og vitjaðu á messuni og básin hjá okkum, sigur hann. Víðari sigur hann, at norðbúgvar, skandinavar, fólk úr Evropa, New Zealandi, Australia, Norður- og Suðuramerika, Suður Afrika og Fjareystri vístu stóran [...] skipasmiðjum í Kina fyri ein rímiligan og bíligari kostnað, enn menn vanliga kenna til, sigur Álvur Mortensen. Básurin hjá Maretec hevði myndir, tekningar og spesifikatiónir av teimum mest aktuellu fiskiskipum [...] áhugi at koma á tann básin, har tað føroyska, íslendska og kinesiska flaggið veitraðu lið um lið, sigur Álvur, sum júst er afturkomin úr Kina. ? Serliga hevði okkara loysn um at byggja skandinavisk fiskiskip
er sprottin umborð á slupp á fjarum fiskileiðum, har hesir sjógarpar baldust. Dávur hjá Kitty var tá 24 og Kristian hjá Óla 19 ára gamal. Hesir báðir ungu menn vóru teir, ið undan gingu. Hinir eldru blandaðu [...] Fundarboðini blivu givin í dansinum á Reynatúgvu. Fyrsti fundurin, stovningardagurin, varð hildin á Reynatúgvu 11. november 1923. Skemtiliga søgan hjá M. A. Winther, Orrustan í Klandurskoti, varð lisin [...] eitt radiotól, ið bleiv sett upp í skúlanum. Leikararnir vóru hesir: Niels Jacob hjá Lítla Óla var Ólavur Bóndi. Hansina hjá Mouritsi var Anna, kona bóndan. Sigurd á Teigunum var Haraldur, sonur teirra. Nella
við? Hann sigur, at teir bert vilja hava avtalur, sum gera, at samtakið ikki skal hava útreiðslur av at hava eitt føroyskt felag við. Tað einasta, sum hendir í hesum sambandi, er, at parturin hjá útlendsku [...] partabrøv eins og privatpersónar. Tá spurningurin tekur seg upp um eitt alment oljufelag, sigur Kjartan Hoydal sigur seg tó ikki vita, hvat landsstýrið ætlar á hesum øki. Vit spurdu Kjartan Hoydal, um hann [...] roknað seriøst av oljufyrisitingini, um teir søgdu, at fyrsti prioriteturin var eitt samtak við einum føroyskum privatfelag. Kjartan Hoydal sigur víðari, at hann hevur tað álit á oljufyrisitingini, at
filmir, eitt nú nýggja filmin hjá Katrini Ottarsdóttir, sum verður frumsýndur næsta vár, og eg havi verið við í føroyskum dansi. Hinvegin kenni eg lítið til føroyskan tónleik, sigur Helga Hjörvar, ið er 55 ára [...] føroyska mentanarlívinum. Treytirnar undir virkseminum hjá húsinum og fyri mentanarlívinum yvirhøvur broytast alla tíðina. Karmurin um virksemið hjá húsinum er sjálvandi fíggjarliga orkan og hølini. - Húsið [...] Norðurlandahúsinum. Farna vikuskiftið var hon á snarvitjan í Føroyum. Tað var í sambandi við stýrisfundin hjá felagsskapinum Teater og Dans i Norden, sum hesa ferð var í Føroyum. Helga Hjörvar hevur verið aðalskrivari
hildu teir fýra menninir leiðina suður við landinum, fyrst til Grátufjørðin. Har vóru heldur ongir menn. Ætlanin var so at sigla heilt suður í Ravnsoynna, men tá teir komu suður fyri Fiskanesið, gekk motorurin [...] ikki væl saman. Tá menninir á »Nýpuni« høvdu bíðað einar tveir dagar í Fiskanesi, sendu teir fjarrit suður í Ravnsoynna at siga frá, hvussu teimum visti við, og tá vardi ikki leingi til hinir komu. Noyddust [...] eitt kvøldið, vit komu aftur, nú standa koyggjuklæðini uppstungin í túninum. Ein maður kemur oman og sigur, at teir eru komnir í dag við »Grønlandsfarinum« og skula brúka skúrin«. Hetta var ein av teimum royndu
