leitingin heldur fram hevur sambært løgregluni ikki so nógv við sjálvt uppkláringararbeiðið at gera, men hetta er meira av etiskum ávum. Í dag verður upplýst, at vónirnar um at finna fram til, hvør hin deyði [...] í dag, at leitingin eftir pørtum av líkinum við ruskbrenningina heldur fram, og væntandi er, at hetta arbeiðið fer at halda fram til mánadagin komandi. Grønlands Politi hevur sagt, at tey eru nær við at [...] ruskinum. Grønlands Politi vil framvegis ikki siga nakað ítøkiligt um tey spor, tey higartil hava staðfest, og tey vilja tískil heldur einki siga um, hvørjir partar av líkinum eru funnir í ruskleivdunum. - Tað
Joensen. Fakta Bilar um Vestmannasund Við Strandferðsluni: Einir 350 bilar um dagin Gjøgnum Vágatunnilin vanligar dagar: 1100 bilar Gjøgnum Vágatunnilin tá ókeypis er at koyra: Um 4000 bilar hvønn vegin [...] avbjóðingar. Men hinvegin so kann vinnan ikki kappast á jøvnum føti við restina av landinum, tí kostnaðurin at koyra gjøgnum tunnilin skapar ójavna kapping. Hetta var nakað av tí, sum kom fram á evnisdegnum, har [...] var tað eitt breitt ynski um, at tað eigur at gerast bíligari at brúka hann. At fáa tunnilin goldnan niður sum skjótast verður uttan iva eitt av málunum, sum verður tikið fram í komandi tíðum, sigur hann
seinnapartin vit fara út um molan, er veðrið av tí allarbesta. Tað andar norðaneftir, so ivasamt er, um seglini yvirhøvur fara at standa frá. Vit glíða spakuliga út um molahøvdið. Fram við ísmolanum. Hinumegin [...] niðan í Íðuna, og kósin er framvegis móti Boðanum. Men so rópar skiparin, at nú verður vent. Øll ferðafólkini verða flutt fram um mastrina, og so venda teir. Aftur verða vit flutt. Hesa ferð afturum, tí [...] og komnir stutt út um Stavanger streikaði hon. Eigararnir fingu hana so inn aftur til Stavanger, har teir lótu hana liggja. Seinni keypti ein norskur reiðari hana. Hon var sett so nær upprunastandinum
kkurin gongur so mikið nógv fram. Vit spurdu Jógvan Mørkøre um orsøkina til hesa vend, og hann segði seg ikki kunna koma við nakrari fullgreiðari frágreiðin. -Í fyrstu atløgu hugsi eg um, at tað var ein [...] kkinum. Um tað verður soleiðis, sum veljarakanningin sigur, so merkir hetta, at vit fáa bert fýra flokkar á ting, og teir báðir ?veingirnir? fáa 16 tingmenn í part. Um tað verður soleiðis, so hevði Jógvan [...] skal gerast í vikuskiftinum og almannakunngerast mánakvøldið. Um veljarakanningin verður gjørd, so verður væntandi bert tann eini spurningurin um, hvønn flokk fólk fara at velja.
