Politiska orðaskiftið í ÚF mánakvøldið

So byrjaði valstríðið til fólkatingsvalið. Útvarpið skipaði fyri politiskum orðaskifti mánakvøldið, har hvør flokkur var umboðaður við einum umboði

Fyrstur at fáa orðið var formaður Tjóðveldisfloksins, sum jú sambært tær nógvu seinastu veljarakanningarnar fór at liggja á odda. Tó ikki henda seinasta, sum metti teir at liggja á øðrum plássi. Einki at ivast í, at tey mongu, sum nú meira ella minni eru bitin av loysingardreyminum hjá Tjóðveldinum sótu spent fyri at hoyra, hvussu fram skuldi farast í hesum teirra stórmáli.

Jú, Heini O. Heinesen legði fyri við at siga, at teir við teirra fólkatingssessi vildi boða dønum frá, at teir vildu stovnseta Tjóðveldið Føroyar. Men hvørja viðmerking skulu danskir politikarar hava til slíkt? Tað eru jú ikki teir, harra Heini O Heinesen, sum skulu avgera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politikarar spyrjast um, tvørturímóti. Stoltar avgerðir, krevja stolta framferð.

Og sjálvandi gloymdi Heini O Heinesen ikki gomlu plátuna um, at tað var ein ST-samtykt frá 1960, sum álegði Danmark at hjálpa føroyingum við loysingin. Tað er so rímiligt, at danski skattgjaldarin skal fíggja okkara loysing, soleiðis at eingin føroyingur aftur torir at lyfta høvdið . Nei, harra Heini O Heinesen, stoltar avgerðir, krevja stoltar loysnir. Skalt tú hava politiskt frælsi, so skalt tú eisini hava búskaparligt frælsi. Alt annað er hálvar loysnir.

Helena Dam á Neystabø hevði eitt sindur torført við at skráseta tað, sum fór fram rundan um hana. Møguliga tí, at hon hevur verið so bundin av manuskriptinum. Hóast Marita Petersen minst tvær ferðir segði, at Javnaðarflokkurin hevði gjørt upp við danska Socialdemokratiið og boða teimum frá, at eitt javnaðarumboð stóð púra frítt í fólkatingssalinum, so fekk Helena tað ikki við.

Men tað ger minni, um hon ikki fataði tað, um øll onnur gjørdu tað.

Óli Breckmann var, sum hann plagdi. Smartar, stuttligar, men rættiliga ofta heldur plattar formuleringar. Eitt skúladømi um ein politikara, har politkkurin er vorðin eitt livibreyð, meðan politiska innihaldið avmarkar seg til flosklar og meira ella minni innantómt skrøgg.

Men Óli veit, at hetta plagar at geva bonus, so hví ikki royna tað einaferð enn.

Hann segði okkurt um, at vit høvdu havt eina virðiliga umboðan á Fólkatingi, og rødd Fólkafloksins var ein frílynt rødd. Tað ljóðar væl, men hvat hevur tað nú í grundini merkt?

Hvar var henda frílynta røddin, tá danska samansvørjingin ímóti okkum føroyingum fór fram á heysti 1992? Hvar var Óli Breckmann, tá Poul Schlüter, Henning Dyremose og Anna Birgitta Lundholt úr bróðurflokki Breckmanns Konservativa Fólkaflokkinum saman við Uffa og øðrum úr Vinstra løgdu svikaráðini ímóti Føroyum ril rættis? Hvar var tann frílynta røddin, tá Fíggingargrunnurin frá 1992 við Richard Mikkelsen á fyrsta sinni sá dagsins ljós?

Vit føroyingar í Føroyum og føroysku fjølmiðlarnir hoyrdi tá ikki málsligu begávilsini hjá Óla Breckmann.

Var tað ikki nógv betur, at ein rødd, sum kanska ikki var so málsliga væl fyri, sum Óli heldur sína vera í mun til aðrar, og sjálvt um hon so var á gøtudonskum, hevði torað at tala Róma mitt ímót.

Politikkur er ikki innantómir flosklar og endurtøkur av dreymum, men politikkur er viljin til at fremja broytingar, fólkinum og landinum at gagni.