havi hug at royna hetta starvið og ætli mær at royna at vera ein góður leiðari, sigur Malan Marnersdóttir, sum verður fyrsti kvinnuligi rektarin á Fróðskaparsetrinum. Malan Marnersdóttir er fødd í 1952. [...] studentarnar, sigur Malan Marnersdóttir. Talið á studentum á øllum deildunum á Fróðskaparsetrinum liggur um 100. Kortini er tað ikki hægri enn á einum lítlum institutti aðra staðni. Áhugin hjá føroyingum [...] á setrinum kann væl vera, men nøkur tiltøk eru longu í umbúna, sum fara at gera okkum meiri kend, sigur Malan Marnersdóttir. Vánaligar umstøður Karmarnir á setrinum eru øgiliga trongir. Setrið hevur ikki
verður leygardagin, burtursæð frá felagsvenjingunum hjá ungdómslandsliðnum, men sunnudagin vera ikki færri enn seks dystir ? tríggir hjá kvinnum og tríggir hjá monnum. Lat okkum bara beinanvegin biðja vestmenningar [...] og Neistin er favorittur í morgin. Kvinnurnar hjá Stjørnuni fara langu leiðina suður til Vágs, har tær spæla í morgin. Tað gongur eitt sindur upp og niður hjá klaksvíksliðnum, sum tykist at vinna teir dystirnar [...] er nummar eitt við einum málmuni, sum er eitt vet betri enn tann hjá hoyvíkingum. Í morgin fær VÍF høvi at betra enn meira um málmunin hjá sær. Tá spæla teir í Vestmanna móti KÍF, sum loypti hvøkk á við
- Síðani fóru vit suður aftur til Dímunar 26. apríl, dagin eftir flaggdagin, so tað verða 49 ár nú aftur í apríl. Ár 2000 hava vit gullbrúdleyp, smílist Kinna. Innbúgvið kom suður og mátti sjálvsagt dragast [...] upp, minnast tey bæði. - Tað gekk væl hjá okkum, vit sóu ljósareytt uppá tað heila, greiðir Kinna skemtandi frá. - Tað mundi vera í 1947 ella '48, at vit hittust, sigur Kinna, sum tó hevði verið einar tvær [...] Dímun, sigur Janus og leggur afturat, at allir bóndurnir hava ikki verið frá barnsbeini í Dímun. Bóndurnir í Dímun hava ikki átt í sín lut at liva leingi. - Teir eru deyðir og tær eru deyðar, sigur Janus
maður Tægan hjá Heðini Brú var ikki tóm, og tægan hjá tí manni, vit heiðra í dag, er heldur ikki tóm. Tægan er á tremur við orðum, og har skyggja m.a. orð sum telda, hugburður og bingja. Hjá fámentari tjóð [...] viðoyingar hann. Og tað er tað, sum ger munin, tí Chr. Matras er ikki ein harra hvør sum helst. Paulus sigur um seg sjálv-an í Ápostlasøguni, at hann varð upplærdur við føtur Gamaliels. Gamaliel var víðagitin [...] altíð, Kristian plagdi at siga, Kristian plagdi at gera, Kristian helt, Kristian og Marianna, heima hjá Kristiani og teimum o.s.fr. hesi orð, siga nakað um ta virðing, sum hann hevði fyri sínum lærumeistara
og orsøkin til óhappið var, at tað var ov nógvur suður í sjónum tá ið Ternan legði at. - Eingin fólkaskaði ella annar skaði stóðst av óhappinum, sigur Magnus Magnussen, leiðari á teknisku deild á Stra [...] neyðsemjur um trygdina hjá skipi, manning og ferðafólki. ? Tí mugu vit umhugsa at umskipa ferðasambandið um Vestmannasund fyri at fáa hana í eina tryggari legu. Reidar Nónfjall sigur, at tað er neyðugt at [...] Leygardagurin var ein sannur ?Thycho Brahe dagur? hjá Strandferðsluni í ferðasambandinum um Vestmannasund. Ein ?Thycho Brahe dagur? dagur er ein dagur, tá ið alt gongur galið. Óhappini byrjaðu leygarmorgunin