Fert tú á ólavsøku? - Enn havi eg ikki tikið støðu til, um eg fari á ólavsøku. Fari eg, so verður tað at hyggja eftir kappróðri. 10-mannafarið Norðingur, sum er úr heimbygdini, rør. Um teir vinna á ólavsøku [...] sonurin fer at rógva fyri felagið í heimbygdini. Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni? - Eg havi ikki so sterka meining um, hvussu ólavsøkan skal verða, men tað harmar meg at síggja ung fólk rúsað. Tey [...] foreldrini - mugu taka ábyrgd av hesum. Veronika Petersen heldur, at tað er líkasæla hjá foreldrum, sum heilt vist er høvuðsorsøkin til hetta. - Hesin pástandur skal standa fyri mína egna rokning, tí eg veit
tá hann stillaði upp á seinasta kommunuvali, og hann droymdi als ikki um at gerast borgarstjóri i triðstørstu kommunu landsins. Men heilt síðan hann var stórur smádrongur, hevur hann havt stóran áhuga fyri [...] dugdi at síggja, at kommunan fór ikki at vera før fyri at gera tær stóru íløgurnar, nú so nógvar íløgur longu vóru gjørdar upp á lutfalsliga stutta tíð. Eg helt tað ikki vera rætt at fyrigykla fólki, at [...] kommununa og fólkið. Hugsaði ikki minst um fíggjarliga partin, sum er ein fyritreyt og grundarlag undir øllum øðrum. Hetta hevði einki við tað at gera, at undanfarna býráð ikki hevði røkt sínar uppgávur og
broyting rímiliga skjótt, so skulu vit ikki vænta okkum nøkur hvít jól. - Tað eru als eingi tekin um, at jólini vera hvít, staðfestir Hanus Kjølbro. Men tað er nú heldur ikki nakað nýtt. Í Danmark hava tey hvít [...] okkum myndina, sigur Hanus Kjølbro. Í 2004 vóru hvít jól í Føroyum, minnist hann aftur á, tó hann ikki kann siga við vissu, um tað hava verið hvít jól síðani. - Í 2006 minnist eg, at tað var bara ein nátt [...] var kavi líka fram til mai mánað, tá ið mangur seyðamaður kom illa fyri av veðrinum. Men 2016 var heilt øðrvísi, sigur Hanus Kjølbro. Hann staðfestir, at tað eru eingi mynstur, sum ganga aftur. - Vit hava
nakrar ferðir, men børnum dáma faktiskt yvirhøvur ikki mínar myndir. Tey tíma ikki sovorðið, tey sjálvi kundu havt teknað. Sjálvandi ikki. Eg tími heldur ikki hugnaligar myndir av vøkrum fólkum og landsløgum [...] so tað hevur ein heilt annan týdning, sigur Hanni, sum annars ikki gongur serliga høgt upp í at fáa listarliga góðkenning. - Eg hevði logið, um eg segði, at eitt vánaligt ummæli ikki rørir meg. Men fyri [...] knívskorið og rátt úttrykk. Ikki fyri at mótmæla nøkrum sum so. Listarliga heldur Hanni seg hinvegin hava nógv í felag við sonevndu Art Brut greinina. Art Brut fór heilt yvir í hina gjónna, tá tað ráddi
seinnu árini. Men yvirhøvur hava fáar viðmerkingar verið til ferðaætlanina, helst tí at broytingarnar ikki eru so stórar hvørjaferð. Suðringar viðmerkja Hesa seinastu tíðina hevur Strandferðslan havt ta nýggju [...] almenna hoyring hjá teimum, sum koma at brúka leiðirnar á landi og sjógvi. Viðmerkingarnar í ár hava ikki verið tær stóru, men kortini hava fólk sett fram viðmerkingar ella eru komin við spurningum um ymiskt [...] Kalsoynni sum fegnast um nýggju ferðaætlanina. Tá ferðaætlanin 2005-06 kemur í gildi fer samstundis ein heilt nýggj farleið av bakkastokki, tá tann nýggja og broytta leið 56 verður sett í verk. Hetta er farleiðin
Øll kenna røddina á henni, men tað eru ikki øll, sum vita, hvør eigur eyðkendu røddina. Um tú ivast í, um tú kennir hana, kanst tú bara lurta næstu ferð, tú ringir til eitt Føroya Tele nummar, og har einki [...] kendastu og mest hoyrdu útsøgnunum, sum nógv fólk hoyra dagliga í telefonhorninum. “Nummarið kann ikki røkkast í løtuni”…. “Tú ert nummar trý í bíðirøðini”. Tað er ofta komið fyri, at fólk kenna rødd hennara [...] tey kenna røddina. - Tá onkur fremmandur ringir til mín, og eg taki telefonina, kann tað gott blíva heilt kvirt í hinum endanum, tí tey halda, tað er ein telefonsvarari. Tá eg so sigi “halló”, so siga tey
útróðri sum frítíðarítriv og Regin sjálvur. Ikki fastar kundar Ójavnt er, hvussu nógv fólk keypa frá honum og ikki minst, hvør tað er sum keypir. - Nei, eg havi ikki fastar kundar sum so. Tað er rættiliga [...] sindur uttanhanda. - Hjá mær er ikki altíð talan um tær stóru nøgdirnar. Og tí er tað ikki so farligt. Eg sleppi altíð burtur úr tí upp á onkran máta. - Eg sleppi tó ikki altíð av við allan fiskin, og tí [...] Kirkjubønesi, har hann royndi einar tríggjar fjórðingar suður úr landi. Men tað var kortini ikki talan um ta heilt stóru fiskiveiðuna henda dagin eini hundrað pund ella so. Hann legði til brots um 9-tíðina
Eg haldi at føroyingar royna at blása samfelagið upp til nakað, sum tað ikki er. Vit eru ikki Danmark ella London, og hava ikki somu trupulleikar, sum teir hava at takast við. Tí er ein høvuðsavtala púra [...] Karl Johansen. Hann vísir á, at støðan var ein heilt onnur, um so var, at fakfeløgini misnýttu verkfalsrættin, so var støðan ein heilt onnur. - Tað gera vit ikki, og tí haldi eg at tað er óneyðugt við eini [...] - Hugsa tær, um ein arbeiðsgevari ikki klárar at gjalda løn til starvsfólkið. Tá mugu vit hava rætt til at fara í verkfall, sum vit gera tað í dag. Tað kunnu vit ikki, um vit taka høvuðsavtaluna við, sigur
helst um inntøkur í milliónaupphæddini, og fáa vit fleiri avtalur, so kann tað blíva heilt stórt. Men vit vita ikki ordiliga enn. Blaðm.: Tú hevur fyrr nevnt, at nýggja breiðband-internetið hjá Føroya [...] er í Føroyum av, hvat Føroya Tele má og ikki á. Tað sum vit undrast á, tað er, at í øllum vinnugreinum og innan fyri fjarskifti í øllum londum, har er tað heilt vanligt, at tú gert eina íløgu, og so kanst [...] av, um Føroya Tele ger tað gott ella ikki gott. Í dag er tað meira subjektivt. Okkurt blað heldur kanska, at vit eru óførir, men okkurt annað skrivar, at vit ikki eru so óførir; ein sending í útvarpinum
fara at hava stóra ávirkan á føroyska samfelagið. - Heilt yvirordnað kann man siga, at Føroyar finna seg í einum meldri ella broytingartíð, ið vit ikki rættiliga kenna avleiðingarnar av enn. Men vit vita