ODDAGREIN: Fýra menn tryggja javnstøðu

Í gjár var altjóða kvinnudagurin hild­in kring knøttin. At hesin dag­ur hev­ur ver­ið hild­in í fleiri enn 100 ár sig­ur nak­að um, hvussu tor­gongd leið­in hjá kvinn­um til javn­rætt hev­ur ver­ið. Og tað er hug­stoytt, at tað skal vera neyð­ugt at há­tíð­ar­halda hend­an dag­in fleiri enn hundr­að ferð­ir, tí hes­in dem­o­krat­iski trup­ul­leik­in átti sjálv­andi langt­síð­ani at ver­ið loyst­ur.

Hóast ymisk sjón­ar­mið, so vald­ar nú rím­u­lig semja um, at vit skulu royna at manna nevnd­ir og ráð so nøk­u­lunda ­javnt við báð­um kyn­um. Í pol­i­tikki ­er ringt at seta kvotu á, tí so­leiðis sum okk­ara dem­o­krat­isk­a val­skip­an er skrúv­að sam­an, so ber tað ikki til. Tí hvílir ein nógv størri á­byrgd á flokk­unum um at skipa upp­still­ing­ina sol­eið­is, at bæði kyn­ini hava sama rætt at verða vald.

Í fjør høvdu vit kjak um val­skip­an­i­na –­ tað mundi verð­i meiri­luti fyri at broytt val­skip­anina aft­ur í val­dømi, so­leið­is at vit fingu tryggj­að »økisjavnstøðu«.

Eitt slíkt sjónarmið kann sjálv­andi hava fólka­ræð­is­lig­ar grund­gev­ing­ar. Men tá Ed­mund Jo­en­sen legði upp­skot­ið um eitt val­dømi fram stutt und­an síðsta løg­tings­vali var grund­gev­ing­in júst, at hetta fór at skapa størri javn­støðu á tingi. Tað er sjálvandi trupult at prógva, men vit kunnu so siga, at øll fólk í Før­oy­um við hesi skipan hava sama møg­u­leika at velja í­mill­um øll val­evn­ini, sum bjóða seg fram.

Hetta við »økiskvotering« móti »kyns­kvot­er­ing« er á­hug­a­vert, ikki minst grund­gev­ing­ar­nar: Tá til døm­is ein sand­in­g­ur skal velj­ast á ting, tí hann er sand­ingur. Hví skal so ein kvinna ikki velj­ast á ting, tí hon er ein kvinna?

Men sum vit hava sagt so mang­an fyrr: Skulu kvinnur hava vald, so skulu menn missa vald, og tað er sera trup­ult hjá monnum at avgeva vald utt­an svørðslag.

Jóannes Eidesgaard skemt­aði við, at hann var løg­mað­ur í sein­asta tali­ban­-lands­stýr­i­num – seinasta lands­stýri utt­an kvinn­ur. Tað fáa vit valla aftur, tíbetur.

Men tað ber altso væl til at fáa javnstøðu á tingi - tað vil siga á leið líka nógv­ar kvinn­ur sum menn – utt­an at gera tað við for­mell­um kyns­kvot­er­ing­um. Fýra menn kunnu gera hetta eins­a­mall­ir: Um Høgni Hoydal, Kaj Leo Jo­hann­e­sen, Jørg­en Nicl­a­sen og Aks­el V. Jo­hanne­sen gera av, at í teirra flokk­um vilja teir hava á leið eins nógv­ar kvinn­ur vald­ar, sum menn, so er trup­ul­leik­in loyst­ur. Tað er í floks­org­an­i­sa­ti­ón­u­num, at hetta skal skip­ast – og sum leið­ar­ar í fýra av teim­um størstu flokk­u­num, so hava teir buktina og báðar end­ar­nar – spurningurin er so bara, um teir tora at sleppa øðrum end­­a­num?