harmoni í familjuni, gott álit millum foreldur og fleiri hjálpandi hendur eru nakrar av teimum. – Tað er gott fyri barnið, at foreldrini gera íløgu í tað. Og tað er enn betri, tá bæði foreldrini gera tað [...] við børnum sínum, skulu aftra seg. Pápabarsil er sera gott fyri faðirsamleikan og tilknýti millum barn og pápa, sigur hon og leggur aftrat, at hetta er eitt val, sum alsamt fleiri velja. [...] javnvág, tá uppgávurnar verða býttar millum bæði mammu og pápa, sigur Maria Hanusson Joensen. Sjálvsagt eru slíkar støður einstaklingabundnar, og tað er individuelt, hvørjir førleikar ella viðbrekin øki
børn og ungu sleppa til Havnar í skúla, til ítrótt og til frítíðarítriv og heimaftur. Vit vita ikki um vit sleppa av oynni til neyðugar viðgerðir og kanningar. Vit tora ikki at hugsa um, hvat hendur um vit [...] hinvegin, siga tey. – Samferðslan millum Havnina og Nólsoy er okkara lívsæðr, og vit hava grundlagt okkara privata lív og okkara arbeiðslív á hesa samferðslu. Og nú krevja vit at okkurt munagott verður gjørt [...] siga tey. – Vit hava brúk fyri einari góðari og tryggari ferju, á stødd við Ternuna, og sum kann taka eins nógv fólk og eins nógvar bilar sum Ternan. Og talan skal vera um eina ferju, sum sjálvsagt lýkur
hondarbeiðsvinnu og telduspælsvinnu, tí fremsta tilfeingið í hesum vinnum eru skapandi høvd og hendur, og tær styrkja okkara samleika. Eitt neyðugt stig snýr seg um at fáa fleiri og betri fíggingarmøguleikar [...] burðardyggu leiðina og taka atlit til umhvørvi og mentan, so vit ikki missa meira, enn vit vinna. Somuleiðis er umráðandi, at fleiri fáa lut í inntøkunum og vøkstrinum kring landið, so undirtøkan og umhugsnið fyri [...] til heimamarknaðin og útlendskar marknaðir. Útflutningsinntøkurnar gera stóran mun, tí tær fíggja okkara innflutning og uppsparing. Meginpartinum av útflutninginum standa fiskivinna og alivinna fyri, men
seinastu ferð, eg skuldi síggja teg. Tú var so birgur og raskur sum tú komst inn eftir gólvinum í Betesda. Og setti teg har, tú altíð sat. Tú var stillur og segði lítið, men var altíð í sving. Eg havi altíð [...] var tú altíð klárur. Og tað sama kann sigast um Jyttu. Tit fingu tykkum summarhús i Danmark, og Jytta vildi hava okkum niður við. Vit høvdu eina sera góða tíð saman við tykkum, og eg minnist, at Jóhannes [...] okkum – tú hevði so nógv minni frá hesi lítlu bygd og greiddi frá minnum frá spæli og skúla. Einaferð tað nærkaðist mínum føðingardegi, tá hildu Jytta og Jóhannes at tit vistu, hvat tit skuldu geva mær á
Curtis Chapman, The Isaacs, Lynda Randle, Woody Wright og Superhero eru slík sum eiga og skulu borga fyri góðsku. - Hesir bólkarnir umboða ymiskar stílir og venda sær til ymiskar aldursbólkar. Tí kunnu vit siga [...] slagnum av tónleiki. Tað byrjaði í 2006 og varð endurtikið í august mánaði í fjør, tá Fjarðafestivalurin bjóðaði til konsertir við fleiri kendum nøvnum, bæði úr Føroyum og øðrum londum. Í ár hava fyrireikararnir [...] kristnan tónleik á so høgum støði. Fyri Eyðun og hinar fyrireikararnar er tað tí umráðandi at teir á hvørjum ári gera sítt til, at nøvnini gerast kendari og kendari. Í so máta er árið í ár einki undantak:
