umsitingarligt dugnaloysi sum valdar í Almannaráðnum, tá slíkt hendir. Í blaðnum mikudagin kom miðfloksungdómur við uppskoti um, at útbúgvingarstuðul skal veitast eftir dugna skapi - hvussu [...] Tað er so hugaligt, at vit aftur hoyra, at politisk ungmannafeløg kalla til fundar. Meðan ungdómsvirksemið hjá politisku flokkunum hevur ligið so at siga deytt í fleiri ár, so tykjast nú [...] hvussu góðan karakter tú fært í skúlanum. Jú, eitt kreativt uppskot, hóast asosialu avleiðingarnar av tí valla eru kannaðar til botns - men tað er bara gott við ungdómi í politikki, tí tað er sjón
hóttanin móti privatum fjølmiðlavirksemi í Føroyum júst eru okkara fólkavaldu, sum ikki hava dirvi ella hegni til at fáa skipað viðurskiftið á fjølmiðlaøkinum. Kringvarpið undirgrevur [...] vur lýsingarmarknaðin við at selja lýsingar, samstundis sum stovnurin er ein skattainnkrevji. Við almennum stuðli kappast Kringvarp Føroya móti privatum fjølmiðlum, sum sjálvandi tapa [...] og vit halda eisini, at landið hevur fortjent at frítt alment kringvarp, óheft av vinnuligum áhugamálum. Tað hava vit ikki. Public Service sáttmálin eigur at koma upp á pláss nú. Um ikki Kringvarpið
við formellum kynskvoteringum. Fýra menn kunnu gera hetta einsamallir: Um Høgni Hoydal, Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Aksel V. Johannesen gera av, at í teirra flokkum vilja teir [...] við báðum kynum. Í politikki er ringt at seta kvotu á, tí soleiðis sum okkara demokratiska valskipan er skrúvað saman, so ber tað ikki til. Tí hvílir ein nógv størri ábyrgd á flokkunum [...] ímillum øll valevnini, sum bjóða seg fram. Hetta við »økiskvotering« móti »kynskvotering« er áhugavert, ikki minst grundgevingarnar: Tá til dømis ein sandingur skal veljast á ting, tí hann
og Sambandsflokkurin átt umboðini. Meðan Sambandsflokkurin hevur eina drúgva søgu á Fólkatingi, so hevur Tjóðveldi – burtursæð frá seinastu 10 árunum, bara eina ferð havt umboðan har [...] in, Sjúrður Skaale, segði í sjónvarpinum, at tað hevur stóran týdning at hava umboð á fólkatingi, sum hevur beinleiðis samband við Helle Thorning-Schimdt, sum eftir øllum at døma verður [...] nakran týdning. Sjálvstýrisflokkurin, ið sum kunnugt ongan kjans hevur at fáa umboðan á Fólkatingi, plagar at siga, at hesir sessir skulu niðurleggjast, og at vit skulu hava onkrar sendimenn
Gjøgnum Eik Banka eigur tryggingarfelagið nú í nógvum vinnuvirkjum, so sum skipasmiðju, alifelag, snikkaravirkjum, útflutningsfyritøkum og Fastogn, sum eigur fyri út við hálva milliard [...] verið sýslumansskrivari á Sandoynni og virkin javnaðarmaður. Tað vóru í sínari tíð kvalifikatiónir at fáa okkurt politiskt bein at gnaga, men neyvan eru tað kvalifikatiónir, sum banka- [...] Føroyar skal broytast, so tað fær ein meira gjøgnumskygdan bygnað. Hetta eigur at vera gjørt beinanvegin, nú felagið er vorðið so sjónskt og fingið so stóra ávirkan á føroyskt vinnulív. Umboðsráðið