politiskt frælsi, so skalt tú eisini hava búskaparligt frælsi. Alt annað er hálvar loysnir. Helena Dam á Neystabø hevði eitt sindur torført við at skráseta tað, sum fór fram rundan um hana. Møguliga tí [...] javnaðarumboð stóð púra frítt í fólkatingssalinum, so fekk Helena tað ikki við. Men tað ger minni, um hon ikki fataði tað, um øll onnur gjørdu tað. Óli Breckmann var, sum hann plagdi. Smartar, stuttligar, men rættiliga [...] Var tað ikki nógv betur, at ein rødd, sum kanska ikki var so málsliga væl fyri, sum Óli heldur sína vera í mun til aðrar, og sjálvt um hon so var á gøtudonskum, hevði torað at tala Róma mitt ímót. Politikkur
mær at royna nakað. Fyrr havi eg kanska ikki tráða so nógv eftir hesum, men nú havi eg so eisini fingið sveinabrævið hjá mær, so í so máta havi eg ikki so nógvar bindingar eftir her heima, sigur hann. Pengarnar [...] førum Fróði Benjaminsen tikið avgerð um, at hann fer at royna fótbóltseydnuna í Íslandi. - Jú, tað er rætt. Avgerðin er tikin, og um mánaðarskifti fara konan og eg so til Íslands, sigur Fróði, tá vit má [...] Og sum skilst, so tykist Fróði eisini spentur upp tað heila, nú hann fyri fyrst ferð skal royna seg sum fótbóltsútiseta. - Skal tað vera, so skal tað vera nú. Eg eri júst fyltur 26 ár, so tað kann verða
koma vegin fram, so varð tvær ferðir neyðugt at ferðast við báti tvørtur um vøtn og áir. Túrurin byrjaði væl og veðrið var gott at súkkla í. Sólin hugdi av og á fram, men annars var talan um yvirskýggja [...] Bremen fóru onkir súkklarar ein túr í vegin. Hóast tað sá ógvisligt út og onkur mátti fáa forbinding, so komu øll á mál í góðum lag. Nú verður gjørt klárt til túrin í morgin, har súkklað verður áleið eins [...] beint innanfyri markið í Hollandi. Í mun til túrin í fjør, sum varð merktur av nógvum punkteringum, so eru fyribils bara tvær punkteringar á føroyska liðnum higartil.
Seinastu árini hevur tað verið so, at við desember mánaði kemur eisini stuðulsátakið Í menniskjum góður tokki, sum Annlis Bjarkhamar hevur staðið fyri fram til januar í ár. Nú er tað Barnabati við Djóna [...] Rósely Reynstind. Tað viðførdi so, at hon ikki átti pengar til eina dunnu. Meðan Rósely og børnini ikki minnast jól sum nakað keðiligt – heldur ikki tey harðastu árini – so var tað tíðin aftaná jól, sum [...] góður tokki og teirra stóra arbeiði fer at halda fram ótarnað, hóast atfinningar hava verið móti felagsskapinum seinastu tíðina. Tí sum Rósely sigur – Eg veit um nógvar mammur, sum hava fingið jólini bjargað
hugaligt at síggja, hvussu føroysku spælararnir stóðu seg. - Talan er um liðavrik, og tí er torført at taka nakrar spælarar fram um aðrar. Men tað er merkisvert, hvussu væl nógvu ungu spælararnir stóðu [...] loysti Atla Danielsen av, og so Jóan Símun. Tað er hugaligt at síggja avrikini hjá hesum monnum, tí teir eiga nógvar landsdystir til góða, heldur Jógvan Martin Olsen, sum heldur fram: - Jákup Mikkelsen var góður [...] Munurin millum lítlu Føroyar og stóru europeisku fótbóltstjóðirnar er ikki serliga stórur. Í hvussu so er ikki í málum, tá ið tað verður spælt í Føroyum. Fyri stuttum vann Serbia 2-0, og í dag hevur Frakland
komu tey fram á doktararitgerðina hjá Hóraldi Joensen, sum hann vardi við Universitið í Bergen í 2002, sigur Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni. Tey hildu ritgerðina verða so mikið áhugaverda og á so høgum [...] Doktararitgerðin hjá Hóraldi Joensen, sum er lektari í evnafrøði á Náttúruvísindadeildini, er so mikið áhugaverd, at hon nú er givin út í Týsklandi. Tað var fyrr í ár, at fólk frá týska forlagnum, Lap [...] høgum vísindaligum støði, at tey vildu sleppa at geva hana út og tað spurdu tey Hórald Joensen um loyvi til, Eg greiddi teimum frá, at eg als ikki hevði ráð til fíggja nakra útgávu, sigur hann við Portalin