frambrotini eru ikki bert kærkomin her hjá okkum og kunnu geva arbeiði til nógvar hendur, hetta er tøkni, sum kann seta Føroyar á heimskortið á umhvørvisøkinum, og tískil eigur tílík slóðbrótandi nýhugsan at [...] long og drúgv tilgongd, líka frá fyrsta hugskotið, til byrjanarkapital og marknaðarføring. Tað er oftani byrjanin, ið er sera trupul, tað tekur tíð hjá marknaðinum at taka ímóti nýggjari tøkni og nýggjari [...] til marknaðarføring og ráðgeving, ið er alneyðug í dag. Vágbingar hava víst í verki, at teir ikki eru fyri einki, men hava viljan og hugskotini til at stovnseta nýggjar vinnur, og landið eigur at stuðla
gildi í Danmark og ístaðin er sett í gildi at virka frá 1. Januar 2007 HYPERLINK "http://www.patientforsikringen.dk/loveogpraksis/lovomklageogerstatningsadgang..html" "Lov om klage- og erstatningsadgang [...] í gildi fyrr enn Endurgjaldsábyrgdarlógin (Lov om erstatningsansvar) verður sett í gildi í Føroyum, og Endurgjaldsábyrgdarlógin kann ikki setast í gildi fyrr enn nýggj vanlukkutryggingarlóg er sett í gildi [...] fáa endurgjald, um hann/hon hevur verið úti fyri arbeiðsvanlukku. Lógin frá 1966 er yvir 40 ára gomul og má vera avolda, tað hendir jú so nógv nýtt á arbeiðsmarknaðinum, at lógirnar mugu endurnýggjast, so
Norman Christensen, ið hava donsku og grønlendsku miðfyristingina sum fyrimynd, eiga at sleppa framat, tí tann danski leisturin, sum Norman Christensen-bygnaðurin í roynd og veru er, nýtist ikki at vera tann [...] Er t.d. neyðugt við løgfrøðisligum og búskaparligum førleika í hvørjum einasta stýri? Kundu slíkar uppgávur ikki samlast sum tvørfunktiónir í ávíkavist Lógardeild og Fíggjarmálastýri. Er tað neyðugt at [...] nógv ymisk sløg av blómum í blómutyssinum. Royndir frá stovnum og privatu vinnuni eiga eisini at hava innivist í miðfyrisitingini, eins og aldursspreiðingin eigur at avspegla arbeiðssamfelagið sum heild
teir, kanna (granska) teir og troyta teir. Tað ræður um vilja, dirvi, kunning, royndir og so eisini trúgv og síðani pengar. Nettupp hetta við pengum er kanska tað torførasta, og tí mugu vit til at seta [...] at hann eisini kom mentanini til góðar. Mentan og vinna eiga og skulu fylgjast at, tí tey eru eitt og tað sama í samfelagsmmenningini, sum bæði verslig og andalig. Sjálvandi skulu vit førleikamenna okkum [...] til at seta í gongd, til at granska og til at fullføra! Hetta eigur at vera eitt tað mesta umráðandi málið, sum bæði almenn og privat í Føroyum eiga at arbeiða við og hugsa um. Tí avgjørdi veruleikin er
valinum og eftir valið hevur lagt so stóran dent á, nevniliga at vit skulu arbeiða við langsiktaðum vinnuloysnum, har vit hava dirvi at taka nýggj stig og har vit vilja brúka okkara bestu fólk og sum so [...] bara, hvussu orka, kreftir, vitan og fólk verða spjødd. Vónandi merkir henda broytingin ikki, at minni orka skal leggjast í ta komandi leitingina við Føroyar eftir olju og gassi, tí vit hava vitturliga brúk [...] samfelagið fær fleiri bein at standa á. Og tað vildi eisini verið eitt sera óheppið signal at latið víðari til oljuverðina, at vit nú eru farin at repa seglini og raðfesta hesa leiting minni ? samtíðis