árini Tað er staðfest og prógvað í svarinum frá Una Rasmussen, landsstýrismanni í fíggjarmálum (§ 52a skrivligur fyrispurningur frá undirritaða), at ein høvuðstreyt fyri at gera eina lánsavtalu um Eystur- [...] restskuldin til gjaldingar í ótíð og tørvur verður á kostnaðarmiklari endurfígging. Í avtaluni stendur m.a. um “Change of Control” í sambandi við tilknýtið til Danmark: “For purposes of this Section 8.8., “Change [...] partur av Ríkisfelagsskapinum í avtalutíðarskeiðnum, men í sama andadrátti sigur hann, at ein treyt er m.a.: “..... at koma broytingar av týðandi slagi fyri hjá partafelagnum ella eigaranum hjá partafelagnum
gestirnir settu hol á. Metmaðurin í Klaksvík Páll A. Klettskarð skoraði. Árni Frederiksberg legði innfyri úr høgru, René Shaki Joensen stútaði niður í vøllin, og Páll A. Klettskarð var á rættum stað í rættari løtu [...] fingið mál ímóti sær á útivølli ímóti EB/Streymi síðani 2017. Fimm minuttir undan dystarloki varð Páll A. Klettskarð skiftur út. Avloysarin var nýggi álopsspælarin Valerijs Sabala, sum er ætlaður at hjálpa [...] innanhýsis uppgerðin verður 8. mai, tá ið HB fer til Klaksvíkar. EB/Streymur – KÍ 0-2 (0-2) 0-1: Páll A. Klettskarð 0-2: Deni Pavlovic Dómari: Eiler Rasmussen EB/Streymur: Kristian Joensen – Niklas T. Kruse
bæði avritini av Dimmalætting. Helena Dam á Neystabø helt fram, og nevndi m.a. hvussu nógv var hent hesi 100 árini Jógvan A.Hansen hevur livað. Tað er ikki smávegis. At hugsa sær, at tygum hava livað [...] Tað var ein hendingaríkur dagur í Vestmanna leygardagin, familjan hjá Jógvan A.Hansen og bygdarfólkið heiðraðu hann á 100 ára føðingardegnum. Dagurin byrjaði við at familjan á middegi fóru á la Carreta [...] Carreta at eta døgurða. Aftan á lítlan hvíldarsteðg gekk leiðin niðan í bygdarhúsið kl. 15, har Jógvan A. Hansen var heiðursgestur. Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, umboðaði Landsstýrið. Hon helt røðu
inn ímóti landi o.a. • Hvussu er við lús á laksinum, og hvørji lúsasløg eru á havlaksinum. • Hvussu laksurin er fyri í síni heild, t.e. kyn, gýting, stødd, og hvat hann hevur í maganum o.a. Áhugavert hevði [...] sjómark tær ymsu árstíðirnar o.a. Fyri smærru bátarnar er serliga áhugi fyri laksi á innaru leiðunum, t.d. er laksurin eisini inn ímóti landi, er árstíðin avgerandi, gýtingartíð o.a.? Fiskirannsóknarstovan, [...] hvønn mun laksur er á landgrunninum, hvussu stórar nøgdirnar eru, hvar hann møguliga heldur mest til o.a. Slík vitan um laksin hevði verið gull verd og gjørt okkum betur før fyri at lagt til rættis fiskarí
venjarum hjá FSF júst stóð og hugdi at venjingum hjá venjarum í Fraklandi, sum eru í gongd við at taka A-venjaraútbúgvingina hjá UEFA. Føroyska venjararnir koma til Fraklands í gjár, og teir koma heimaftur [...] har vit fyrst og fremst fara at kanna teirra fysiska støði. Hetta er sum ein liður í ætlanini hjá A-landsliðnum, har teir eisini kanna fysiska førleikan hjá leikarunum. Eftir venjingarnar síðst í mánaðinum [...] yngru landsliðini. - Munurin hevur verið ov stórur hjá leikarunum at fara beinleiðis frá U-19 og uppá A-landsliðið. Tí meti eg tað vera sera gott, at vit nú hava fingið eitt U-21 landslið. Nú kunnu vit byggja