnan hugburð, at leggja eina stóra, larmandi og dálkandi bingjuhavn beint uttan fyri sjálvt sentrum í høvuðsstaðnum, sigur Gunvør Balle í lesarabrævi
Stutt fyri middag í dag kom knappliga eitt rættiliga grovt heglingsæl á Tvøroyri. Í nøkur sekund vóru vegirnir hvítir. - Veðrið í morgun var gott. Tá klokkan nærkaðist middegi sást ein grái úti á fjørðinum [...] lærari við Tvøroyrar skúla, og sum stutt eftir heglingsælið legði eina mynd út á sína facebook-síðu. Spurd, um heglingsælið megnaði at gera vegirnar á Tvøroyri hvítar, sigur hon, at í nøkur sekund sást, [...] heglingsælið kom, frískaði hann eisini vindin, og tí hoyrdist stóru heglingarnir eisini móti vindeygunum í skúlanum, sigur Annika Eidesgaard.
vísingin í enskum verður flutt niður í 3. flokk. Broytingarnar í enskum snúgva seg um at flyta ensktundirvísingina niður í 3. og 4. flokk. Enska málið er ein týdningarmikil samskiftislykil í alheimsgerðingini [...] børn kunnug við enskt mál, áðrenn tey fara í skúla. Tað kann tí tykjast nakað rangvørgt, at tey ikki fáa undirvísing í enskum, fyrr enn tey eru komin í 5. flokk. Í flestu norðurlendsku grannalondum okkara [...] Sum er, byrja næmingarnir at læra danskt í 3. flokki. Hildið verður ikki, at tað fer at ørkymla frálæruna í donskum ella føroyskum, um byrjað verður við enskum í 3. flokki við 1 undirvísingartíma um vikuna
seg í Føroyum. Bókarøðin er um Lisu, sum í studentaskúlatíðini býr í Føroyum sama við familjuni, her hittir hon drongin Kára og tey eru par. Kári vil fegin við Lisu til Danmarkar eftir loknan skúla, men [...] men Lisa torir ikki at geva teirra parlagi ein møguleika. Tredivu ár seinni hittast tey bæði aftur í Føroyum. Tað er Edward Fuglø, ið hevur teknað kápumyndina á bókini “Møde i mol”.
Veðurlíkindini í kvøld eru rættiliga vánalig, og av tí sama gjørdi Runavíkar kommuna í gjár av, at framskunda nýggjársbálið, og tí varð brent nýggjársbál í gjár kl. 19. Kommunan boðar tó frá, at kyndlagongan [...] kyndlagongan verður sum ætlað. Kyndlagongan byrjar kl. 21. frá Æðugøtu, Ærgirsbrekku og frá Glyvra skúla, haðani gingið verður til ráðhúsið, har Jonhard Hansen heldur røðu. Samstundis boða eisini Nes kommuna [...] verðurforsøgnir er nýggjárshaldið útsett. Eftir ætlan er nýggjárshaldið útsett til eitt av fyrstu kvøldunum í komandi ári.
størsta ferðamannaflogfar, noyddist at neyðlenda í Singapore, eftir at ein spreinging hevði verið í einum motori. Flogfarið var farið av Changi-flogvøllinum í Singapore og hevði bara flogið eina løtu, tá óhappið [...] sløkkiliðnum, sum sprændi vætu á flogfarið, áðrenn ferðafólk og manning sluppu út. 433 ferðafólk vóru í flogfarinum umframt manningina, sum taldi 26. Flogfarið var uppi yvir indonesiskum lendi, tá spreingingin [...] nir siga, at petti av flogfarinum duttu niður yvir bygt øki. Millum annað rakti okkurt petti ein skúla, men eingin fekk skaða.
Barack Obama saman við 102 øðrum svørtum fólkum, eru handtiknir Amerikanska stjórnin sigur í kvøld, at hon í dag hevur forðað einari samansvørjing, sum skuldi kosta Barack Obama, amerikanska valevninum [...] saman við Obama - antin við at verða skotin ella hálshøgd. Hetta skuldi alt fara fram í statinum Tennessee. Fyrr í dag avdúkaði ein vitnisfrágreiðing, at løgreglusníkar hava tikið tveir nýnazistiskar skinheads [...] skinheads, sum ætlaðu at ræna ein vápnahandil, við tí fyri eygað at leypa á ein skúla, har meginparturin av næmingunum eru svartir ella littir. Enn ov tíðliga at siga meira um málið.
verður ein slík gudstænasta í Miðvágs kirkju, og sama dag klokkan 14 verður gudstænasta í Sandavágs kirkju. Tiltakið, sum fevnir um allar kirkjurnar í Vágum, verður eisini í Sørvágs kirkju, og her verður [...] august klokkan 11. - Tað eru serliga øll tey, sum byrja í skúla, nú skúlarnir skjótt byrja aftur, sum verða boðin til gudstænasturnar, siga tey í Vága prestagjaldi. Heitt verður á børn um at hava skúlatasku [...] onnur, sum børnini kenna, vælkomin í kirkju. - Gudstænasturnar verða skipaðar fyri børnum við barnavinarligum tekstum og sálmum, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey í Vága prestagjaldi.
mikudagin útsettir til seinni. Men í gjári. Fyrrapartin var ein 6. flokkur úr Kommunuskúlanum á floti við Westward Ho, og seinnapartin 6. flokkur í Kollafjarðar skúla. Endamálið við túrinum “Á flot við [...] Allir 6. flokkarnir í Tórshavnar kommunu sleppa í september mánaði at royna seg á floti. Hetta verður gjørt við sluppini, Westward Ho, og samstundis verður skipað fyri fiskikapping millum flokkarnar. Tann [...] Tann flokkurin, sum fiskar mest, fær her eitt steyp til ognar. Í ár verða 15 fiskitúrar. Teir fyrstu skuldu vera mánadagin 1. september, men veðrið hevur ikki verið til vildar, og tí eru túrarnir, sum
fara í skúla so tíðliga. Ein spurningur er, um tey yvirhøvur eru búgvin at klára seg í ferðsluni einsamøll, tá ið tey eru seks ára gomul. Í barnagarðinum fylgja pedagogarnir barninum úr og í buss, í býnum [...] anini í Føroyum. Tey seks ára gomlu børnini fara í forskúla ístaðin fyri á dagstovn og í dagrøkt. Tað merkir við øðrum orðum, at pedagogarnir sleppa børnunum sum seks ár gomul og lata tey upp í hendurnar [...] børnini, hevur hon ikki í hyggju, at pedagogar skulu undirvísa. - Í skúlunum verður hugsað um undirvísing, meðan tað í barnagørðum verður hugsað bæði um undirvísing og spæl. Í mínum hugaheimi eru hesi