Doktararitgerðin hjá Hóraldi Joensen, sum er lektari í evnafrøði á Náttúruvísindadeildini, er so mikið áhugaverd, at hon nú er givin út í Týsklandi.
Tað var fyrr í ár, at fólk frá týska forlagnum, Lap Lambert Academic Publishing, vóru á universitets bókasavninum í Bergen í Noregi og har komu tey fram á doktararitgerðina hjá Hóraldi Joensen, sum hann vardi við Universitið í Bergen í 2002, sigur Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni.
Tey hildu ritgerðina verða so mikið áhugaverda og á so høgum vísindaligum støði, at tey vildu sleppa at geva hana út og tað spurdu tey Hórald Joensen um loyvi til,
Eg greiddi teimum frá, at eg als ikki hevði ráð til fíggja nakra útgávu, sigur hann við Portalin.
- Men bað tey bara prenta, høvdu tey hug til tað og rindaðu alt sjálvi.
Úrslitið er, at doktararitgerðin nú er komin út í bók og fæst til keyps á internet bókasøluna Amazon.com??
Í ritgerðini verður greitt frá ymsum hættum at finna fram til ymsar eginleikar í feittinum á fiski, og hvussu munurin í feitteginleikunum kann brúkast til at skyna ímillum ymsar stovnar av sama fiskaslagi.
Serliga kannar Hóraldur Joensen eftir muninum ímillum toskastovnarnar á Føroya Banka og á Landgrunninum og trý ymisk kongafiskasløg í Norðurhøvum.
- Slíkir hættir at eyðmerkja fiskastovnar hava avgerandi týðning í millumtjóða samráðingum um býti av felags fiskastovnum.?